Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Tá hildu allir Ísraelsmenn avstað, og øll samkoman, líka úr Dan til Be’erseba, kom saman sum ein maður fyri HARRANUM í Mizpa; eisini úr Gileadslandi komu teir.
2 Høvdingarnir yvir øllum fólkinum, yvir øllum ættum Ísraels, stigu fram, har sum fólk Guds var samankomið, 400 000 mans av fótfólki, vápnaðir við svørði.
3 Men Benjaminitar fingu at frætta, at Ísraelsmenn vóru farnir til Mizpa. Og Ísraelsmenn søgdu: "Greið nú frá, hvussu henda illgerð varð gjørd!"
4 Tá tók maðurin - Leviturin, maður hina myrdu kvinnuna - til orða og segði: "Eg og hjákona mín komu til Gibea í Benjamin og ætlaðu at gista har.
5 Men menninir í Gibea reistust móti mær; teir kringsettu um náttina húsið, har sum eg var; meg ætlaðu teir at drepa, og hjákonu mína neyðtóku teir so, at hon doyði.
6 Tá tók eg hjákonu mína, skar hana sundur og sendi stykkini um í øllum landi og ríki Ísraels; tí teir høvdu gjørt illgerð og skemdarverk í Ísrael.
7 Nú eru tit her, allir Ísraelsmenn - sigið nú, hvat tit halda, og leggið ráð her!"
8 Tá reistist alt fólkið sum ein maður og segði: "Eingin okkara skal heimaftur, eingin okkara skal aftur til hús!
9 Soleiðis skulu vit gera við Gibea: Býurin skal undir lutakast!
10 Nú taka vit 10 mans av hvørjum 100 av øllum ættum Ísraels, 100 av hvørjum 1000 og 1000 av hvørjum 10 000; teir skulu fara eftir mati til fólkið, so at fólkið, táið tað kemur til Gibea í Benjamin, til fulnar kann løna tí aftur skemdarverkið, ið tað hevur gjørt í Ísrael!"
11 So tóku allir menn í Ísrael seg saman og hildu móti býnum, sameintir sum ein maður.
12 Og ættir Ísraels sendu menn um í allari ætt Benjamins og lótu siga: "Hvat er hetta fyri illgerð, ið gjørd er hjá tykkum!
13 Latið okkum nú fáa hasar gudleysu menn í Gibea, so vit kunnu drepa teir og beina burtur hitt ónda úr Ísrael!" Men Benjaminitar vildu ikki lurta eftir tí, sum brøður teirra, Ísraelsmenn, søgdu.
14 Benjaminitar komu saman í Gibea úr øllum býum sínum, til at fara í bardaga móti Ísraelsmonnum.
15 Táið Benjaminitar úr býunum vórðu taldir henda dag, vóru teir 26 000 vápnaførir menn umframt menninar í Gibea; teir vórðu taldir fyri seg og vóru 700 í tali, allir valahermenn.
16 Millum alt hetta fólk vóru 700 valdir menn, sum vóru lámar; ein og hvør teirra rakti hárbeint við sleingisteini; ikki ein slongdi skeivt.
17 Og táið menn Ísraels - Benjamin frároknað - vórðu taldir, vóru teir 400 000 vápnaførir menn - allir hermenn.
18 Teir hildu nú avstað og fóru til Betel at spyrja Gud. Ísraelsmenn søgdu: "Hvør av okkum skal fyrstur fara í bardaga móti Benjaminitum?" HARRIN svaraði: "Juda skal fara fyrstur!"
19 So fóru Ísraelsmenn avstað um morgunin og tóku støðu uttan fyri Gibea.
20 Og menn Ísraels gingu fram at herja á Benjamin; menn Ísraels fylktu her sín at gera álop á Gibea.
21 Tá gjørdu Benjaminitar álop úr Gibea og feldu tann dagin 22 000 menn av Ísrael.
22 Men fólkið, menn Ísraels, tók mót í seg og fylkti seg aftur, á sama staði sum teir høvdu fylkt seg hin fyrra dagin.
23 Tí Ísraelsmenn fóru til Betel og grótu fyri ásjón HARRANS líka til kvølds; og teir spurdu HARRAN: "Skal eg eina ferð enn halda avstað í bardaga móti sonum Benjamin, bróður míns?" HARRIN svaraði: "Far ímóti honum!"
24 Táið so Ísraelsmenn dagin eftir hildu fram móti Benjaminitum,
25 gjørdu Benjaminitar eisini henda annan dagin álop úr Gibea móti teimum og feldu 18 000 menn aftrat av Ísraelsmonnum, allir samlir vápnaførir menn.
