Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 10
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Akab hevði í Samaria 70 synir. Jehu skrivaði nú brøv og sendi tey til Samaria, til høvdingarnar í býnum, hinar elstu og teir, ið uppfostraðu synir Akab; í brøvunum stóð:
2 "…Táið tit nú fáa hetta bræv, tit, ið hava synir harra tykkara hjá tykkum, og sum ráða yvir vagnunum og hestunum, víggirdum staði og vápnunum,
3 veljið tykkum tá hin besta av sonum harra tykkara, hann, ið best hóskar til tað, og setið hann í hásæti faðirs hansara - og berjist so fyri hús harra tykkara!"
4 Men ógvulig ræðsla fall á teir, og teir søgdu: "Báðir kongarnir vóru ikki mentir at standa seg móti honum - hvussu skulu vit tá kunna tað!"
5 Hallarstjórin, býarstjórin, hinir elstu og fosturfedrarnir sendu tí Jehu boð og lótu siga: "Vit eru tænarar tínir, og alt tað, ið tú gevur okkum boð um, skulu vit gera; vit gera ongan til kong; ger tú tað, ið tær líkar!"
6 Tá skrivaði hann teimum uppaftur bræv; í tí stóð: "Halda tit við mær, og vilja tit gera, sum eg sigi, so høggið høvdini av sonum harra tykkara og komið til Jizre’el til mín um hesa tíðina í morgin!" - Kongasynirnir, 70 í tali, vóru hjá stórmonnunum í býnum, sum fostraðu teir upp.
7 Táið teir nú fingu brævið, tóku teir kongasynirnar, 70 í tali, drópu teir, løgdu høvd teirra í kurvar og sendu tey til Jizre’el til hansara.
8 Táið boðið kom og segði honum, at teir vóru komnir við høvdum kongasonanna, segði hann: "Leggið tey í tvær rúgvur uttan fyri býportrið til í morgin!"
9 Morgunin eftir fór hann út, steig fram og segði við alt fólkið: "Tit hava onga skyld! Tað eri eg, sum havi fingið í lag samansvørjing móti harra mínum og dripið hann - men hvør hevur dripið allar hesar?
10 Nú síggja tit, at einki av tí, sum HARRIN hevur talað móti húsi Akabs, fellur til jarðar; nei, HARRIN hevur gjørt tað, ið Hann talaði við tænara Sínum Eliasi."
11 Síðani drap Jehu allar teir, ið eftir vóru av húsi Akabs í Jizre’el, somuleiðis allar høvdingar, vinmenn og prestar hansara; hann læt ongan verða eftir og sleppa undan.
12 Nú gjørdi Jehu seg til og fór til Samaria. Táið hann á leiðini hagar kom til Bet-Eked-Haro’im,
13 møtti hann brøðrum judakong Ahazja. Hann spurdi teir: "Hvørjir eru tit?" Teir svaraðu: "Vit eru brøður Ahazja, og vit ætla okkum at fara og heilsa kongasonunum og sonum kongamóðurina."
14 Tá segði hann: "Takið teir livandi!" So tóku teir teir livandi, og hann drap teir við brunnin í Bet-Eked, 42 mans; ikki ein av teimum læt hann sleppa.
15 Táið hann so fór haðani, hitti hann Jónadab, son Rekab, sum kom ímóti honum. Hann heilsaði honum og spurdi: "Ert tú sannhjartaður móti mær, sum eg eri móti tær?" Jónadab svaraði: "Tað eri eg." Tá segði Jehu: "Er tað so, tá rætt mær hondina!" Hann rætti honum nú hondina, og hann læt hann koma upp í vagnin til sín
16 og segði: "Kom við mær og síggj, hvussu íðin eg eri fyri HARRAN!" - Hann læt hann tá koma við sær í vagni sínum.
