Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Níggjunda árið ið hann sat við stýrið, tann tíggjunda í tíggjunda mánaði, kom Nebukadnezar bábelskongur við øllum heri sínum móti Jerúsalem og tók støðu móti tí; og teir reistu hervirki móti tí rundan um tað.
2 So hildu teir býin kringsettan, líka til ellivta árið ið Zedekias sat við stýrið.
3 Tann níggjunda í mánaðinum var hungursneyðin so svár í býnum, at fólkið í landinum hevði einki at eta.
4 Tá varð lið brotið á býmúrin. Og alt herfólkið flýddi um náttina gjøgnum portrið millum báðar múrarnar við urtagarð kongsins, meðan Kaldearar høvdu støðu móti býnum rundan um hann. Hann tók leiðina til slættlendið.
5 Men Kaldearaherurin helt eftir konginum og fekk hann aftur á Jerikoslætta - og allur herur hansara varð spjaddur, hvør í sína ætt, frá honum.
6 So tóku teir kongin og fóru við honum til Ribla, til bábelskong, og har varð dómur feldur yvir hann.
7 Teir drópu synir Zedekias fyri eygum hansara, og Zedekias sjálvan læt hann blinda; síðani læt hann hann binda við tveimum koparleinkjum, og soleiðis fóru teir til Bábel við honum.
8 Tann sjeynda í fimta mánaði - tað var nítjanda árið, ið Nebukadnezar bábelskongur sat við stýrið - kom Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi, ein av monnum bábelskongs, til Jerúsalem.
9 Hann brendi hús HARRANS og kongshøllina; og øll húsini í Jerúsalem - øll hús stórmannanna - brendi hann.
10 Og allur Kaldearaherurin, sum lívvaktarhøvdingin hevði við sær, reiv niður múrar Jerúsalems.
11 Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi flutti burt tað, ið eftir var av fólkinum, tey, sum eftir vóru í býnum, svíkjararnar, ið høvdu lopist yvir til bábelskong, og tað, ið eftir var av almúguni.
12 Bert nøkur av hinum fátækastu í landinum læt lívvaktarhøvdingin verða eftir sum víngarðsmenn og til at dýrka jørðina.
13 Koparsúlurnar í húsi HARRANS og stabbarnar og koparhavið í húsi HARRANS brutu Kaldearar sundur og fóru til Bábel við koparinum.
14 Øskubytturnar, eldspakarnar, knívarnar, skálirnar og øll koparíløtini, ið nýtt høvdu verðið við tænastuna, rændu teir;
15 somuleiðis rændi lívaktarhøvdingin eldpannurnar og skálirnar at sletta blóð við - alt, ið var av gulli og silvuri -
16 og súlurnar báðar, havið og stabbarnar, sum Sálomo hevði latið gera til hús HARRANS - koparið í øllum hesum stóð ikki til at viga.
17 Átjan alin høg var onnur súlan, og súluhøvd av kopari var á henni; súluhøvdið var tríggjar alin høgt; rutt net og granatepli vóru rundan um súluhøvdið, alt samalt av kopari; á sama hátt var við tí rudda netinum á hini súluni.
18 Lívvaktarhøvdingin tók Seraja, høvuðsprestin, og Zefanja prest, ið var næstur undir honum, og eisini teir tríggjar duravaktararnar;
19 og úr býnum tók hann ein hirðmann, hann, ið var høvuðsmaður herfólksins, og fimm menn av teimum, ið kongurin altíð umgekst, og sum enn vóru í býnum, harumframt skrivara herhøvdingans, hann, ið skrivaði fólkið í landinum út í hernað, og 60 mans av fólkinum í landinum, sum enn var í býnum
20 - hesar tók Nebuzaradan lívvaktarhøvdingi og fór til Ribla til bábelskong við teimum;
21 og bábelskongur læt teir drepa í Ribla í Hamatslandi. Soleiðis varð Juda flutt burt úr landi sínum.
22 Yvir fólkið, ið eftir var í Judalandi, tey, sum Nebukadnezar kongur í Bábel læt verða eftir, yvir tey setti hann Gedalja, son Ahikam, son Safan.
23 Táið nú allir herhøvdingarnir og menn teirra frættu, at bábelskongur hevði sett Gedalja yvir landið, komu teir til Mizpa til hansara - Ísmael, sonur Netanja, Jóhanan, sonur Karea, Seraja úr Netofa, sonur Tanhumet, og Ja’asanja, sonur Ma’akatitin, við monnum sínum.
24 Og Gedalja gjørdi teimum og monnum teirra eið og segði við teir: "Óttist ikki Kaldearar! Verðið í landinum og gevið tykkum undir kongin í Bábel, so skal tykkum gangast væl!"
25 Men í sjeynda mánaði kom Ísmael, sonur Netanja, son Elisama, maður av kongaættini, og tíggju menn við honum, og teir drópu bæði Gedalja og teir Judamenn og Kaldearar, ið hjá honum vóru í Mizpa.
26 Tá rýmdi alt fólkið avstað, bæði stór og smá, og herhøvdingarnir, og tey fóru til Egyptalands; tí tey ræddust Kaldearar.
27 Sjeynda og tríatinda árið eftir at judakongur Jójakin var fluttur burt, tann sjeynda og tjúgunda í tólvta mánaði, tók Evil-Merodak bábelskongur - sama árið sum hann gjørdist kongur - Jójakin judakong til náði og slepti honum út úr fangahúsinum.
28 Hann tosaði blídliga við hann og setti stól hansara oman fyri stólar teirra konga, sum hjá honum vóru í Bábel.
29 Hann fór tá úr fangabúna sínum og át við borð hansara hvønn dag, so leingi sum hann livdi.
30 Tað, ið honum tørvaði, fekk hann alla tíðina frá konginum, hvønn dag tað, ið hann hevði fyri neyðini tann dagin, so leingi sum hann livdi.