Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Na’aman, herhøvdingi áramskongs, hevði nógv at siga hjá harra sínum og var nógv virdur; tí við honum hevði HARRIN givið Áramearum sigur; hann var veldigur kappi, men spitalskur.
2 Nú høvdu Áramearar einaferð á herjiferð tikið við sær sum fanga úr Ísraelslandi eina smágentu; hon var komin at tæna hjá konu Na’aman.
3 Hon segði við matmóður sína: "Hevði harri mín bert verið hjá profetinum í Samaria! Hann hevði hjálpt honum frá spitalskuni."
4 Na’aman fór so inn til harra sín og segði honum frá hesum: "So og so hevur gentan úr Ísraelslandi sagt."
5 Tá segði kongurin í Áram: "Far hagar! Eg skal lata teg fáa bræv við til ísraelskong." Hann fór nú avstað og tók við sær 10 talentir av silvuri, 6000 seklar av gulli og 10 hátíðarklædningar.
6 Og hann fekk ísraelskongi brævið. Í tí stóð: "… Og nú, táið tú fært hetta bræv, skalt tú vita, at eg havi sent tænara mín Na’aman til tín, fyri at tú skalt hjálpa honum frá spitalsku hansara."
7 Táið ísraelskongur hevði lisið brævið, skræddi hann klæði síni og segði: "Eri eg Gud, so eg havi vald yvir deyða og lívi - síðani hann sendir mær boð og vil hava meg at hjálpa manni frá spitalsku hansara! Tit síggja tá greitt, at hann leitar sær føri til stríð við meg!"
8 Men táið Elisa gudsmaður frætti, at ísraelskongur hevði skrætt klæði síni, sendi hann boð til kongin og læt siga: "Hví hevur tú skrætt klæði tíni? Lat hann koma til mín! So skal hann sanna, at profetur er í Ísrael."
9 So kom Na’aman við hestum og vagni sínum og steðgaði fyri durum Elisa.
10 Elisa sendi boð út til hansara og læt siga: "Far og baða tær í Jordan sjey ferðir! So verður likam títt frískt aftur, og tú verður reinur."
11 Tá kom ilt í Na’aman, og hann rýmdi avstað aftur við hesum orðum: "Eg hugsaði, at hann fór at koma út til mín, stíga fram og ákalla navn HARRANS Guds síns og førka hondina aftur og fram yvir staðnum og soleiðis taka burtur spitalskuna!
12 Eru ikki Abana og Parpar, áirnar við Damaskus, betri enn øll vøtn í Ísrael! Kundi eg ikki baðað mær í teimum og verðið reinur!" Síðani vendi hann við og helt avstað í vreiði.
13 Men tænarar hansara stigu fram og søgdu við hann: "Faðir! Hevði profeturin álagt tær okkurt, sum var nógv fyri, hevði tú tá ikki gjørt tað! Hvussu mikið meiri tá ikki, nú ið hann bert sigur við teg: "Baða tær, so verður tú reinur!""
14 Tá fór hann oman og fór sjey ferðir undir í Jordan - soleiðis sum gudsmaðurin hevði sagt; likam hansara varð tá frískt aftur sum á smábarni, og hann varð reinur.
15 So vendi hann við aftur til gudsmannin við øllum fylgi sínum, og táið hann var komin hagar, steig hann fram fyri hann og segði: "Nú veit eg, at eingin Gud er á allari jørðini uttan í Ísrael! Tak tí nú við gávu frá tænara tínum!"
16 Men hann svaraði: "So satt sum HARRIN livir, Hann, sum eg eri tænari hjá: Eg taki ongum við!" Og tóat hann bað hann mikið um at taka við henni, vildi hann kortini ikki.
17 Tá segði Na’aman: "Síðani tú ikki vilt, so lat tó tænara tín fáa so mikið av mold, sum tvey múldýr bera! Tí tænari tín skal aldri aftur ofra brennioffur ella sláturoffur til aðrar gudar, nei, eina til HARRAN.
18 Men eitt man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum: Táið harri mín fer inn í tempul Rimmons at tilbiðja, og hann styðjar seg við hond mína, og eg kasti meg niður har í templi Rimmons, so man HARRIN fara at fyrigeva tænara tínum hetta - at eg kasti meg niður í templi Rimmons."
19 Hann svaraði: "Far í friði!" So skiltust teir. Men táið hann var komin nakað frá honum,
20 segði Gehazi, tænari Elisa gudsmans: "Har hevur harri mín latið handa Áramearan Na’aman sloppið og hevur ikki havt frá honum tað, ið hann hevði við! So satt sum HARRIN livir, renni eg aftan á honum og fái mær okkurt frá honum!"
21 So skundaði Gehazi sær aftan á Na’aman. Táið Na’aman sá ein koma rennandi aftan á sær, leyp hann niður úr vagninum, fór ímóti honum og segði: "Veit væl við?"
22 Hann svaraði: "Ja! Men harri mín hevur sent meg við hesum boðum: "Júst nú eru tveir ungir menn úr Efra’imsfjøllum komnir til mín, tveir profetalærisveinar; lat teir fáa talent av silvuri og tvinni hátíðarklæði!""
23 Men Na’aman segði: "Ger mær tað til vildar, at tú hevur tvær talentir!" - Og hann bað hann mikið um tað, læt síðani tvær talentir av silvuri í tveir pungar, tók tvinni hátíðarklæði og fekk tveimum tænarum sínum tað; og teir bóru tað fyri honum.
24 Men táið hann kom at hæddini, tók hann tað frá teimum og fjaldi tað í húsinum; so læt hann menninar fara, og teir fóru leið sína.
25 Sjálvur fór hann inn og steig fram fyri harra sín. Tá spurdi Elisa hann: "Hvaðani kemur tú, Gehazi?" Hann svaraði: "Tænari tín hevur ongastaðni verið!"
26 Men hann segði við hann: "Var eg ikki í andanum hjástaddur, táið maðurin kom niður úr vagni sínum og kom ímóti tær! Er tíð nú at fáa sær silvur og fáa sær klæði, oljutrø, víngarðar, smáfæ, neyt, tænarar og arbeiðskonur!
27 - Afturfyri skal spitalska Na’amans hanga uppi í tær og eftirkomarum tínum til ævigar tíðir!" - Og hann fór út frá honum, snjóhvítur av spitalsku.