Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Jóram, sonur Akab, varð kongur í Samaria yvir Ísrael, átjanda árið ið judakongur Jósafat sat við stýrið; og hann stýrdi 12 ár.
2 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðirin og móðirin; tí hann tók burtur ba’alsminnissteinin, ið faðir hansara hevði latið gjørt.
3 Tó varð hann hangandi uppi í syndunum, sum Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera; frá teimum veik hann ikki.
4 Mesa kongur í Móab hevði nógv fæ, og hann læt í skatt til ísraelskong 100 000 lomb og ullina av 100 000 veðrum.
5 Men táið Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan ísraelskongi.
6 Tá helt Jóram kongur avstað úr Samaria og kannaði alt Ísrael.
7 Síðani sendi hann Jósafat judakongi boð og læt siga: "Móabskongur hevur rivið seg leysan frá mær; vilt tú koma við mær í hernað móti Móab?" Hann svaraði: "Ja, eg skal koma við - sum tú, so eg, sum fólk títt, so fólk mítt, sum hestar tínir, so hestar mínir!"
8 Og hann spurdi: "Hvørja leið skulu vit fara hagar?" Hann svaraði: "Gjøgnum Edomsoyðimørk."
9 So fóru teir avstað, ísraelskongur, judakongur og edomskongur, og táið teir høvdu ferðast sjey dagsferðir, var einki vatn til herin og heldur ikki til kríatúrini, ið teir høvdu við sær.
10 Tá segði ísraelskongur: "Vanlukkutíð! Hevur HARRIN kallað hesar tríggjar kongar higar at geva teir í hendur Móabs?"
11 Men Jósafat segði: "Er eingin profetur HARRANS her, sum vit kunnu spyrja HARRAN til ráðs við?" Tá svaraði ein tænari ísraelskongs: "Elisa, sonur Safat, er her, hann, sum helti vatn á hendur Eliasar."
12 Jósafat segði: "Hjá honum er orð HARRANS!" So fóru ísraelskongur og Jósafat og edomskongur til hansara.
13 Men Elisa segði við ísraelskong: "Hvat havi eg við teg at gera! Far tú til profetar faðirs tíns og móður tínar!" Ísraelskongur svaraði honum: "Sig ikki so! HARRIN hevur jú kallað hesar tríggjar kongarnar higar at geva teir í hendur Móabs!"
14 Tá segði Elisa: "So satt sum HARRIN Gud herskaranna livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Var tað ikki, tí Jósafat kongur í Juda er her, so hevði eg hvørki lagt í teg ella hirt at hugt á teg!
15 Men farið mær nú eftir hørpuspælara!" Táið so hørpuspælarin spældi á hørpu síni, kom hond HARRANS yvir hann.
16 Og hann segði: "So sigur HARRIN: Gravið grøv hjá grøv her í dalinum!
17 Tí so sigur HARRIN: Tit skulu hvørki síggja vind ella regn, men hesin dalur skal kortini fyllast av vatni, so tit fáa at drekka, bæði tit sjálvir og herur tykkara og kríatúr tykkara.
18 Men hetta er ikki HARRANUM nóg mikið - Hann skal eisini geva Móab í hendur tykkara.
19 Tit skulu taka hvønn víggirdan stað og hvønn stóran bý; hvørt gott træ skulu tit fella, allar keldur skulu tit tippa, og alla góða akurjørð skulu tit spilla við gróti."
20 Morgunin eftir, um ta tíðina ið matofrið verður borið fram, kom vatn, haðani sum Edom lá, og landið fyltist av vatni.
21 Táið Móabitar hoyrdu, at kongarnir vóru komnir at herja á teir, vórðu teir kallaðir saman, allir, ið mentir vóru at bera vápn; og teir tóku støðu við markið.
22 Men tíðliga um morgunin, táið sólin kom upp og skein á vatnið, sóu Móabitar vatnið framman fyri seg reytt sum blóð.
23 Tá søgdu teir: "Hatta er blóð! Kongarnir hava gjørt enda hvør á øðrum, teir hava høgt hvør annan niður! Leggist nú á fongin, Móabitar!"
24 Men táið teir komu at tilhaldi Ísraels, hildu Ísraelsmenn á teir og vunnu Móabitar, so teir flýddu undan teimum; síðani brutu teir seg inn í landið og vunnu uppaftur sigur á Móabitum.
25 Býirnar brutu teir niður; á alla góða akurjørð kastaðu teir hvør sín stein, so hon varð full av gróti; hvørja keldu tiptu teir, og hvørt frukttræ feldu teir, so at einki varð eftir uttan steinmúrarnir í Kir-Hareset; og henda bý kringsettu teir, sum nýttu sleingiband, og kastaðu á hann.
26 Táið móabskongur sá, at hann var ikki mentur at standa móti álopinum, tók hann við sær 700 vápnaførar menn og royndi at bróta seg út, har sum edomskongur hevði støðu; men tað miseydnaðist.
27 So tók hann frumborna son sín, hann, ið ríkið skuldi taka eftir hann, og ofraði hann á múrinum sum brennioffur. Tá kom ógvulig vreiði yvir Ísrael, og teir hildu avstað haðani og fóru heimaftur til land sítt.