Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 18
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael. Og á teimum døgum leitaði ætt Danita sær eftir arvaluti at búgva í; tí inntil tá høvdu teir ongan arvalut fingið millum ættir Ísraels.
2 Danitar valdu tá fimm menn av ætt síni, djarvar menn úr Zora og Estaol, og sendu teir út at kanna og rannsaka landið; teir søgdu við teir: "Farið og rannsakið landið!" Teir komu tá til Efra’imsfjøll, til hús Mika, og gistu har eina nátt.
3 Táið teir komu tætt at húsi Mika, kendu teir málið á hinum unga manninum, Levitinum; teir hildu tá av vegnum og fóru til hansara og spurdu hann: "Hvør hevur beint teg higar? Hvat hevst tú at her, og hvussu hevur tú tað her?"
4 Hann svaraði: "Tað og tað hevur Mika gjørt við meg; hann hevur leigað meg til prest hjá sær."
5 Tá søgdu teir við hann: "Góði, spyr Gud fyri okkum, so vit kunnu fáa at vita, um ferðin, ið vit gera nú, fer at eydnast!"
6 Presturin svaraði teimum: "Farið í friði - HARRIN vakir yvir ferð tykkara!"
7 Teir fimm menninir fóru nú longur og komu til La’is; teir sóu, at fólkið har livdi sorgleyst, á sama hátt sum Zidoningar - stilt og sorgleyst; har var eingin valdsharri í landinum, sum gjørdi teimum mein í nøkrum; tey búðu langt frá Zidoningum og høvdu einki við nakað annað fólk at gera.
8 Táið teir so komu aftur til brøður sínar í Zora og Estaol, søgdu brøður teirra við teir: "Hvat vita tit at siga?"
9 Teir svaraðu: "Komið, latið okkum fara til La’is! Vit hava sæð landið - tað er frálíkt land! Og tit sita bert kvirrir! Verið ikki seinir avstað hagar at leggja landið undir tykkum!
10 Táið tit koma hagar, finna tit eitt fólk, sum heldur seg vera trygt, og har trýtur ikki rúm í allar ættir! Gud hevur givið tað í hendur tykkara, eitt land, har einki trýtur av tí, sum jørðin kann bera!"
11 Nú hildu 600 vápnaðir menn av ætt Danita avstað úr Zora og Estaol.
12 Teir fóru og tóku støðu í Kirjat-Jearim í Juda; tí verður hetta stað enn í dag rópt tilhald Dans; tað er vestan fyri Kirjat-Jearim.
13 Haðani fóru teir yvir til Efra’imsfjøll og komu til hús Mika.
14 Hinir fimm menninir, ið høvdu verið og kannað La’island, tóku nú til orða og søgdu við brøður sínar: "Vita tit av, at í húsunum her er lívkyrtil og húsgudar og útskorin mynd við stoyptum stabba undir? - So munnu tit duga at síggja, hvat tit eiga at gera?"
15 Teir hildu so av vegnum og fóru til hús hins unga mans, Levitsins - til hús Mika - og heilsaðu honum;
16 men hinir 600 vápnaðu menn av sonum Dans stóðu við portrið.
17 Og teir fimm menninir, ið høvdu verið og kannað landið, fóru niðan og inn og tóku ta útskornu myndina, lívkyrtilin, húsgudarnar og tann stoypta stabban; presturin og teir 600 vápnaðu menninir stóðu við portrið.
18 Táið nú teir fimm menninir høvdu verið inni í húsi Mika og tikið ta útskornu myndina, lívkyrtilin, húsgudarnar og tann stoypta stabban, segði presturin við teir: "Hvat er tað, tit gera!"
19 Teir svaraðu honum: "Tig! Legg hond á munn og kom við okkum og ver faðir og prestur hjá okkum! Hvat er tær betri, at vera prestur fyri hús eins mans ella fyri heila ætt og slekt í Ísrael!"
20 Tá varð presturin glaður; hann tók lívkyrtilin, húsgudarnar og gudamyndina og gav seg í felag við menninar.
21 So vendu teir við og fóru avstað, og teir lótu kvinnurnar, børnini, fæið og tað, ið teir høvdu í viðføri, vera á odda.
22 Táið teir vóru komnir nakað frá húsi Mika, vórðu menninir, ið búðu í húsinum, næst hjá har sum Mika búði, stevndir saman, og teir fingu Danitar aftur.
23 Teir róptu eftir Danitum, og Danitar vendu sær á og søgdu við Mika: "Hvat bagir hjá tær, síðani tú hevur kallað fólk títt saman?"
24 Hann svaraði: "Tit hava tikið gudar mínar, sum eg hevði gjørt mær, og prestin við, og so fara tit avstað! Hvat havi eg nú eftir! Hvussu kunnu tit tá spyrja meg, hvat ið bagir!"
25 Men Danitar svaraðu honum: "Lat okkum ikki hoyra orð meir frá tær! Annars kundi tað hent, at menn, sum eru grammir í huga, lupu á tykkum, so tú komst at volda bæði tær og tínum undirgang!"
26 Síðani fóru Danitar leið sína, og táið Mika sá, at teir vóru honum ov sterkir, vendi hann við og fór aftur til hús.
27 Táið teir nú høvdu tikið alt hetta, ið Mika hevði latið gjørt sær, og prestin, ið hjá honum var, herjaðu teir á La’is, á eitt fólk, ið livdi stilt og sorgleyst, høgdu tey niður við svørði og settu eld á býin.
28 Har var eingin, ið kom teimum til hjálpar; tí býurin var langt frá Zidon, og tey høvdu einki við nakað annað fólk at gera. Býurin lá í dalinum við Bet-Rehob. Síðani bygdu teir hann upp aftur og búsettust har.
29 Teir góvu býnum navnið Dan - eftir ættarfaðir sínum, Dan, syni Ísrael; frammanundan æt býurin La’is.
30 Har settu Danitar upp hina útskornu myndina, og Jónatan, sonur Gersom, son Móses, og eftirkomarar hansara vóru prestar hjá ætt Danita, líka til tann dag fólkið í landinum varð flutt burt í útlegd.
31 Hina útskornu myndina, ið Mika hevði gjørt sær, høvdu teir standandi hjá sær, alla ta tíð hús Guds var í Silo.