Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 9
12345678 910111213
1 Um hjálpina til hini heiløgu er mær nú óneyðugt at skriva til tykkara;
2 eg veit jú, hvussu viligir tit eru, og eg rósi mær av tí hjá Makedoningum tykkum viðvíkjandi og sigi, at Akaia hevur verið til reiðar líka síðani í fjør; og íðinskapur tykkara hevur eggjað mong onnur.
3 Men eg sendi brøðurnar, fyri at tað, sum vit hava róst okkum av tykkum viðvíkjandi, ikki í hesum skal roynast fáfongt, og fyri at tit - sum eg havi sagt - skulu vera til reiðar.
4 Annars, táið Makedoningar koma við mær og síggja, at tit eru ikki lidnir, verða vit - fyri ikki at siga tit sjálvir - til skammar við hesum áliti.
5 Tí helt eg vera neyðugt at mæla brøðrunum til at fara undan til tykkara og frammanundan fáa hina áður lovaðu gávu tykkara í lag, so hon kann vera til reiðar sum signing og ikki sum pírin gáva.
6 Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
7 Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli - tí Gud elskar glaðan gevara!
8 Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
9 - sum skrivað er: "Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku; rættvísi hansara verður í allar ævir."
10 Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
11 so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.
12 Tí hjálpin, sum kemur í lag við hesi tænastu, bøtir ikki bert um tað, ið fattast hinum heiløgu; nei, hon ber eisini ávøkst í yvirflóð við tí, at mong takka Gudi.
13 Tí við tí roynda hjartalagi, henda hjálp vísir, koma tey at prísa Gudi fyri lýdni tykkara í játtanini av evangelii Kristusar og fyri, at tit av so góðum hjarta vísa teimum og øllum felagsskap -
14 við tað at tey eisini biðja fyri tykkum, og teimum leingist eftir tykkum - fyri teirrar Guds náði skuld, sum so ovurhonds rík er yvir tykkum.
15 Gudi veri tøkk fyri ósigiligu gávu Hansara!