Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Ein kvinna, ið hevði verið gift við einum av profetalærisveinunum, rópti á Elisa og segði: "Tænari tín maður mín er deyður, og tú veitst, at tænari tín óttaðist HARRAN; men nú kemur ein, ið átti hjá honum, og ætlar at gera báðar synir mínar til trælir hjá sær."
2 Elisa segði við hana: "Hvat kann eg gera fyri teg? Sig mær: Hvat hevur tú í húsinum?" Hon svaraði: "Tænastukvinna tín hevur einki annað í húsinum enn krukku við olju."
3 Tá segði hann: "Far og læn tær íløt frá øðrum, frá øllum grannum tínum - tóm íløt - lat tey ikki vera ov fá!
4 Far so inn, læs dyrnar eftir tær og sonum tínum, og hell oljuna í øll íløtini! So hvørt sum tey eru full, skalt tú seta tey frá tær."
5 Hon fór nú frá honum. Og hon læsti dyrnar eftir sær og sonum sínum; teir rættu henni íløtini, og hon helti í tey.
6 Táið íløtini vóru full, segði hon við son sín: "Rætt mær eitt ílat enn!" Men hann svaraði: "Einki ílat er eftir!" Tá helt oljan uppat at renna.
7 Hetta kom hon og segði gudsmanninum, og hann segði: "Far og sel oljuna og rinda skuld tína! So kunnu tú og synir tínir liva av tí, sum av loypur."
8 Ein dagin kom Elisa á ferð síni til Sunem. Har búði rík kvinna, sum noyddi hann at eta hjá sær; og hvørja ferð hann nú kom hesa leið, fór hann inn har og fekk sær at eta.
9 Hon segði tá við mann sín: "Hoyr, eg veit, at hetta er heilagur gudsmaður, ið ferð eftir ferð kemur henda vegin.
10 Lat okkum múra upp lítið kamar á takinum og seta inn hagar song til hansara og borð, stól og ljósastaka! Táið hann so kemur til okkara, kann hann hava hetta kamarið."
11 Hann kom nú hagar ein dag og fór inn í takkamarið og legðist har.
12 Tá segði hann við Gehazi, tænara sín: "Rópa hasa sunamitisku konuna!" Hann rópti hana so, og hon steig fram fyri hann.
13 So segði hann við Gehazi: "Sig við hana: "Tú hevur nú havt allan henda ómak av okkum - hvat kann eg gera fyri teg? Er okkurt, ið eg kann tosa við kong um fyri teg, ella við herhøvdingan?"" Men hon svaraði: "Eg búgvi jú her mitt ímillum fólk mítt!"
14 Tá segði hann: "Hvat kann eg tá gera fyri hana?" Gehazi svaraði: " - Hon hevur jú ongan son, og maður hennara er gamal."
15 Nú segði hann: "Rópa hana!" Hann rópti hana tá, og hon kom og stóð í durunum.
16 Og hann segði: "Um hesa tíðina at ári skalt tú halda son í favninum." Men hon svaraði: "Nei, harri mín, gudsmaðurin - lúgv ikki fyri tænastukvinnu tíni!"
17 Men kvinnan varð við barn og átti son árið eftir, júst um ta tíðina ið Elisa hevði sagt henni.
18 Táið drongurin var vorðin stórur, fór hann ein dagin út til faðir sín, sum var úti hjá teimum, ið skóru akur.
19 Tá segði hann við faðir sín: "Høvd mítt, høvd mítt!" Faðir hansara segði við tænara sín: "Ber hann heim til móður hansara!"
20 Hann tók hann og bar hann heim til móður hansara, og hon sat undir honum til middags; tá doyði hann.
21 Men hon fór upp og legði hann í song gudsmansins, læsti síðani dyrnar og fór avstað.
22 - So rópti hon mann sín og segði: "Send mær ein av tænarunum við esli! So skal eg skunda mær avstað til gudsmannin og síðani koma aftur."
23 Hann spurdi: "Hví ætlar tú at fara til hansara í dag? Tað er jú hvørki sólkomudagur ella sabbatur!" Men hon segði: "Tað er tað sama!"
