Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 2
1 2345678910111213
1 Tí tað setti eg í meg, at eg skuldi ikki aftur koma til tykkara við sorg.
2 Um eg nú voldi tykkum sorg, hvør er tá tann, ið ger meg glaðan, uttan tann, sum eg voldi sorg!
3 Júst tí skrivaði eg, fyri at eg ikki, táið eg kom, skuldi hava sorg av teimum, ið eg átti at havt gleði av. Tí eg havi tað álit á tykkum øllum, at tað, sum gleðir meg, gleðir tykkum øll.
4 Tað var í stórari neyð og við miklari angist í hjartanum, eg skrivaði til tykkara - við nógvum tárum - ikki fyri at gera tykkum sorg, men fyri at tit skuldu kenna kærleikan, ið eg havi til tykkara serliga.
5 Hevur nakar volt sorg, so er tað ikki mær, hann hevur volt sorg, men fyri ein part tykkum øllum - fyri at eg nú ikki skal vera ov harður.
6 Tað er honum nóg mikið, straffin, hann hevur fingið av hinum flestu,
7 so at tit tvørtur ímóti heldur skulu fyrigeva honum og troysta hann, fyri at hann skal ikki ganga til grundar í ov stórari sorg.
8 Tí áminni eg tykkum at lata kærleikan ráða móti honum.
9 Tí var tað eisini, eg skrivaði, fyri at fáa at vita, um tit standa royndina - um tit eru lýdnir í øllum.
10 Honum, ið tit fyrigeva nakað, fyrigevi eg við, sum eg eisini - um eg havi havt nakað at fyrigeva - havi fyrigivið tað fyri ásjón Kristusar, fyri tykkara skuld
11 - fyri at vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við.
12 Táið eg kom til Troas at prædika evangelium Kristusar, og dyr vóru mær latnar upp í Harranum,
13 hevði eg ongan frið í anda mínum, tí eg fann ikki Titus, bróður mín; nei, eg segði teimum farvæl og fór til Makedonia.
14 Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
15 Tí vit eru góði angi Kristusar fyri Gudi - millum teirra sum frelst verða, og millum teirra, sum fortapast.
16 Teimum, ið fortapast, eru vit angi av deyða til deyða; teimum, ið frelst verða, eru vit angi av lívi til lív. Og hvør dugir til hetta?
17 Tí vit eru ikki slíkir - sum so mangir - at vit rangsnúgva orð Guds til egnan vinning; nei, sum av reinleika, ja, sum av Gudi, tala vit fyri ásjón Guds í Kristusi.