Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 12
1234567891011 1213
1 Eg má rósa mær, tóat tað er ikki til bata; men nú komi eg til sjónir og opinberingar frá Harranum.
2 Eg veit mann í Kristusi - um hann var í likaminum, veit eg ikki, ella uttan fyri likamið, veit eg ikki - Gud veit tað - sum fyri fjúrtan árum síðani varð ryktur burtur, líka inn í triðja Himmal.
3 Og eg veit, at hesin maður - um hann var í likaminum ella uttan fyri likamið, veit eg ikki - Gud veit tað -
4 at hann varð ryktur burtur, inn í Paradís, og hoyrdi ósigilig orð, sum ikki er menniskja loyvt at tala.
5 Av slíkum rósi eg mær; men av mær sjálvum rósi eg mær ikki - uttan av veikleika mínum.
6 Víst verði eg ikki dári, um so eg rósi mær; tí tað verður satt, eg sigi. Men eg lati vera, fyri at eingin skal hugsa hægri um meg enn tað, sum hann sær meg vera ella hoyrir av mær.
7 Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.
8 At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
9 Men Hann segði við meg: "Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika." - Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
10 Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.
11 Eg eri vorðin dári - tit hava noytt meg til tað. Eg átti jú at fingið rós frá tykkum; tí eg stóð í ongum aftari enn hesir ógvuliga stóru "ápostlar" - um eg so einki eri.
12 Tekin ápostuls vórðu jú í øllum toli gjørd millum tykkara, við teknum, undrum og kraftargerðum.
13 Í hvørjum vórðu tit settir lægri enn hinar samkomurnar, uttan í tí at eg fall tykkum ikki til byrði! Fyrigevið mær henda órætt!
14 Hyggið, nú standi eg til reiðar at koma til tykkara triðju ferð, og eg skal ikki falla tykkum til byrði; tí eg søki ikki tað, sum tit eiga, men tykkum sjálvar - tað eru jú ikki børnini, ið skulu savna til foreldrini, men foreldrini, ið skulu savna til børnini.
15 Men eg skal við gleði ofra, ja, verða ofraður, fyri sálir tykkara, um eg so verði minni elskaður av tykkum, tess meiri eg elski tykkum.
16 Men lat so vera, at eg fall tykkum ikki til byrði sjálvur, men at eg var snildur og fangaði tykkum við svikum!
17 - Havi eg tá gjørt mær vinning av tykkum við nøkrum av teimum, ið eg havi sent til tykkara!
18 Eg bað Titus fara og sendi hin bróðurin við - hevur Titus gjørt sær nakran vinning av tykkum! Gingu vit ikki í sama anda, í somu fótasporum?
19 Tit hava nú leingi hildið, at tað er fyri tykkum, vit verja okkum! Nei, fyri ásjón Guds tala vit, í Kristusi - men tað er alt tykkum til uppbygging, elskaðu míni!
20 Tí eg ræðist fyri, at eg, táið eg komi, kanska skal ikki finna tykkum so, sum eg vildi ynskt, og at eg skal verða funnin av tykkum so, sum tit ikki vildu ynskt - at har skal vera klandur, øvund, vreiði, stríð, baktal, slatur, erpinskapur, óskil -
21 at Gud mín, táið eg nú aftur komi, skal eyðmýkja meg við tykkum, og at eg skal koma at syrgja um mong av teimum, ið áður hava syndað og hava ikki vent við frá óreinskuni, siðloysinum og skammloysinum, ið tey hava drivið.