Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 10
123456789 10111213
1 Eg, Paulus sjálvur, áminni tykkum við spakføri og mildleika Kristusar - eg, sum eri eyðmjúkur millum tykkara, táið eg standi andlit til andlit við tykkum, men eri djarvur móti tykkum, táið eg eri frástaddur -
2 eg biði um, at eg, táið eg komi til tykkara, skal sleppa frá at vera djarvur við tí myndugleika, sum eg ætli at stíga mótaður upp við móti nøkrum, ið halda okkum liva eftir holdinum.
3 Tí um vit so liva í holdinum, berjast vit tó ikki eftir holdinum;
4 vápnini, ið vit berjast við, eru ikki av holdinum, men full av kraft fyri Gudi - til at bróta niður hervirki
5 - táið vit bróta niður hugsannabygningar og alt høgt, sum reisir seg móti kunnskapinum um Gud, og taka hvørja hugsan til fanga undir lýdni fyri Kristusi,
6 og eru til reiðar at revsa alt ólýdni, táið lýdni tykkara er vorðið fullkomið.
7 Tit hyggja bert á hitt útvortis? Heldur onkur seg vera vísan í, at hann hoyrir Kristusi til, so dømi hann aftur frá sær sjálvum, at eins og hann hoyrir Kristusi til, hoyra eisini vit Honum til!
8 Og um so var, at eg vildi róst mær nakað meir av valdi okkara, sum Harrin hevur givið okkum til at byggja tykkum upp og ikki til at bróta niður, so hevði eg tó ikki verðið til skammar.
9 Men eg vil ikki, at tað skal síggja út, sum eg vil ræða tykkum við brøvum mínum.
10 Sagt verður jú: "Brøvini eru myndug og strong, men táið hann kemur sjálvur, er hann veikur, og talu hansara leggur eingin í!"
11 - Tann, ið so tosar, rokni hann við tí, at eins og vit eru í orðum - við brøvunum - táið vit eru frástaddir, so verða vit eisini í verki, táið vit verða hjástaddir!
12 Tí vit vága okkum ikki at rokna okkum millum ella líkna okkum saman við summar - ið geva sær sjálvum viðmæli; men táið teir meta seg við seg sjálvar og líkna seg saman við seg sjálvar, fattast teimum vit.
13 Nei, vit vilja ikki rósa okkum út um øll mark, men innan fyri mál tess markaskjals, ið Gud hevur lutað okkum: At náa fram líka til tykkara.
14 Vit toyggja okkum ikki út um mál okkara - sum vit vóru ikki náddir til tykkara! - Vit eru jú komnir líka til tykkara við evangelii Kristusar,
15 so at vit rósa okkum ikki út um øll mark av arbeiði annara; men vit hava ta vón, at sum trúgv tykkara veksur, skulu vit í yvirflóð fáa framgongd hjá tykkum - innan fyri markið, ið okkum er sett,
16 so vit fáa kunngjørt evangeliið í londunum hinumegin tykkum og ikki innanfyri mark annara rósa okkum av tí, sum longu er virkað.
17 - Men tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!
18 Tí ikki tann stendur royndina, sum gevur sær sjálvum viðmæli - nei, tann, sum Harrin gevur viðmæli.