Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 13
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Triðja og tjúgunda árið ið Judakongur Jóas, sonur Ahazja, sat við stýrið, varð Jóahaz, sonur Jehu, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 17 ár.
2 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS, og helt fram í syndunum, sum Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera; teimum veik hann ikki frá.
3 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann gav tey alla hesa tíðina í hendur Hazaels áramearakongs og sonar hansara Benhadads.
4 Men Jóahaz bað HARRAN um náði, og HARRIN hoyrdi hann; tí Hann sá neyð Ísraels, hvussu áramskongur kúgaði tey.
5 HARRIN sendi tá Ísrael hjálparmann, so tey vórðu bjargað undan hond Árams, og Ísraelsmenn búðu í tjøldum sínum sum áður.
6 Tó viku tey ikki frá syndunum, ið hús Jeroboams hevði gjørt, og sum hann hevði fingið Ísrael at gera; í teimum livdu tey, ja, um tað so var Asjeran í Samaria, so varð hon standandi.
7 - Tí áramskongur hevði ikki latið Jóahaz havt eftir meiri herfólk enn 50 hestmenn, 10 vagnar og 10 000 menn av fótfólki; hann hevði gjørt enda á teimum og treskt teir í dust.
8 Tað, ið annars er at siga um Jóahaz, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
9 So legðist Jóahaz til hvíldar hjá fedrum sínum, og hann varð jarðaður í Samaria. Og sonur hansara Jóas tók ríkið eftir hann.
10 Sjeynda og tríatinda árið ið judakongur Jóas sat við stýrið, varð Jóas, sonur Jóahaz, kongur yvir Ísrael í Samaria, og hann stýrdi 16 ár.
11 Hann gjørdi tað, sum ónt var í eygum HARRANS; hann veik ongari frá av syndunum, ið Jeroboam, sonur Nebat, hevði gjørt og fingið Ísrael at gera; teimum livdi hann í.
12 Tað, ið annars er at siga um Jóas, um alt tað, ið hann gjørdi, og um stórverk hansara, hvussu hann bardist við Amazja judakong, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.
13 So legðist Jóas til hvíldar hjá fedrum sínum, og Jeroboam settist í hásæti hansara. Jóas varð jarðaður í Samaria hjá ísraelskongum.
14 Táið Elisa hevði fingið sjúkuna, ið hann doyði av, kom Jóas ísraelskongur til hansara, bukkaði seg grátandi niður yvir hann og segði: "Faðir mín, faðir mín - vagnar og hestmenn Ísraels!"
15 Men Elisa segði við hann: "Kom við boga og pílum!" Hann kom tá við boga og pílum til hansara.
16 Tá segði hann við ísraelskong: "Legg hondina á bogan!" Og hann legði hondina á hann. Nú legði Elisa hendur sínar á hendur kongsins.
17 So segði hann: "Lat upp vindeygað móti eystri!" Táið hann hevði latið tað upp, segði Elisa: "Skjót!" Hann skeyt. Tá segði Elisa: "Sigurspílur frá HARRANUM, sigurspílur móti Áram! Tú skalt í Afek vinna sigur á Áramearum og gera enda á teimum."
18 Síðani segði hann: "Tak pílarnar!" Hann tók teir. Tá segði hann við ísraelskong: "Slá á jørðina!" Hann sló tá tríggjar ferðir, men gavst so.
19 Tá varð gudsmaðurin illur við hann og segði: "Tú skuldi sligið fimm ella seks ferðir! So hevði tú vunnið sigur á Áramearum, so at endi var á teimum, men nú skalt tú ikki meir enn tríggjar ferðir vinna sigur á Áramearum."
20 So doyði Elisa, og teir jarðaðu hann. Móabitiskir ránsflokkar plagdu at treingja seg inn í landið á hvørjum ári eftir nýggjár.
21 Nú bar so á, einaferð ið nakrir júst jarðaðu ein mann, at teir fingu eyga á ránsflokk; teir kastaðu tá mannin í grøvina, sum Elisa var lagdur í, og við tað sama sum maðurin nam við bein Elisa, livnaði hann upp aftur og reistist á føtur.
22 Hazael kongur í Áram hevði kúgað Ísrael, alla tíðina ið Jóahaz livdi.
23 Men HARRIN vísti teimum náði; Honum tykti synd í teimum, so Hann vendi Sær til teirra - Hann hevði jú gjørt sáttmála við Ábraham, Ísak og Jákup; Hann vildi ikki forkoma teimum, og Hann hevði enn ikki kastað tey burtur frá ásjón Síni.
24 Men táið Hazael kongur í Áram var deyður, og sonur hansara Benhadad hevði tikið ríkið eftir hann,
25 tók Jóas, sonur Jóahaz, býirnar aftur frá Benhadad, syni Hazael, sum Hazael í bardaganum hevði tikið frá Jóahaz, faðir hansara. Tríggjar ferðir vann Jóas sigur á honum og tók býir Ísraels aftur.