Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 11
12345678910 111213
1 Høvdu tit viljað tolt mær eitt sindur av dárskapi! Jú, tit skulu tola meg!
2 Tí eg krevji tykkum heilt, sum Gud krevur; eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram reina moyggj.
3 Men eg eri ræddur fyri, at eins og ormurin dáraði Evu við svikum sínum, soleiðis eisini hugsanir tykkara skulu spillast og vendast burt frá hinum einfalda trúskapi móti Kristusi.
4 Kemur onkur og prædikar annan Jesus - sum vit ikki prædikaðu - ella fáa tit annan anda - sum tit ikki fingu - ella annað evangelium - sum tit ikki tóku við - so umbera tit tað sera væl.
5 Eg haldi meg nú í ongum standa aftari enn hesar ógvuliga stóru "ápostlar".
6 Um eg so eri ólærdur í talu, eri eg tað tó ikki í kunnskapi; tvørtur ímóti, á allan hátt og í øllum hava vit víst tykkum hann.
7 Ella gjørdi eg synd, táið eg setti meg sjálvan lágt, fyri at tit kundu koma at sita høgt - táið eg fyri einki kunngjørdi tykkum evangelium Guds!
8 Eg tók frá øðrum samkomum og hevði løn frá teimum fyri at tæna tykkum, og táið eg kom í trongd, meðan eg var hjá tykkum, fall eg kortini ongum til byrði;
9 tí brøðurnir, sum komu úr Makedonia, hjálptu mær í tí, sum mær fattaðist, og í øllum havi eg hildið og skal eg halda meg frá at vera tykkum til byrði.
10 So satt sum sannleiki Kristusar er í mær, skal hetta rós ikki verða frá mær tikið á Akaialeiðum!
11 Hví? Tí eg elski tykkum ikki? - Tað veit Gud!
12 Og tað, sum eg geri, skal eg gera hereftir við, fyri at teir, ið liggja eftir at fáa høvi at rósa sær av, at teir eru okkum líkir, skulu ikki kunna tað.
13 Hesir menn eru falskir ápostlar, svikafullir arbeiðarar, ið skapa seg um til ápostlar Kristusar.
14 Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljóssins;
15 tað er tí ikki mikið, um eisini tænarar hansara skapa seg um til rættvísitænarar; men endi teirra skal verða eftir verkum teirra.
16 Aftur sigi eg: Eingin má halda meg vera dára; men um so er - takið meðni ímóti mær sum dára, fyri at eisini eg kann rósa mær eitt sindur!
17 Tað, sum eg tali nú - at eg við slíkum áliti rósi mær - tali eg ikki eftir sinni Harrans, men sum í dárskapi.
18 Við tað at so mangir rósa sær eftir holdinum, fari eg at rósa mær við.
19 Tit hava jú so gott tol við dárarnar, tit, sum so klókir eru!
20 Tit taka tað jú við toli, um onkur ger tykkum til trælir, um onkur etur tykkum upp, um onkur fangar tykkum, um onkur ger seg stóran yvir tykkum, um onkur slær tykkum í andlitið!
21 Við skomm sigi eg tað, at slíkt hava vit "verið ov veikir" til. Men tað, sum onkur ger seg stóran av - eg tali í dárskapi - geri eg meg stóran av við!
22 Eru teir Hebrearar? Eg við! Eru teir Ísraelsmenn? Eg við! Eru teir avkom Ábrahams? Eg við!
23 Eru teir tænarar Kristusar? - Eg tali í vitloysi: Eg eri tað meir! Eg havi arbeitt meir, eg havi fingið fleiri sløg, verið oftari í fangahúsi, mangan í deyðavanda.
24 Av Jødunum havi eg fimm ferðir fingið fjøruti sløg, frároknað eitt.
25 Tríggjar ferðir eri eg húðflongdur, eina ferð steinaður; tríggjar ferðir havi eg verið fyri skipbroti, eitt samdøgur havi eg verið í sjónum.
26 Nógv havi eg ferðast; eg havi verið í vanda av áum, í vanda millum ránsmenn, í vanda av fólki mínum, í vanda av heidningum, í vanda í býi, í vanda í oyðimørk, í vanda á sjógvi, í vanda millum falskar brøður,
27 í strevi og møði, mangan í náttarvøku, í hungri og tosta, mangan í føstu, kaldur og nakin.
28 Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum.
29 Hvør er veikur, uttan at eisini eg verði veikur! Hvørjum verður volt ástoyt, uttan at tað brennur í mær!
30 - Skal eg rósa mær, so skal eg rósa mær av veikleika mínum.
31 Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki!
32 Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg;
33 og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara.