Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 22
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Josias var 8 ár, táið hann gjørdist kongur, og 31 ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Jedida; hon var dóttir Adaja úr Bozkat.
2 Hann gjørdi tað, sum rætt var í eygum HARRANS, og gekk í einum og øllum somu leið sum faðir sín Dávid; hvørki til høgru ella til vinstru veik hann.
3 Átjanda árið ið Josias kongur sat við stýrið, sendi kongurin Safan ríkisskrivara, son Azalja, son Mesullam, í hús HARRANS og segði:
4 "Far til Hilkia, høvuðsprestin, og bið hann telja saman allan peningin, ið latin er til hús HARRANS, sum teir, ið halda vakt við dyrnar, hava savnað saman frá fólkinum,
5 og lata teir, ið standa fyri arbeiðinum og eru umsjónarmenn yvir húsi HARRANS, fáa hann! Hesir skulu so nýta hann til at gjalda teimum, ið arbeiða uppá hús HARRANS, teimum, ið væla um templið, har sum neyðugt er,
6 træsmiðunum, byggingarmonnunum og múrarunum, og til at keypa við og høgdar steinar fyri, so vælt kann verða um templið.
7 Men ikki skal haldast roknskapur við teir viðvíkjandi peninginum, ið teir fáa undir hond; nei, teir skulu gera tað uppá æru og trúgv."
8 Tá segði Hilkia høvuðsprestur við Safan ríkisskrivara: "Eg havi funnið lógbókina í húsi HARRANS." Og Hilkia fekk Safan bókina, og hann las hana.
9 Síðani fór Safan ríkisskrivari aftur til kongin við boðum og segði: "Tænarar tínir hava latið av hondunum peningin, sum var í templinum, og fingið umsjónarmonnum teirra, ið arbeiða uppá hús HARRANS, hann."
10 Síðani segði Safan ríkisskrivari konginum frá, at Hilkia prestur hevði fingið honum bók. Og Safan las hana fyri konginum.
11 Táið kongurin hoyrdi tað, sum í lógbókini stóð, skræddi hann klæði síni;
12 og kongurin gav Hilkia presti, Ahikam, syni Safan, Akbor, syni Mikaja, Safan ríkisskrivara og Asaja, einum tænara hjá konginum, hetta boð:
13 "Farið og spyrjið HARRAN fyri meg, fyri fólkið og fyri alt Juda um tað, sum í hesi bók stendur, ið funnin er! Tí stór er vreiði HARRANS, ið brennur móti okkum, av tí at fedrar okkara hava ikki aktað orðini í hesi bók og hava ikki gjørt alt tað, ið okkum er fyriskrivað."
14 Hilkia prestur, Ahikam, Akbor, Safan og Asaja fóru nú til Huldu profetinnu, sum var gift við Sallum, syni Tikva, son Harhas, honum, ið ansaði eftir klæðunum; hon búði í Jerúsalem í tí nýggja býpartinum. Teir tosaðu tá við hana,
15 og hon segði við teir: "So sigur HARRIN Gud Ísraels: Sigið við mannin, ið sendi tykkum til Mín:
16 So sigur HARRIN: Eg lati vanlukku koma yvir hetta stað og tey, sum her búgva, alt tað, sum stendur í bókini, ið judakongur hevur lisið
17 - aftur fyri at tey hava vent Mær bakið og brent roykilsi fyri øðrum gudum og soleiðis vakt vreiði Mína við øllum handaverki sínum; vreiði Mín brennur móti hesum staði, og hon skal ikki sløkna.
18 Men við judakong, sum sendi tykkum at spyrja HARRAN, við hann skulu tit siga: So sigur HARRIN Gud Ísraels: Tú hevur nú hoyrt hesi orð;
19 men við tað at hjarta títt blotnaði, og tú eyðmýkti teg fyri ásjón HARRANS, táið tú hoyrdi tað, ið Eg havi talað móti hesum staði og teimum, ið her búgva - at tey skulu verða til ræðslu og illbøn - og við tað at tú skræddi klæði tíni og grætst fyri ásjón Míni, so havi Eg eisini hoyrt - sigur HARRIN.
20 Tí skal Eg savna teg til fedrar tínar, og tú skalt í friði savnast við teimum í grøv tíni; eygu tíni skulu ikki koma at síggja alla vanlukkuna, ið Eg lati koma yvir hetta stað." - Við hesum svari komu teir aftur til kongin.