Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 1
12345678910111213
1 Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu, og bróðirin Timoteus - til samkomu Guds, sum í Korint er, og somuleiðis til øll hini heiløgu, sum í øllum Akaia eru.
2 Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
3 Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Faðir miskunnar og Gud alrar troystar,
4 Hann, sum troystar okkum í allari trongd okkara, fyri at vit skulu kunna troysta tey, sum eru í alskyns trongd, við troystini, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Gudi!
5 Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríklig við Kristusi.
6 Men líða vit trongd, so líða vit hana tykkum til troyst og frelsu; verða vit harímóti troystaðir, so er hetta eisini tykkum til troyst; og hetta vísir kraft sína í, at tit eru tolin í somu líðingum, sum vit líða. Og vón okkara um tykkum er føst,
7 við tað at vit vita, at eins og tit hava part við okkum í líðingunum, so hava tit eisini part í troystini.
8 Tí vit vilja ikki, brøður, at trongdin, ið kom á okkum í Asia, skal vera tykkum ókunnig; hon var ovurhonds tung, meir enn vit vóru mentir at bera, so at vit enntá ikki høvdu mót um lív;
9 ja, vit høvdu gjørt upp við okkum sjálvar, at vit máttu doyggja, fyri at vit skuldu ikki líta á okkum sjálvar, men á Gud, sum reisir upp hini deyðu.
10 Og Hann frelsti okkum - og frelsir okkum - úr hesum stóra deyðavanda; til Hansara hava vit sett vón okkara, at Hann eisini hereftir skal frelsa okkum,
11 við tað at tit við koma okkum til hjálpar við forbøn tykkara. Soleiðis skal av mongum munnum ljóða ríklig tøkk fyri okkum, fyri náðina, ið okkum er víst.
12 Tí hetta er rós okkara: Vitnisburðurin, ið samvitska okkara ber okkum um, at atferð okkara í heiminum - og serliga hjá tykkum - hevur verið í heilagleika og reinleika Guds, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds.
13 - Vit skriva tykkum einki annað enn tað, sum tit lesa ella eisini kunnu skilja. Og eg vóni, at tit eisini til fulnar skulu skilja
14 - sum tit eisini fyri ein part hava skilt um okkum - at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara á degi Harrans Jesusar.
15 Í áliti á hesum ætlaði eg at koma til tykkara fyrst, fyri at tit skuldu fáa enn eitt kærleiksprógv.
16 Frá tykkum ætlaði eg so at fara til Makedonia og úr Makedonia aftur at koma til tykkara og av tykkum verða hjálpin longur fram, til Judea.
17 Táið eg nú ætlaði hetta, mundi eg vera vinglutur, táið eg gjørdi tað! Ella tað, sum eg seti mær fyri, man eg seta mær tað fyri eftir holdinum, so at hjá mær skuldi verið bæði ja, ja, og nei, nei!
18 - So satt sum Gud er trúfastur: Tala okkara til tykkara er ikki ja og nei!
19 Tí Sonur Guds, Kristus Jesus, Hann, sum prædikaður varð millum tykkara við okkum - mær, Silvanusi og Timoteusi - Hann var ikki ja og nei, men ja er tað vorðið í Honum.
20 Tí so mong sum lyfti Guds eru - í Honum hava tey ja sítt; tí fáa tey eisini í Honum amen sítt, Gudi til dýrd við okkum.
21 Men tann, sum bindur bæði okkum og tykkum fast til Kristus, og sum salvaði okkum, er Gud,
22 Hann, sum eisini hevur innsiglað okkum og givið Andan til pant í hjørtu okkara.
23 Eg kalli Gud til vitni yvir sál mína, at tað er fyri at spara tykkum, eg ikki enn eri komin til Korint
24 - ikki, at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, nei, vit arbeiða við uppá gleði tykkara; tí tit standa í trúnni.