|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 7 | | | | 1 | Táið vit nú hava hesi lyfti, elskaðu míni, so latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein - á holdi og á anda - og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta! |
| 2 | Gevið okkum rúm! Ongum hava vit gjørt órætt, ongan oytt, ongan svikið. |
| 3 | Eg sigi ikki hetta fyri at døma tykkum; eg havi jú áður sagt, at tit eru í hjørtum okkara at doyggja við okkum og liva við okkum. |
| 4 | Eg tali við miklum dirvi til tykkara, eg rósi mær stórliga av tykkum, eg eri fullur av troyst, eg havi gleði í yvirflóð í allari trongd okkara. |
| 5 | Heldur ikki táið vit komu til Makedonia, hevði hold okkara nakran frið; vit vórðu trongdir á allan hátt; rundan um okkum var stríð, innan í okkum ótti. |
| 6 | Men Gud, sum troystar tey, ið niðurboygd eru, troystaði okkum við komu Titusar - |
| 7 | og ikki bert við komu hansara, men eisini við troystini, ið hann var troystaður við um tykkum; tí hann segði okkum, hvussu tykkum longdist, hvussu tit grótu, hvussu ídnir tit vóru fyri mær - og so varð eg enn glaðari. |
| 8 | Tí um eg so voldi tykkum sorg við brævinum, angri eg tað ikki. Nei, um eg so havi angrað tað - eg síggi jú, at brævið voldi tykkum sorg, um tað so bert var eina stund - |
| 9 | so gleðist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tað, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líða skaða av okkum. |
| 10 | Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða. |
| 11 | Hyggið, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íðinskap virkaði tað ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsil, ja, álvara, ja, straff! Í øllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi søk. |
| 12 | Táið eg skrivaði til tykkara, var tað tí ikki fyri hansara skuld, sum órætt hevði gjørt, ei heldur fyri hansara skuld, sum órætt hevði liðið, men fyri at íðinskapur tykkara fyri okkum skuldi verða opinberur hjá tykkum fyri ásjón Guds. |
| 13 | Tí eru vit troystaðir. Og aftrat troyst okkara kom hin mangan størri gleði um, at Titus var so glaður; tí andi hansara var lívgaður av tykkum øllum. |
| 14 | Havi eg fyri honum róst mær av tykkum í onkrum, so eri eg ikki vorðin til skammar; nei, eins og vit í øllum hava talað sannleika við tykkum, so hevur eisini rós okkara fyri Titusi roynst satt. |
| 15 | Og kærleiki hansara til tykkara er enn heitari, táið hann minnist, hvussu lýdnir tit allir vóru, hvussu tit tóku ímóti honum við ótta og bivan. |
| 16 | - Tað gleðir meg, at eg í øllum kann líta á tykkum. |
| |
|
|
|
|
|
|