Leita í Bíbliuni
Víđkađ leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Á dřgum hansara kom Nebukadnezar kongur í Bábel hagar, og Jójakim gav seg undir hann; men táiđ trý ár vóru gingin, fall hann frá honum aftur.
2 Tá sendi HARRIN móti honum kaldeiskar, árameiskar, móabitiskar og ammonitiskar ránsflokkar; Hann sendi teir móti Juda at oyđa tađ - eftir orđinum, iđ HARRIN hevđi talađ viđ tćnarum Sínum profetunum.
3 Eina eftir bođi HARRANS kom hetta yvir Juda - tí Hann ćtlađi at reka tey burt frá ásjón Síni aftur fyri syndir Manasse, aftur fyri alt tađ, iđ hann hevđi gjřrt,
4 eisini aftur fyri hitt sakleysa blóđ, iđ hann hevđi úthelt, so hann fylti Jerúsalem viđ sakleysum blóđi; hetta vildi HARRIN ikki fyrigeva.
5 Tađ, iđ annars er at siga um Jójakim, um alt, iđ hann gjřrdi, tađ er skrivađ í kongakrřniku Juda.
6 So legđist Jójakim til hvíldar hjá fedrum sínum, og sonur hansara Jójakin tók ríkiđ eftir hann.
7 Men kongurin í Egyptalandi fór ikki av aftur landi sínum; tí kongurin í Bábel hevđi tikiđ alt tađ, iđ egyptalandskongur hevđi átt, frá Egyptalandsá líka at ánni Frat.
8 Jójakin var 18 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og 3 mánađir stýrdi hann í Jerúsalem; móđir hansara ćt Nehusta; hon var dóttir Elnatan úr Jerúsalem.
9 Hann gjřrdi tađ, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum fađir hansara hevđi gjřrt.
10 Um hesa tíđina komu menn Nebukadnezars bábelskongs móti Jerúsalem, og stađurin varđ kringsettur.
11 Síđani kom Nebukadnezar bábelskongur sjálvur móti býnum, međan menn hansara hildu hann kringsettan.
12 Tá fór Jójakin judakongur út til bábelskong, bćđi hann og móđir hansara og tćnarar, hřvuđsmenn og hirđmenn hansara; og kongurin í Bábel tók hann til fanga, áttanda áriđ iđ hann sat viđ stýriđ.
13 Hann fór avstađ viđ řllum skattum húss HARRANS og kongshallarinnar, og hann breyt gulliđ av řllum ambođunum, iđ Sálomo ísraelskongur hevđi latiđ gera til tempul HARRANS - soleiđis sum HARRIN hevđi sagt.
14 Hann flutti burtur alt Jerúsalem, allar hřvdingar og ríkmenn - 10 000 fangar - og allar trćsmiđir og jarnsmiđir; eingin var eftir uttan hini fátćkastu av fólki landsins.
15 Hann flutti Jójakin sum fanga til Bábel; eisini móđur kongin og konur og hirđmenn hansara og hřvdingar landsins flutti hann sum fangar úr Jerúsalem til Bábel.
16 Framvegis allar ríkmenninar, 7000 í tali, og trćsmiđirnar og jarnsmiđirnar, 1000 í tali, sum allir vóru raskir hermenn - teir flutti bábelskongur sum fangar til Bábel.
17 Og kongurin í Bábel gjřrdi fađirbróđur hansara Mattanja til kong í stađ hansara og broytti navn hansara til Zedekias.
18 Zedekias var 21 ár, táiđ hann gjřrdist kongur, og 11 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móđir hansara ćt Hamital; hon var dóttir Jirmeja úr Libna.
19 Hann gjřrdi tađ, sum ónt var í eygum HARRANS, júst sum Jójakim hevđi gjřrt.
20 Tí av tí at vreiđi HARRANS var yvir Jerúsalem og Juda, gekk viđ teimum, sum gekk - inntil Hann kastađi tey burtur frá ásjón Síni. Og Zedekias fall frá bábelskongi.