Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 13
123456789101112 13
1 Hetta er nú triðja ferðin, eg komi til tykkara; við tí, sum tveir ella tríggir vitna, skal hvør søk standa føst.
2 Eg havi sagt tað frammanundan, og eg sigi tað frammanundan - eins og táið eg aðru ferð var hjá tykkum, so eisini, nú eg ikki eri hjá tykkum - við tey, sum áður hava syndað, og við øll hini, at táið eg nú komi aftur, spari eg ikki!
3 Tit vilja jú hava prógv fyri, at Kristus talar í mær, Hann, sum ikki er veikur hjá tykkum, men sterkur millum tykkara.
4 Tí um so Hann varð krossfestur í veikleika, livir Hann tó í kraft Guds; eisini vit eru veikir í Honum, men skulu liva við Honum í kraft Guds hjá tykkum.
5 Rannsakið tykkum sjálvar, um tit eru í trúnni, roynið tykkum sjálvar! Ella kenna tit ikki tykkum sjálvar, at Kristus Jesus er í tykkum? Annars standa tit ikki royndina!
6 Men eg vóni, at tit skulu fáa at kenna, at vit eru ikki teir, sum ikki standa royndina.
7 Men vit biðja til Gud, at tit skulu einki ilt gera - ikki fyri at síggjast skal, at vit standa royndina, men fyri at tit skulu gera hitt góða; síðani mugu vit gjarna vera sum teir, ið ikki standa royndina.
8 Tí vit eru einki mentir móti sannleikanum, men bert fyri sannleikan.
9 Vit gleðast, táið vit eru veikir, og tit sterkir; tað biðja vit eisini um, at tit skulu verða fullkomnir.
10 Tí skrivi eg hetta, meðan eg ikki eri hjá tykkum, fyri at eg ikki, táið eg eri hjá tykkum, skal vera noyddur at ganga hart fram, eftir tí valdi, sum Harrin hevur givið mær, at byggja upp og ikki at bróta niður.
11 Og síðani, brøður - gleðist, verðið fullkomnir, latið tykkum áminna, semjist, haldið frið - og so skal Gud kærleikans og friðarins vera við tykkum!
12 Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! Øll hini heiløgu lata heilsa tykkum.
13 Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!