Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Seytjanda árið ið Peka, sonur Remalja, sat við stýrið, varð Akaz, sonur judakong Jótam, kongur.
2 Akaz var 20 ár, táið hann gjørdist kongur, og 16 ár stýrdi hann í Jerúsalem. Hann gjørdi ikki tað, sum rætt var í eygum HARRANS Guds hansara, soleiðis sum faðir hansara Dávid;
3 nei, hann gekk somu leið sum ísraelskongar, ja, hann læt enntá son sín ganga gjøgnum eldin, eftir hinum viðurstyggiligu siðum tjóðanna, ið HARRIN hevði rikið burtur fyri Ísraelsmonnum.
4 Hann ofraði og brendi roykilsi á heyggjunum og hæddunum og undir hvørjum grønum træi.
5 Um hesa tíðina komu Rezin kongur í Áram og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerúsalem, til at herja á hann; teir kringsettu Akaz, men fingu einki álop gjørt.
6 Um somu tíð vann Rezin kongur í Áram Elat aftur undir Áram; hann rak Judamenn burtur úr Elat, og Áramearar komu til Elat og búsettust har og búgva har enn í dag.
7 Tá sendi Akaz boð til Tiglat-Pileser kong í Assýria og læt siga: "Eg eri tænari og sonur tín! Kom og frels meg frá áramskongi og ísraelskongi - teir eru lopnir á meg!"
8 Akaz tók silvurið og gullið, sum var í húsi HARRANS og í skattkømurum kongshallarinnar, og sendi konginum í Assýria tað sum gávu.
9 Kongurin í Assýria gjørdi tá, sum hann bað hann; hann fór ímóti Damaskus, tók tað, flutti fólkið burtur til Kir og drap Rezin.
10 Tá fór Akaz kongur til Damaskus at finna Tiglat-Pileser kong í Assýria. Men táið hann sá altarið í Damaskus, sendi hann tekning av altarinum og mynd av tí til Uria prest, á allan hátt sum tað var gjørt.
11 Og Uria prestur reisti altarið; á allan hátt eftir myndini, ið Akaz kongur hevði sent úr Damaskus, gjørdi Uria prestur altarið, áðrenn Akaz kongur kom aftur úr Damaskus.
12 Táið kongurin kom aftur úr Damaskus og sá altarið, steig hann fram at altarinum og ofraði á tí.
13 Hann ofraði brennioffur og matoffur sítt og helti út drykkjuoffur sítt, og hann sletti blóðið av takkofri sínum á altarið.
14 Men koparaltarið, ið stóð fyri ásjón HARRANS, flutti hann burt, haðani sum tað hevði staðið, framman fyri templið, millum hitt nýggja altarið og hús HARRANS, og setti tað norðan fyri hitt nýggja altarið.
15 Síðani gav Akaz kongur Uria presti hetta boð: "Á tí stóra altarinum skalt tú ofra morgunbrenniofrið og kvøldmatofrið, brennioffur og matoffur kongs og brennioffur als fólksins í landinum og matoffur og drykkjuoffur teirra; og alt blóð brenniofranna og sláturofranna skalt tú sletta á tað. Hvat gjørt skal verða við koparaltarið, skal eg hugsa um."
16 Uria prestur gjørdi á allan hátt, sum Akaz kongur hevði givið boð um.
17 Akaz kongur læt eisini speglini bróta burtur úr støbbunum og tók íløtini niður av teimum; og hann læt taka havið niður av kopartarvunum, ið undir tí stóðu, og setti tað á undirlag av gróti.
18 Hina taktu sabbatsgongina, sum teir høvdu gjørt í húsinum, og hina ytru inngongd kongsins legði hann inn í hús HARRANS - fyri assýriakongs skuld.
19 Tað, ið annars er at siga um Akaz, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Juda.
20 So legðist Akaz til hvíldar hjá fedrum sínum og varð jarðaður hjá fedrum sínum í Dávidsstaði; og sonur hansara Ezekias tók ríkið eftir hann.