Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 8
1234567 8910111213
1 Vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guds, sum givin er í samkomunum í Makedonia,
2 at hóast tey vóru hart roynd í trongd, hevur tó yvirstreymandi gleði teirra verið so í yvirflóð mitt í djúpa fátækdómi teirra, at tey góvu, ríkliga og gávumilt.
3 Tí eftir førimuni góvu tey - tað vitni eg - ja, út um førimun, av egnum eintingum.
4 Tey bønaðu okkum um at sleppa at vera við í hjálpini til hini heiløgu.
5 Og tey góvu, ikki bert so sum vit høvdu vónað; nei, tey góvu seg sjálv við - fyrst Harranum og síðani okkum, við vilja Guds,
6 so at vit bóðu Titus um, at sum hann frammanundan hevði byrjað, hann soleiðis skuldi fullføra hjá tykkum eisini hetta kærleiksverk.
7 Ja, eins og tit eru ríkir í øllum, í trúgv, í talu, í kunnskapi, í øllum íðinskapi, í kærleika tykkara til okkara - verið soleiðis nú eisini ríkir í hesum kærleiksverki!
8 Eg sigi hetta ikki sum boð, men fyri við íðinskapi annara eisini at royna, hvussu sannur kærleiki tykkara roynist.
9 Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.
10 Eg sigi hugsan mína í hesum. Hetta er tykkum til gagn, sum longu í fjør vóru hinir fyrstu at fara undir verkið - og ikki bert tað, men eisini at seta tykkum tað fyri.
11 Fullførið nú eisini verkið, fyri at, eins og tit vóru til reiðar at seta tykkum tað fyri, tit soleiðis eisini kunnu fullføra tað, eftir førimuni tykkara!
12 Tí viljin er væl fagnaður, har sum hann er - eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur.
13 Hetta sigi eg, ikki fyri at onnur skulu hava lætta, og tit líða neyð, men fyri at javnaður skal vera: Hesa ferð kemur yvirflóð tykkara trongd teirra til hjálpar,
14 fyri at eisini yvirflóð teirra kann koma trongd tykkara til hjálpar, og soleiðis javnaður kann vera
15 - sum skrivað er: "Tann, ið savnaði nógv, fekk einki til avlops, og tann, ið savnaði lítið, hevði ikki ov lítið."
16 Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum!
17 Tí hann tók væl við, táið eg mældi honum til, ja, íðinskapur hansara er so stórur, at hann av egnum eintingum fer avstað til tykkara.
18 Saman við honum senda vit hin bróðurin, sum í øllum samkomunum verður róstur fyri íðinskap sín í evangeliinum -
19 og ikki bert tað, men hann er eisini av samkomunum valdur at fara saman við okkum við hesi kærleiksgávu, sum kemur í lag við tænastu okkara - Harranum til dýrd og til vitnisburð um viliga sinni okkara.
20 Við tí forða vit fyri, at nakar skal fáa lastað okkum fyri nakað viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum kemur í lag við tænastu okkara.
21 Tí vit leggja okkum eftir tí, sum gott er, ikki bert í eygum Harrans, men eisini í eygum manna.
22 Saman við teimum senda vit bróður okkara, sum vit so ofta og í mongum hava sæð ídnan, og sum nú er enn ídnari, av tí at hann hevur so nógv álit á tykkum.
23 Annaðhvørt tað nú er Titus, so er hann felagi mín og arbeiðir saman við mær fyri tykkum - ella tað eru aðrir av brøðrum okkara, so eru teir sendimenn samkomanna og æra Kristusar.
24 Latið teir tá, fyri eygum samkomanna, fáa prógvið fyri kærleika tykkara og tí, sum vit hava róst tykkum fyri!