1 | Við tað at nú lyfti um at koma inn til hvílu Hansara enn stendur eftir, so latið okkum við ótta síggja til, at eingin av tykkum skal finnast liggjandi eftir! |
|
2 | Hin glaði boðskapur er kunngjørdur okkum við, líka væl sum teimum; men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki; tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv. |
|
3 | Vit, ið eru komin til trúgv, ganga jú inn til hvíluna - soleiðis sum Hann hevur sagt: "So svór Eg í vreiði Míni: "Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!"" - og hetta, tóat verkini vóru fullgjørd, frá tí heimurin varð grundaður. |
|
4 | Um hin sjeynda dagin hevur Hann einastaðni sagt so: "Gud hvíldi hin sjeynda dagin eftir øll verk Síni" |
|
5 | - og uppaftur her: "Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!" |
|
6 | Við tað at soleiðis stendur eftir, at nøkur skulu koma inn til hana, og tey, sum fyrst fingu hin glaða boðskap at hoyra, fóru ikki inn fyri vantrúar skuld, |
|
7 | so ásetur Hann aftur dag: "Í dag" - táið Hann so langa tíð eftir sigur við Dávidi - soleiðis sum frammanundan er nevnt -: "Í dag, um tit hoyra rødd Hansara, so herðið ikki hjørtu tykkara!" |
|
8 | - Tí hevði Josva leitt tey til hvílu, so hevði Gud ikki talað um ein annan dag seinni. |
|
9 | So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir. |
|
10 | Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni. |
|
11 | Latið okkum tí gera okkum ómak fyri at koma inn til ta hvílu, so eingin skal falla við sama ólýdni, sum tey góvu dømi um! |
|
12 | Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. |
|
13 | Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera. |
|
14 | Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina! |
|
15 | Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit - tó uttan synd. |
|
16 | Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð! |
|
|