Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Abimelek, sonur Jerubba’al, fór til Sikem, til móðurbrøður sínar, og hann tosaði við teir og við alt móðurfólk sítt og segði:
2 "Sigið við allar Sikemsmenn: "Hvat man vera tykkum betri, at 70 menn, allir synir Jerubba’al, stjórna hjá tykkum, ella at ein einstakur maður ger tað! - Minnist, at eg eri hold tykkara og bein!""
3 Móðurbrøður hansara søgdu nú alt hetta fyri hann við allar Sikemsmenn; og hugur teirra vendist til Abimelek, tí teir søgdu: "Hann er jú bróðir okkara!"
4 So góvu teir honum 70 seklar av silvuri úr templi Ba’al-Berits; fyri teir leigaði hann sær rekavætti og illmenni og gjørdist formaður teirra.
5 Síðani fór hann til hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, teir 70 synir Jerubba’al, á einum og sama steini; eingin varð eftir uttan Jótam, yngsti sonur Jerubba’al - hann hevði krógvað seg.
6 Allir Sikemsmenn og allir teir, sum í Millo búðu, komu nú saman; teir fóru avstað, og við Minnissteinseik í Sikem gjørdu teir Abimelek til kong.
7 Táið Jótam fekk hetta at frætta, fór hann niðan á tind Garizimsfjals; har stóð hann og rópti hart og segði við teir: "Hoyrið meg, Sikemsmenn, so skal Gud hoyra tykkum!
8 Einaferð fóru trøini at salva sær kong. Tey søgdu tá við oljutræið: "Ver tú kongur okkara!"
9 Men oljutræið svaraði teimum: "Skuldi eg latið fiti mína farið, sum gudar og menniskju æra meg fyri, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!"
10 So søgdu trøini við fikutræið: "Kom tú og ver kongur okkara!"
11 Men fikutræið svaraði teimum: "Skuldi eg latið søtleika mín farið og góða ávøkst mín, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!"
12 Nú søgdu trøini við víntræið: "Kom tú og ver kongur okkara!"
13 Men víntræið svaraði teimum: "Skuldi eg latið vínløg mín farið, sum gleðir gudar og menniskju, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!"
14 Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: "Kom tú og ver kongur okkara!"
15 Tornarunnurin svaraði trøunum: "Er tað álvara, at tit ætla at salva meg til kong yvir tykkum, so komið og søkið tykkum skjól í skugga mínum! Men um ikki, so skal eldur ganga út úr tornarunninum og brenna upp sedristrøini á Libanon!"
16 - So hoyrið nú: Hava tit borið tykkum sannhjartað og ærliga at, táið tit gjørdu Abimelek til kong, og hava tit gjørt væl við Jerubba’al og hús hansara og lønt honum aftur tað, ið hann gjørdi
17 - pápi bardist jú fyri tykkum og vágaði lívið fyri at frelsa tykkum úr hondum Midjanita;
18 men tit hava í dag reist tykkum móti húsi faðirs míns, dripið synir hansara, 70 menn, á einum og sama steini, og gjørt son trælkvinnu hansara, Abimelek, til kong yvir Sikemsmonnum, fyri tað at hann er bróðir tykkara -
19 ja, hava tit í dag borið tykkum sannhjartað og ærliga at móti Jerubba’al og húsi hansara, so fái tit gleði av Abimelek, og so fái hann gleði av tykkum!
20 Men um ikki, so gangi eldur út frá Abimelek og brenni upp Sikemsmenn og teir, sum í Millo búgva, og eldur gangi út frá Sikemsmonnum og teimum, sum í Millo búgva, og brenni upp Abimelek!"
21 So flýddi Jótam; og hann komst undan og fór til Be’er; har búsettist hann fyri at vera tryggur fyri bróður sínum, Abimelek.
22 Trý ár ráddi Abimelek í Ísrael.
23 Tá sendi Gud illan anda, sum setti split millum Abimelek og Sikemsmenn, og Sikemsmenn fullu frá Abimelek
24 - fyri at níðingsverkið móti hinum 70 sonum Jerubba’al skuldi verða hevnt, og blóð teirra koma yvir bróður teirra, Abimelek, sum hevði dripið teir, og yvir Sikemsmenn, sum høvdu styðjað hann, so hann fekk dripið brøður sínar.
25 Sikemsmenn løgdu tá menn á lúr móti honum á fjallatindarnar, og teir rændu hvørt ferðafólk, ið kom fram við teimum. Hetta fekk Abimelek at vita.
26 Nú kom Ga’al, sonur Ebed, við brøðrum sínum og flutti til Sikem, og Sikemsmenn fingu álit á honum.
27 Teir fóru út á markina og heystaðu víngarðar sínar og persaðu vínberini; so hildu teir takkargildi og fóru inn í tempul guds síns, ótu og drukku og bannaðu Abimelek.
28 Ga’al, sonur Ebed, segði: "Hvør er Abimelek, og hvat er Sikem - at vit skuldu verið trælir hansara! Hann er jú sonur Jerubba’al, og Zebul er fúti hansara! Nei, tænið monnum, ið ættaðir eru frá Hamor, faðir Sikem! - Hví skuldu vit verið trælir hansara!
