Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Sjeynda og tjúgunda árið ið ísraelskongur Jeroboam sat við stýrið, varð Azarja, sonur judakong Amazja, kongur.
2 Hann var 16 ár, táið hann gjørdist kongur, og 52 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jekolja og var úr Jerúsalem.
3 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, á allan hátt sum Amazja, faðir hansara, hevði gjørt.
4 Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum.
5 Men HARRIN sló kongin, so hann varð spitalskur líka til deyðadag sín, og hann búði í einum húsi fyri seg sjálvan; Jótam, sonur kongin, stóð tá fyri húsi hansara og dømdi fólkið í landinum.
6 Tað, ið annars er at siga um Azarja, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda.
7 So legðist Azarja til hvíldar hjá fedrum sínum, og teir jarðaðu hann hjá fedrum hansara í Dávidsstaði. Og sonur hansara Jótam tók ríkið eftir hann.
8 Áttanda og tríatinda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Zakarja, sonur Jeroboam, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 6 mánaðir.
9 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, eins og fedrar hansara høvdu gjørt; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera.
10 Men Sallum, sonur Jabez, fekk í lag samansvørjing móti honum, høgdi hann niður og drap hann, so fólkið sá, og tók síðani ríkið eftir hann.
11 Tað, ið annars er at siga um Zakarja, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
12 Soleiðis gekk orðið út, ið HARRIN hevði talað við Jehu; Hann hevði sagt: "Synir tínir skulu í fjórða lið sita í hásæti Ísraels." - Og so varð.
13 Níggjunda og tríatinda árið ið judakongur Uzzias sat við stýrið, varð Sallum, sonur Jabez, kongur, og okkurt um ein mánað stýrdi hann í Samaria.
14 Tá fór Menahem, sonur Gadi, úr Tirza, kom til Samaria og drap Sallum, son Jabez, í Samaria og tók ríkið eftir hann.
15 Tað, ið annars er at siga um Sallum og um samansvørjingina, sum hann fekk í lag, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
16 Úr Tirza herjaði Menahem um hesa tíðina Tifsa og alt, ið har var, og alt landið har rundanum; hann herjaði býin, aftur fyri at hann hevði ikki latið portrini upp fyri honum; allar barnakonur har læt hann kryvja.
17 Níggjunda og tríatinda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Menahem, sonur Gadi, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann sat við stýrið í 10 ár.
18 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; aldri alla tíð sína veik hann frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera.
19 Pul kongur í Assýria trongdi seg inn í landið; tá læt Menahem Pul fáa 1000 talentir av silvuri, fyri at hann skuldi halda við honum og tryggja kongadømið í hond hansara.
20 Peningin, ið Menahem skuldi lata til kongin í Assýria, fekk hann við at leggja skatt á Ísrael, á allar ríkmenn, 50 seklar á hvønn. Tá helt kongurin í Assýria av og varð ikki verandi í landinum longur.
21 Tað, ið annars er at siga um Menahem, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
22 So legðist Menahem til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Pekaja tók ríkið eftir hann.
23 Fimtiunda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Pekaja, sonur Menahem, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 2 ár.
24 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera.
25 Men høvuðsmaður hansara, Peka, sonur Remalja, fekk í lag samansvørjing móti honum og drap hann í borg kongshallarinnar í Samaria, bæði hann og Argob og Arje; hann hevði við sær 50 mans av Gileaditunum. Og táið hann hevði dripið hann, tók hann ríkið eftir hann.
26 Tað, ið annars er at siga um Pekaja, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
27 Annað og fimtiunda árið ið judakongur Azarja sat við stýrið, varð Peka, sonur Remalja, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 20 ár.
28 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ikki frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera.
29 Á døgum Peka ísraelskongs kom Tiglat-Pileser, kongurin í Assýria, og tók Ijon, Abel-Bet-Ma’aka, Janoa, Kedes, Hazor, Gilead og Galilea - alt Naftaliland - og flutti fólkið burtur til Assýria.
30 Men Hosea, sonur Ela, fekk í lag samansvørjing móti Peka, syni Remalja; og tjúgunda árið ið Jótam, sonur Uzzias, sat við stýrið, drap hann hann og tók ríkið eftir hann.
31 Tað, ið annars er at siga um Peka, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
32 Annað árið ið Peka ísraelskongur, sonur Remalja, sat við stýrið, varð Jótam, sonur judakong Uzzias, kongur.
33 Hann var 25 ár, táið hann gjørdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jerúsa og var dóttir Zadok.
34 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS; hann gjørdi á allan hátt, sum Uzzias, faðir hansara, hevði gjørt.
35 Bert vórðu offurheyggjarnir ikki tiknir burt; fólkið ofraði við sama lagi á heyggjunum og brendi roykilsi á teimum. - Tað var hann, ið læt reisa Ovara Portur á húsi HARRANS.
36 Tað, ið annars er at siga um Jótam, um alt, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda.
37 Um ta tíðina byrjaði HARRIN at lata Rezin kong í Áram og Peka, son Remalja, heimsøkja Juda.
38 So legðist Jótam til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í staði Dávids, faðirs síns. Sonur hansara Akaz tók ríkið eftir hann.