|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 3 | | | | 1 | Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli! Ella man okkum, eins og summum, tørva viðmælisbrøv - til tykkara ella frá tykkum! |
| 2 | - Tit eru bræv okkara, skrivað inn í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, |
| 3 | við tað at skilliga sæst, at tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum, skrivað, ikki við blekki, men við Anda hins livandi Guds, ikki á steintalvur, men á kjøttalvur hjartans. |
| 4 | Slíkt álit hava vit á Gudi við Kristusi |
| 5 | - ikki, at vit av okkum sjálvum duga at hugsa nakað upp - eins og av okkum sjálvum; dugnaskapur okkara er av Gudi, |
| 6 | sum eisini gjørdi okkum førar fyri at vera tænarar hjá nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men Anda; tí bókstavurin drepur, men Andin ger livandi. |
| 7 | Um nú tænasta deyðans, sum við bókstøvum var høgd inn í steinar, kom fram í dýrd, so Ísraelsmenn fingu ikki hugt á andlit Mósesar fyri dýrd andlits hansara - sum tó svann burtur - |
| 8 | hvussu mikið meiri skal tá ikki tænasta Andans vera í dýrd! |
| 9 | Hevði tænasta fordømingarinnar dýrd, so er mangan meir tænasta rættvísinnar rík í dýrd. |
| 10 | Ja, sjálvt tað, sum dýrd hevði, er her uttan dýrd, borið saman við hesa mangan størri dýrd. |
| 11 | Tí var tað, sum burtur svann, í dýrd - mangan meir skal tað, sum varir við, vera í dýrd. |
| 12 | Við tað at vit nú hava slíka vón, ganga vit fram við miklum dirvi |
| 13 | og gera ikki sum Móses, ið hevði fyri andlitinum, fyri at Ísraelsmenn skuldu ikki síggja enda tess, sum svann burtur. |
| 14 | Men sinni teirra varð hert; tí líka til henda dag hava tey fyri andlitinum við sama lagi, táið hin gamli sáttmálin verður lisin, hann, sum svinnur burt í Kristusi. |
| 15 | Ja, enn í dag liggur aftur yvir hjarta teirra, táið Móses verður lisin upp. |
| 16 | Men táið tey venda við til Harran, verður tað, sum aftur yvir liggur, tikið burt. |
| 17 | Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi. |
| 18 | Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin. |
| |
|
|
|
|
|
|