Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 14
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Annað árið ið ísraelskongur Jóas, sonur Jóahaz, sat við stýrið, varð Amazja, sonur Jóas, kongur í Juda.
2 Hann var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 29 ár stýrdi hann í Jerúsalem. Móðir hansara æt Jóaddan og var úr Jerúsalem.
3 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, tó ikki sum faðir hansara Dávid; hann gjørdi á allan hátt, sum Jóas, faðir hansara, hevði gjørt.
4 Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum.
5 Táið kongadømið var vorðið fast í hond hansara, læt hann drepa teir av tænarum sínum, sum høvdu dripið kongin, faðir hansara.
6 Men børn drápsmannanna læt hann ikki drepa - eftir tí, sum skrivað er í bókini við Móselóg, har sum HARRIN hevur givið hetta boð: "Foreldur skulu ikki lata lív fyri tað, ið børnini hava gjørt, og børn skulu ikki lata lív fyri tað, ið foreldrini hava gjørt; nei, ein og hvør skal doyggja fyri sína egnu synd."
7 Hann vann í Saltdali Edomitar, 10 000 mans, og hann tók Sela og gav tí navnið Jokte’el - sum tað eitur enn í dag.
8 Tá sendi Amazja boð til Jóas, son Jóahaz, son Jehu, kongin í Ísrael, og læt siga: "Kom, lat okkum royna, hvør ið sterkari er!"
9 Men Jóas kongur í Ísrael sendi Amazja judakongi hetta aftursvar: "Tistilin á Libanon sendi boð til sedristræið á Libanon og læt siga: "Lat son mín fáa dóttur tína til konu!" Men tey villu dýrini á Libanon komu rennandi og traðkaðu tistilin niður.
10 Tú hevur vunnið sigur á Edom; tí er hjarta títt vorðið stórt - lat nú handa heiður vera tær nóg mikið og sit heima! Hví vilt tú bjóða vanlukkuni av, tær sjálvum og Juda til fall?"
11 Men Amazja lurtaði ikki eftir honum. Tá helt Jóas kongur í Ísrael avstað, og við Bet-Semes, sum hoyrir til Juda, royndu hann og Amazja kongur í Juda, hvør ið sterkari var.
12 Men Juda lá undir fyri Ísrael, og teir flýddu, hvør heim til sín sjálvs.
13 Amazja judakong, son Jóas, son Ahazja, hann hertók Jóas kongur í Ísrael við Bet-Semes og fór til Jerúsalem við honum. Hann breyt niður eitt stykki av múri Jerúsalems, frá Efra’imsportri til Hornsportur, 400 alin.
14 Síðani tók hann alt gullið og silvurið og øll íløtini, sum vóru í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar; gíslar tók hann eisini og fór so aftur til Samaria.
15 Tað, ið annars er at siga um Jóas, um tað, ið hann gjørdi, um stórverk hansara, og hvussu hann bardist við Amazja judakong, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
16 So legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður í Samaria hjá ísraelskongum. Og sonur hansara Jeroboam tók ríkið eftir hann.
17 Men Amazja, sonur Jóas, kongurin í Juda, livdi 15 ár, eftir tað at Jóas, sonur Jóahaz, kongurin í Ísrael, var deyður.
18 Tað, ið annars er at siga um Amazja, er skrivað í kongakrøniku Juda.
19 Teir gjørdu samansvørjing móti honum í Jerúsalem, og hann flýddi til Lakis; men teir sendu menn aftan á honum til Lakis og drópu hann har.
20 Síðani fluttu teir hann á hestum haðani, og hann varð jarðaður í Jerúsalem hjá fedrum sínum í Dávidsstaði.
21 Tá tók alt fólkið í Juda og gjørdi Azarja - sum tá var 16 ár - til kong eftir Amazja, faðir hansara.
22 Hann víggirdi Elat og vann Juda hann aftur, eftir at kongurin var lagstur til hvíldar hjá fedrum sínum.
23 Fimtanda árið ið judakongur Amazja, sonur Jóas, sat við stýrið, varð Jeroboam, sonur ísraelskong Jóas, kongur í Samaria, og hann stýrdi 41 ár.
24 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ongari frá av syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera.
25 Hann vann aftur Ísraelsland, haðani sum leiðin liggur til Hamat og líka at vatninum á slættlendinum - eftir orðinum, ið HARRIN Gud Ísraels hevði talað við tænara Sínum Jónasi profeti, syni Amittai, úr Gat-Hefer.
26 Tí HARRIN hevði sæð, at Ísrael var statt í svárari neyð, at tað var úti bæði við stórum og smáum, og at Ísrael ongan hjálparmann hevði.
27 Og HARRIN hevði ikki sagt, at Hann skuldi strika út navn Ísraels undir himli; tí frelsti Hann tey við Jeroboam, syni Jóas.
28 Tað, ið annars er at siga um Jeroboam, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, hvussu hann bardist, og hvussu hann vann aftur undir Ísrael tann partin av Damaskus og Hamat, sum Juda áður hevði átt, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
29 So legðist Jeroboam til hvíldar hjá fedrum sínum, hjá ísraelskongum, og sonur hansara Zakarja tók ríkið eftir hann.