29 Hevði eg bert havt vald yvir fólkinum her, so skuldi eg skjótt rikið Abimelek burt!" Og hann segði: "Ger her tín størri, Abimelek, og kom!"
30 Táið Zebul, høvuðsmaðurin í býnum, hoyrdi tað, ið Ga’al, sonur Ebed, segði, tendraðist vreiði hansara,
31 og hann sendi loyniliga boð til Abimelek og læt siga: "Ga’al, sonur Ebed, og brøður hansara eru komnir til Sikem, og teir eggja staðin upp móti tær!
32 Halt tí avstað á náttartíð við monnunum, ið tú hevur hjá tær, og legg teg á lúr á markini!
33 Leyp so á býin tíðliga á morgni, táið sólin kemur undan! Táið tá hann og menn hansara halda út ímóti tær, kanst tú gera við teir, sum tær ber til!"
34 Abimelek helt tá avstað um náttina við øllum monnunum, ið hann hevði hjá sær, og teir løgdu seg á lúr móti Sikem í fýra flokkum.
35 Nú kom Ga’al, sonur Ebed, út og stóð í býportrinum, og í tí sama reistust teir, Abimelek og menn hansara, sum høvdu ligið á lúri.
36 Táið Ga’al sá fólkið, segði hann við Zebul: "Hygg, fólk kemur oman av fjallatindunum!" Zebul segði við hann: "Tað er skuggan av fjøllunum, ið tú heldur vera fólk!"
37 Men Ga’al segði uppaftur: "Jú, fólk kemur oman av Miðfjalli, og ein annar flokkur kemur eftir vegnum frá Gandakallaeik!"
38 Tá segði Zebul við hann: "Hvar eru nú stóru orð tíni, tú, sum segði: "Hvør er Abimelek, at vit skulu vera trælir hansara!" - Har eru menninir, ið tú vanvirdi - far nú út og barst við teir!"
39 Ga’al helt tá avstað á odda fyri Sikemsmonnum, og teir og Abimelek brustu saman.
40 Men Abimelek vann hann og rak hann undan sær, og nógvir fullu - líka inn at býportrinum.
41 Abimelek varð síðani verandi í Aruma, og Zebul rak Ga’al og brøður hansara burtur úr Sikem.
42 Dagin eftir fór fólkið út á akurin, og hetta fekk Abimelek at vita.
43 Tá tók hann menn sínar, býtti teir í tríggjar flokkar og legði seg á lúr á markini; og táið hann sá fólkið koma út úr býnum, herjaði hann á tey og vann sigur á teimum.
44 Abimelek og flokkurin, ið við honum var, lupu fram og tóku støðu við býportrið; men hinir báðir flokkarnir herjaðu á tey, sum úti á markini vóru, og høgdu tey niður.
45 Og eftir at Abimelek allan dagin ígjøgnum hevði gjørt álop á býin, tók hann hann, drap fólkið har, breyt býin niður og stroyddi salt á hann.
46 Táið menninir í Sikemsborg hoyrdu hetta, fóru teir allir inn í tornið, sum hoyrdi til tempul El-Berits.
47 Við tað sama sum Abimelek fekk at vita, at allir menninir í Sikemsborg høvdu savnað seg,
48 fór hann við øllum monnum sínum niðan á Zalmonfjall. Har tók hann eina øks og høgdi greinar av trøunum, tók tær upp, legði tær á økslina og segði við menninar, ið við honum vóru: "Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu, eg gjørdi!"
49 Allir menninir høgdu tá hvør sína byrði av greinum og fylgdu eftir Abimelek; so løgdu teir greinarnar upp við torninum og settu við teimum eld á tornið. Soleiðis doyði eisini alt fólkið í Sikemsborg, úti við 1000 menn og kvinnur.
50 Síðani fór Abimelek til Tebez, og hann kringsetti staðin og tók hann.
51 Inni í býnum var sterkt torn; hagar flýddu bæði menn og kvinnur, øll, sum í býnum vóru; og tey stongdu eftir sær og fóru upp á takið á torninum.
52 Abimelek helt tá fram at torninum og kringsetti tað; men táið hann gekk fram at portri tornsins og ætlaði at seta eld á tað,
53 kastaði kvinna kvarnarstein niður á høvd hansara og soraði skallan.
54 Abimelek rópti tá skundisliga á vápnasvein sín: "Drag svørðið og drep meg, so ikki skal verða sagt, at kvinna hevur dripið meg!" Vápnasveinurin stakk tá svørðið ígjøgnum hann, so hann doyði.
55 Men táið Ísraelsmenn sóu, at Abimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín.
56 Soleiðis hevndi Gud illgerðina, ið Abimelek gjørdi faðir sínum, táið hann drap teir 70 brøður sínar.
57 Og alt tað ónda, ið Sikemsmenn høvdu gjørt, læt Gud koma oman yvir teirra egna høvd. Á henda hátt kom bann Jótams, sonar Jerubba’als, oman yvir teir.