Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Seinna Kongabók
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25
1 Eftir at Akab var deyður, reiv Móab seg leyst undan Ísrael.
2 Ahazja datt út gjøgnum vindeygagrindina í loftsali sínum í Samaria og legðist sjúkur. Tá sendi hann menn avstað og segði við teir: "Farið og spyrjið Ba’al-Zebub, gudin í Ekron, um eg komi upp aftur av hesi sjúku!"
3 Men eingil HARRANS segði við Elias Tisbit: "Ger teg til, far ímóti sendimonnum kongsins í Samaria og sig við teir: "Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tit fara at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron!
4 Aftur fyri hetta sigur HARRIN so: Tú skalt ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í - tú skalt doyggja!"" - Elias fór tá.
5 Táið sendimenninir komu aftur til kongin, spurdi hann teir: "Hví koma tit aftur?"
6 Teir svaraðu: "Maður kom ímóti okkum og segði við okkum: "Farið aftur til kong, ið sent tykkum hevur, og sigið við hann: So sigur HARRIN: Er tað, tí eingin Gud er í Ísrael, at tú sendir boð at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron! Aftur fyri hetta skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í - tú skalt doyggja!""
7 Hann spurdi teir: "Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum?"
8 Teir svaraðu: "Tað var maður í lodnum kappa við leðurbelti um lendarnar." Tá segði hann: "Tað hevur verið Elias Tisbitur!"
9 Hann sendi nú eftir honum høvuðsmann yvir fimti við monnum hansara. Hesin fór niðan til hansara, har hann sat á fjalstindinum, og segði við hann: "Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman!"
10 Men Elias svaraði høvuðsmanninum yvir fimti: "Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimti monnum tínum!" Tá fall eldur niður av himli og forkom honum og hinum fimti monnum hansara.
11 Uppaftur sendi hann eftir honum høvuðsmann yvir fimti við monnum hansara. Hesin tók til orða og segði við hann: "Gudsmaðurin! Kongur sigur, at tú skalt koma oman, og tað skjótt!"
12 Men Elias svaraði teimum: "Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimti monnum tínum!" Tá fall eldur Guds niður av himli og forkom honum og hinum fimti monnum hansara.
13 Tá sendi hann eftir honum triðja høvuðsmannin yvir fimti við monnum hansara. Hesin triði høvuðsmaðurin fór niðan til Elias, fall á knæ fyri honum, bønaði hann og segði við hann: "Gudsmaðurin! Lat lív mítt og lívið í hesum fimti tænarum tínum vera dýrt í eygum tínum!
14 Eldur fall jú niður av himli og forkom báðum hinum fyrru høvuðsmonnunum yvir fimti við monnum teirra; men lat nú lív mítt vera dýrt í eygum tínum!"
15 Tá segði eingil HARRANS við Elias: "Far oman við honum, og ræðst ikki hann!" So reistist hann og fór oman við honum til kongin.
16 Og hann segði við kongin: "So sigur HARRIN: Aftur fyri at tú sendi menn avstað og ætlaði at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í Ekron - mundi tað vera, tí eingin Gud er í Ísrael, sum tú kundi spyrja! - so skalt tú ikki koma úr aftur songini, sum tú ert lagstur í - tú skalt doyggja!"
17 Og hann doyði - eftir tí orði HARRANS, ið Elias hevði talað. Jóram tók ríkið eftir hann, annað árið ið judakongur Jóram, sonur Jósafat, sat við stýrið; tí hann átti ongan son.
18 Tað, ið annars er at siga um Ahazja, um tað, ið hann gjørdi, er skrivað í kongakrøniku Ísraels.