17 Og táið hann kom til Samaria, drap hann allar, ið eftir vóru av húsi Akabs í Samaria, inntil hann hevði avoytt tað - eftir orðinum, ið HARRIN hevði talað við Elias.
18 Síðani savnaði Jehu alt fólkið og segði við teir: "Lítið dýrkaði Akab Ba’al, men Jehu skal dýrka hann nógv.
19 Sendið mær tí nú boð eftir øllum ba’alsprofetunum, øllum tænarum hansara og øllum prestum hansara - ikki ein má vera, sum ikki kemur! Tí eg ætli at halda stóra sláturoffurhøgtíð, Ba’al til heiður; tann, ið ikki verður hjástaddur, skal bøta við lívinum." - Men Jehu hevði svik í huga - hann ætlaði at týna tænarar Ba’als.
20 Síðani segði Jehu: "Lýsið hátíðarsamkomu, Ba’al til heiður!" Teir lýstu tá slíka hátíð.
21 Og Jehu sendi boð um alt Ísrael, og allir tænarar Ba’als komu; ikki ein var, sum ikki kom. Teir fóru inn í hús Ba’als, og hús Ba’als varð fult úr enda í enda.
22 So segði hann við tann, ið stóð fyri klædnakamarinum: "Tak út klæði til allar tænarar Ba’als!" Og hann tók út klæði til teirra.
23 Táið nú Jehu saman við Jónadab, syni Rekab, kom til hús Ba’als, segði hann við tænarar Ba’als: "Hyggið nú væl eftir, at her ímillum tykkara eingin er av tænarum HARRANS, men eina tænarar Ba’als!"
24 Teir fóru nú inn at ofra sláturoffur og brennioffur. Men Jehu hevði sett 80 mans uttanfyri og sagt: "Tann, ið letur nakran sleppa av monnunum, ið eg gevi í hendur tykkara, skal lata lív sítt fyri lív hansara!"
25 Táið teir nú vóru lidnir at ofra brenniofrið, segði Jehu við lívvaktina og høvuðsmenninar: "Farið inn og drepið teir, latið ikki ein sleppa!" So høgdu teir teir niður við svørði, og lívvaktin og høvuðsmenninir kastaðu teir út. Síðani fóru teir inn í innasta rúmið í húsi Ba’als,
26 bóru út Asjerurnar í húsi Ba’als og brendu tær
27 og rivu niður ba’alsminnissteinin; hús Ba’als rivu teir eisini niður og gjørdu nátthús úr tí - tey eru har enn í dag.
28 Soleiðis oyddi Jehu Ba’al úr Ísrael.
29 Men frá syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera, frá teimum veik Jehu ikki - frá gullkálvunum í Betel og Dan.
30 HARRIN segði við Jehu: "Aftur fyri at tú til lítar hevur gjørt tað, sum rætt er í eygum Mínum, og gjørt við hús Akabs alt tað, ið Eg vildi, so skulu synir tínir í fjórða lið sita í hásæti Ísraels."
31 Men Jehu aktaði ikki eftir at fylgja lóg HARRANS Guds síns av øllum hjarta sínum; hann veik ikki frá syndum Jeroboams, sum hann hevði fingið Ísrael at gera.
32 Um hesa tíðina byrjaði HARRIN at skera stykki burtur av Ísrael. Hazael vann sigur á teimum á øllum landamarkum Ísraels
33 og tók eystan fyri Jordan alt Gileadsland, land Gadita, Rubenita og Manassita, líka frá Aroer við Arnoná - bæði Gilead og Basan.
34 Tað, ið annars er at siga um Jehu, um alt tað, ið hann gjørdi, og um øll stórverk hansara, tað er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
35 So legðist Jehu til hvíldar hjá fedrum sínum, og hann varð jarðaður í Samaria. Og sonur hansara Jóahaz tók ríkið eftir hann.
36 Tíðin, ið Jehu var kongur yvir Ísrael í Samaria, var 28 ár.