26 Tá fóru allir Ísraelsmenn, alt fólkið, til Betel; teir grótu og sótu har fyri ásjón HARRANS og fastaðu henda dagin líka til kvølds; og teir ofraðu brennioffur og takkoffur fyri ásjón HARRANS.
27 Síðani spurdu Ísraelsmenn HARRAN - tí á teimum døgum stóð sáttmálaørk Guds har,
28 og Pinehas, sonur Eleazar og sonarsonur Áron, gjørdi á teimum døgum tænastu fyri ásjón Hansara. Teir søgdu: "Skal eg eina ferð enn fara í bardaga móti sonum Benjamin, bróður míns, ella skal eg lata vera?" HARRIN svaraði: "Far avstað! Í morgin skal Eg geva hann í hendur tínar."
29 Ísraelsmenn løgdu nú menn á lúr rundan um Gibea.
30 Og Ísraelsmenn fóru móti Benjaminitum triðja dagin og fylktu seg til álop á Gibea eins og hinar fyrru ferðirnar.
31 Tá komu Benjaminitar út og herjaðu á herin og vórðu lokkaðir burtur frá býnum; og eins og hinar fyrru ferðirnar feldu teir í fyrstuni nakrar av monnunum á almannavegunum, bæði á tí, sum gongur til Betel, og á tí, sum gongur um hagan til Gibea; tað var okkurt um 30 menn av Ísrael, ið teir drópu.
32 Benjaminitar hugsaðu nú: "Vit hava vunnið sigur á teimum eins og hinar ferðirnar!" Men Ísraelsmenn søgdu: "Latið okkum halda undan og lokka teir burtur frá býnum, út á almannavegirnar!"
33 So hildu allir menn Ísraels avstað, haðani sum teir høvdu staðið, og tóku støðu í Ba’al-Tamar; men teir, ið høvdu ligið á luri, tustu fram, haðani sum teir høvdu ligið, vestan fyri Geba.
34 Nú hildu 10 000 mans, valdir menn av øllum Ísrael, beint fram móti Gibea, og stríðið varð hart; men Benjaminitar vitstu ikki, at vanlukkan var teimum so nær.
35 So læt HARRIN Benjamin liggja undir fyri Ísrael, og Ísraelsmenn feldu henda dagin 25 100 mans av Benjamin, allar vápnaførar menn.
36 Benjaminitar trúðu fyrst, at Ísraelsmenn høvdu tapt; tí teir hildu undan Benjamin, við tað at teir litu á hinar, sum teir høvdu lagt á lúr móti Gibea.
37 Men nú reistu teir seg knappliga, teir, sum høvdu ligið á lúri, og herjaðu á Gibea; teir hildu fram og høgdu alt fólkið í býnum niður við svørði.
38 Menn Ísraels høvdu avtalað við teir, ið lógu á lúri, at teir skuldu lata tjúkkan royk stíga upp av býnum.
39 Menn Ísraels hildu tá undan í stríðnum. Og við tað at Benjamin alt fyri eitt hevði felt nakrar av monnum Ísraels, einar 30, so hugsaðu teir: "So sanniliga liggja teir undir fyri okkum eins og í hinum fyrra bardaganum!"
40 Og táið roykurin tók at stíga upp úr býnum sum tjúkkur stólpi, hevði Benjamin vent sær á og sæð, at allur býurin stóð í loga, upp móti himli.
41 Samstundis vendu menn Ísraels við og flýddu ikki longur. Tá fall ræðsla á menn Benjamins, tí teir dugdu at síggja, at nú var vanlukkan nær.
42 Teir vendu tá og flýddu undan Ísraelsmonnum og tóku leiðina at oyðimørkini. Men stríðið helt á og var teimum í hølunum, og teir, sum búðu í býunum har, høgdu niður frá hond millum teirra;
43 teir kringsettu Benjaminitar, eltu teir og traðkaðu teir niður, har sum teir hvíldu, líka inntil teir vóru beint eystan fyri Gibea.
44 Av Benjamin fullu 18 000 menn, allir samlir djarvir hermenn.
45 So vendu teir og flýddu út í oyðimørkina, til Rimmonsklett, og menn Ísraels drópu á almannavegunum 5000 menn av teimum aftrat; síðani eltu teir teir líka til Gideom og drópu 2000 menn av teimum.
46 Teir av Benjamin, ið fullu henda dag, vóru soleiðis í alt 25 000 menn, vápnaførir, allir samlir djarvir hermenn.
47 Men 600 mans vendu og flýddu út í oyðimørkina, til Rimmonsklett, og teir vórðu á Rimmonskletti í fýra mánaðir.
48 Menn Ísraels fóru aftur til Benjaminitar og høgdu tey niður við svørði, bæði býirnar við fólkinum har og fæið og alt, ið har var; og allar býirnar, ið har vóru, settu teir eld á.