Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 5
1234 5678910111213
1 Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.
2 Eisini meðan vit búgva her, suffa vit jú, tí okkum leingist eftir at verða yvirklædd við himmalska húsi okkara,
3 so satt vit tá - sum íklædd - ikki skulu finnast nakin.
4 Ja, vit, sum í hesum tjaldi eru, suffa og eru tyngd; tí vit vilja ikki verða úrlatin, men yvirklædd, fyri at hitt deyðiliga kann verða uppslúkt av lívinum.
5 Tann, ið hevur gjørt okkum før júst fyri hesum, er Gud, Hann, sum eisini gav okkum Andan til pant.
6 Tí eru vit altíð hugreyst og vita, at so leingi sum vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum.
7 Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.
8 Ja, vit eru hugreyst og høvdu helst viljað farið burtur úr likaminum og verið heima hjá Harranum.
9 Tí seta vit eisini æru okkara í at vera, sum Honum líkar, annaðhvørt vit nú eru heima ella burtur.
10 Vit skulu jú øll opinberast fyri dómstóli Kristusar, fyri at ein og hvør kann fáa aftur tað, sum gjørt er við likaminum - eftir tí, sum hann hevur gjørt - veri tað gott ella ilt.
11 Við tað at vit nú vita, hvat tað er at óttast Harran, royna vit at vinna menniskju; men fyri Gudi eru vit opinberir, og eg vóni, at vit eisini eru opinberir fyri samvitskum tykkara.
12 Vit fara nú ikki aftur at geva okkum sjálvum viðmæli til tykkara; men vit geva tykkum høvi at rósa tykkum av okkum, so tit kunnu hava okkurt at svara teimum, ið rósa sær av tí, sum teir eru útvortis, ikki í hjartanum.
13 Tí vóru vit "frá okkum sjálvum", so var tað fyri Guds skuld, og hava vit skil okkara, so er tað fyri tykkara skuld.
14 Tí kærleiki Kristusar tvingar okkum;
15 vit hava jú dømt so: Ein er deyður fyri øll - so eru tey øll deyð; og Hann doyði fyri øll, fyri at tey, sum liva, skulu ikki longur liva fyri seg sjálv, men fyri Hann, sum deyður og upprisin er fyri tey.
16 Hereftir kenna vit tí ongan eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir holdinum, kenna vit Hann nú ikki longur so.
17 Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið - tað er vorðið nýtt.
18 Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar.
19 Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
20 Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!
21 Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.