24 Síðani læt hon eslið saðla og segði við tænara sín: "Rek nú hart! Steðga mær ikki, meðan eg ríði, uttan eg sigi til!"
25 So fór hon avstað og kom til gudsmannin á Karmelsfjalli. Táið gudsmaðurin sá hana nakað burtur, segði hann við Gehazi, tænara sín: "Hygg, har er kvinnan úr Sunem!
26 Leyp nú ímóti henni og sig við hana: "Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við?"" Hon svaraði: "Ja, okkum veit væl við!"
27 Men táið hon kom niðan á fjallið til gudsmannin, tók hon um føtur hansara; Gehazi steig nú til og ætlaði at koyra hana burt, men gudsmaðurin segði: "Lat hana vera! Hon hevur stóra hjartasorg, men HARRIN hevur dult tað fyri mær og ikki latið meg vitað tað."
28 Tá segði hon: "Havi eg biðið harra mín um son! Segði eg ikki, at tú mátti ikki narra meg!"
29 Nú segði hann við Gehazi: "Gyrð lendar tínar, tak stav mín í hondina og halt avstað! Møtir tú onkrum, so heilsa honum ikki, og heilsar onkur tær, so heilsa ikki aftur! Og legg stav mín yvir andlit drongsins!"
30 Men móðir drongin segði: "So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir - eg fari ikki frá tær!" Tá reistist hann og fór við henni.
31 Gehazi fór undan og legði stavin yvir andlit drongsins; men har hoyrdist ikki ljóð, og einki tekin sást til lív. Hann vendi tá aftur, fór ímóti Elisa, bar honum boð um hetta og segði: "Drongurin vaknaði ikki!"
32 Táið Elisa nú var komin inn í húsið, sá hann drongin liggja deyðan á song síni.
33 Hann fór tá inn, læsti dyrnar og bað til HARRAN.
34 Síðani fór hann uppí og legði seg oman á drongin við munni sínum á munni hansara, eygum sínum á eygum hansara og hondum sínum á hondum hansara; táið hann soleiðis boygdi seg yvir hann, ornaði likam drongsins.
35 So reistist hann aftur, gekk eina ferð aftur og fram í kamarinum og fór síðani uppí aftur og boygdi seg yvir drongin; tá neys drongurin sjey ferðir og læt sundur eyguni.
36 Nú rópti hann Gehazi og segði: "Rópa hasa sunamitisku kvinnuna!" Hann rópti hana so, og táið hon kom inn til hansara, segði hann: "Tak son tín!"
37 Tá kom hon og fall niður fyri fótum hansara og kastaði seg til jarðar; síðani tók hon son sín og fór út.
38 Elisa fór nú aftur til Gilgal. Hungursneyð var tá í landinum. Sum nú profetalærisveinarnir sótu hjá honum, segði hann við tænara sín: "Set stóra pott útá og kóka profetalærisveinunum eina máltíð!"
39 Ein teirra fór so út á markina at henta urtir; hann fann eina villa vavplantu og hentaði av henni so nógvar villar agurkar, sum hann fekk borið í kappanum; táið hann tá kom aftur, skar hann teir niður í pottin; tí teir kendu teir ikki.
40 Síðani varð oyst uppúr til menninar, so teir kundu fáa sær; men táið teir smakkaðu á matin, skóru teir í róp og søgdu: "Deyðin er í pottinum, gudsmaðurin!" Og teir kundu ikki bera tað í munn.
41 Men hann segði: "Komið við mjøli!" Tað gjørdi hann út á pottin og segði so: "Oys uppúr til fólkið, so tað kann fáa sær!" - Og nú var einki ilt í pottinum longur.
42 Einaferð kom maður úr Ba’al-Salisa, og hann hevði við til gudsmannin breyð, ið vóru bakað av frumgróðrinum, 20 byggbreyð, og nýheystað korn í posa sínum. Tá segði Elisa: "Gev fólkinum hetta at eta!"
43 Men tænari hansara segði: "Hvussu kann eg seta hetta fyri 100 menn!" Hann svaraði: "Gev fólkinum tað at eta! Tí so sigur HARRIN: Teir skulu eta og leiva."
44 Hann legði tað tá fyri teir, og teir ótu og leivdu - eftir orði HARRANS.