Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Seinna brćv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 4
123 45678910111213
1 Táiđ vit tí nú hava hesa tćnastu, eftir teirri miskunn, iđ vit hava fingiđ, so missa vit ikki mótiđ.
2 Nei, vit hava sagt okkum leysar frá hinum skammiligu loynigřtum og ganga ikki fram viđ sviki, ei heldur handfara vit orđ Guds óćrliga; nei, viđ at leggja sannleikan opnan fram tala vit til samvitsku hvřrs menniskja fyri ásjón Guds og biđja tey taka ímóti okkum.
3 Er tá enn evangelium okkara fjalt, so er tađ teimum, iđ fortapast, tađ er fjalt
4 - har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindađ hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósiđ frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.
5 Ikki okkum sjálvar prćdika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tćnarar tykkara fyri Jesusar skuld.
6 Tí Gud, sum beyđ, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, iđ hevur latiđ tađ skína í hjřrtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram.
7 Men henda skatt hava vit í leirílřtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.
8 Vit eru trongdir á allan hátt, men ikki kúgađir, í iva, men ikki vónleysir,
9 atsřktir, men ikki vinaleysir, slignir niđur, men ikki gjřrdir til einkis.
10 Altíđ bera vit deyđa Jesusar viđ okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara.
11 Ja, longu međan vit liva, verđa vit samt og javnt givnir upp til deyđa fyri Jesusar skuld, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í deyđiliga holdi okkara.
12 Soleiđis er nú deyđin virkandi í okkum, men líviđ í tykkum.
13 Men viđ tađ at vit hava sama Anda trúarinnar - sum skrivađ er: "Eg trúđi, tí talađi eg" - so trúgva eisini vit; tí tala vit eisini.
14 Tí vit vita, at Hann, sum reisti upp Harran Jesus, skal eisini reisa okkum upp viđ Jesusi og leiđa okkum fram saman viđ tykkum.
15 Alt hetta hendir fyri tykkara skuld, fyri at náđin kann breiđast út til tess fleiri og virka, at ríkliga verđur takkađ - Gudi til dýrd.
16 Vit missa tí ikki mótiđ; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.
17 Tí trongd okkara - sum er stokkut og lřtt - virkar okkum í střrri og střrri yvirflóđ ćviga fylling av dýrd,
18 viđ tađ at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ćvigt.