Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 19
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Táið Ezekias kongur hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, sveipaði seg í syrgibúna og fór inn í hús HARRANS.
2 Og hann sendi Eljakim hallarstjóra, Sebna ríkisskrivara og hinar elstu av prestunum, sveipaðar í syrgibúna, til Esaias profet, son Amoz.
3 Teir søgdu við hann: "Ezekias letur siga: "Hetta er neyðardagur, revsingardagur og vanærudagur; tí barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er at bera tað í heim!
4 Kanska HARRIN Gud tín hoyrir tað, ið Rabsake hevur sagt, hann, sum harri hansara, kongurin í Assýria, hevur sent at háða hin livandi Gud, og kanska Hann fer at revsa hann fyri orðini, ið HARRIN Gud tín hevur hoyrt - send tí upp bøn fyri leivdini, ið enn er eftir!""
5 Táið menn Ezekiasar kongs komu til Esaias,
6 segði hann við teir: "So skulu tit svara harra tykkara: "So sigur HARRIN: Óttast ikki fyri orðunum, ið tú hevur hoyrt, sum tænarar kongsins í Assýria hava háðað Meg við!
7 Eg skal geva ein anda í hann, og hann skal fáa tíðindi at frætta, so at hann vendir aftur til land sítt, og í hansara egna landi skal Eg lata hann falla fyri svørði!""
8 Rabsake fór so aftur, og hann hitti kongin í Assýria, sum tá hevði kringsett Libna; tí hann hevði frætt, at kongurin var farin avstað úr Lakis.
9 So fekk hann tíðindi um, at Tirhaka kongur í Etiopia var hildin avstað at herja á hann. Tá sendi hann uppaftur boð til Ezekias og segði:
10 "So skulu tit siga við Ezekias, kongin í Juda: "Lat ikki Gud tín, sum tú setur álit títt á, fáa narrað teg, so tú hugsar sum so: "Jerúsalem skal ikki falla í hendur kongsins í Assýria!"
11 - Tú hevur jú kortini hoyrt, hvat kongarnir í Assýria hava gjørt við øll lond, hvussu teir hava oytt tey - og tú skuldi sloppið undan!
12 Hava gudar tjóðanna frelst tey, ið fedrar mínir oyddu: Gozan, Karan, Rezef og fólkið úr Eden í Telassar!
13 Hvar er nú kongurin í Hamat, kongurin í Arpad ella kongurin í býnum Sefarvajim, í Hena og Ivva!""
14 Táið Ezekias hevði tikið við brævinum frá sendimonnunum og lisið tað, fór hann niðan í hús HARRANS, og har breiddi Ezekias tað út fyri ásjón HARRANS.
15 Síðani bað Ezekias hesa bøn fyri ásjón HARRANS: "HARRI Gud Ísraels, Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum! Eingin uttan Tú er Gud yvir øllum ríkjum jarðarinnar; Tú hevur gjørt himmal og jørð!
16 Boygg nú oyra Títt, HARRI, og hoyr! Lat nú upp eygu Tíni, HARRI, og hygg! Hoyr orðini, ið Sankerib hevur sent at háða hin livandi Gud við!
17 Tað er satt, HARRI, at kongarnir í Assýria hava oytt fólkini og lond teirra
18 og kastað gudar teirra í eldin - men teir eru ikki gudar, teir eru handaverk manna, viður og steinur; tí fingu teir forkomið teimum!
19 Men frels okkum nú, HARRI Gud okkara, undan hond hansara, so øll ríki á jørðini kunnu sanna, at Tú, HARRI, ert Gud, og eingin uttan Tú!"
20 Nú sendi Esaias, sonur Amoz, Ezekiasi boð og læt siga: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: Tað, ið tú hevur biðið Meg um viðvíkjandi Sankerib kongi í Assýria, havi Eg hoyrt.
21 Hetta er orðið, ið HARRIN hevur talað móti honum: Hon háðar, hon spottar teg, moyggin, dóttir Zion, dóttir Jerúsalem ristir við høvdinum eftir tær!
22 Hvønn hevur tú háðað og spottað! Hvørjum hevur tú lyft rødd tíni móti! Móti hinum Heilaga Ísraels hevur tú í hugmóði lyft eygunum!
23 Við sendimonnum tínum hevur tú háðað HARRAN og sagt: "Við óteljandi vagnum mínum fór eg niðan á fjallatindarnar, niðan á hini hægstu støð Libanons; eg høggi niður hini hægstu sedristrøini har, hini veldigu sypristrøini, og eg treingi meg niðan í hitt ovasta herbergið har, inn í skógin, har sum hann er tættastur.
24 Eg gróv brunnar og drakk fremmand vøtn, við iljum mínum turki eg upp allar áir Egyptalands!"
25 - Hevur tú ikki hoyrt tað? Tað er langt síðani, hetta kom upp í huga Mínum, frá ævigum tíðum havi Eg gjørt tað so av. Og nú havi Eg latið tað komið, so tú hevur fingið vald at leggja í oyði víggirdar staðir og gera teir til oydnar grótrúgvur.
26 Tey, sum búðu har, vórðu máttleys, tey ræddust og stóðu til skammar; tey vórðu sum grasið á markini og sum hinar grønu urtir, sum grasið á tekjunum og sum korn, ið er svidnað, áðrenn tað er staðið.
27 Eg síggi, táið tú situr, og táið tú fert og kemur, og hvussu tú leikar óður móti Mær.
28 Men aftur fyri at tú leikar óður móti Mær, og Eg hoyri, hvussu hugmóðigur og tryggur tú ert, so skal Eg seta ring Mín í nøs tína og boksl Mítt í munn tín og leiða teg aftur, sama veg sum tú komst!
29 Og hetta skalt tú hava til tekin: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta, planta víngarðar og eta ávøkst teirra.
30 Og hin bjargaða leivdin av húsi Juda skal av nýggjum festa røtur niðureftir og bera ávøkst uppeftir.
31 Tí úr Jerúsalem skal ganga út leivd, og av Zionsfjalli tey, sum sleppa undan - álvara HARRANS skal gera hetta.
32 Tí sigur HARRIN so um kongin í Assýria: Hann skal ikki koma inn í henda stað og ikki skjóta píl inn í hann; hann skal ikki herja á hann við skjøldum og ikki reisa virkisvegg móti honum!
33 Sama veg ið hann kom, skal hann fara avstað aftur, og inn í henda stað skal hann ikki koma! - sigur HARRIN.
34 Eg skal verja henda stað og frelsa hann - fyri Mína skuld og fyri tænara Míns Dávids skuld."
35 Somu nátt fór eingil HARRANS út og drap í heri Assýringa 185 000 mans; tíðliga morgunin eftir funnu teir teir allar liggjandi lík.
36 Tá fór hann avstað, Sankerib kongur í Assýria; hann fór heimaftur og helt seg síðani í friði í Nineve.
37 Og einaferð hann tilbað í húsi Nisroks, guds síns, drópu synir hansara Adrammelek og Sarezer hann við svørði; síðani flýddu teir til Áraratsland, og sonur hansara Asarhaddon tók ríkið eftir hann.