Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Hesi vóru fólkasløgini, ið HARRIN læt verða eftir fyri við teimum at royna Ísrael, allar teir Ísraelsmenn, sum ikki høvdu verið við í nøkrum av bardøgunum um Kána’an
2 - bert fyri at hini komandi ættarlið í Ísrael skuldu koma at kenna kríggj og verða vand upp í tí, allir teir, sum ikki høvdu verið í bardaga áður -:
3 Hinir fimm filistarahøvdingar, allir Kána’anitar, Zidoningar og Hevitar, sum búðu á Libanonsfjøllum, frá fjallinum Ba’al-Hermon til hagar sum leiðin liggur til Hamat.
4 Tey vórðu eftir, fyri at Ísrael við teimum kundi verða roynt, so koma kundi fyri dagin, um tey vildu akta boðini, ið HARRIN við Mósesi hevði givið fedrum teirra.
5 Men táið Ísraelsmenn nú búðu mitt ímillum Kána’anitar, Hetitar, Amoritar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar,
6 tóku teir døtur teirra til konur, góvu sonum teirra døtur sínar og dýrkaðu gudar teirra.
7 Ísraelsmenn gjørdu tað, ið ónt var í eygum HARRANS; teir gloymdu HARRAN Gud sín og dýrkaðu Ba’alarnar og Asjerurnar.
8 Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Ísrael, og Hann seldi tey Kusan-Risatajim í hendur, honum, sum var kongur í Áram-Naharajim, og Ísraelsmenn stóðu 8 ár undir Kusan-Risatajim.
9 Tá róptu Ísraelsmenn til HARRAN, og HARRIN læt hjálparmann stíga fram millum Ísraelsmenn; hann frelsti tey; tað var Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann.
10 Andi HARRANS kom yvir hann, og hann varð dómari í Ísrael; hann fór út í bardaga, og HARRIN gav Kusan-Risatajim, kongin í Áram, í hendur hansara, so at hann vann á Kusan-Risatajim.
11 Landið hevði nú frið í 40 ár; so doyði Otniel Kenizitur.
12 Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, sum ónt var í eygum HARRANS. Tá læt HARRIN Eglon, kongin í Móab, fáa vald yvir Ísrael - aftur fyri at tey gjørdu tað, sum ónt var í eygum HARRANS.
13 Hann fekk við sær Ammonitar og Amalekitar, fór út og vann sigur á Ísrael og tók Pálmastaðin.
14 Undir Eglon, konginum í Móab, stóðu Ísraelsmenn 18 ár.
15 Men táið Ísraelsmenn róptu til HARRAN, læt HARRIN hjálparmann stíga fram millum teirra, Ehud Benjaminit, son Gera, sum var lámur. Táið Ísraelsmenn einaferð sendu Ehud við skatti til Eglon, kongin í Móab,
16 gjørdi hann sær tvíeggjað svørð, gomed langt, og bant sær tað við høgru lið undir klæðunum.
17 Síðani fekk hann Eglon, konginum í Móab, skattin. Eglon var ovurhonds feitur maður.
18 Táið hann nú hevði borið fram skattin, fylgdi hann teimum, ið borið hann høvdu, á leið;
19 men sjálvur vendi hann aftur við Pesilim við Gilgal og læt siga: "Kongurin, eg havi loyndarboð at bera tær!" Tá bað hann hann tiga, inntil øll, ið rundan um hann stóðu, vóru út farin.
20 Ehud kom tá inn til hansara, og hann sat einsamallur í hinum svala taksali sínum. Ehud segði: "Eg havi orð frá Gudi til tín!" Tá reisti hann seg úr sessinum.
21 Men Ehud rætti út vinstru hond, dró svørðið undan høgru lið og rendi tað í búk hansara,
22 so at ikki bert blaðið fór inn, men handfangið við; og blaðið fjaldist av ístrinum, tí hann dró ikki svørðið út úr aftur búki hansara; tað kom út fyri aftan.
23 Ehud fór so út í súlugongina, og hann læt aftur dyr taksalsins eftir sær og læsti tær.
24 Táið hann var farin avstað, komu tænararnir; men táið teir sóu, at dyr taksalsins vóru læstar, søgdu teir: "Hann man hava síni egnu ørindi at gera inni í tí svala kamarinum!"
25 Teir bíðaðu nú ógvuliga leingi, men hann læt ikki upp dyr taksalsins; tá fóru teir eftir lyklinum og lótu upp - og fingu tá at síggja, at harri teirra lá deyður á gólvinum.
26 Men Ehud slapp burtur, meðan teir drálaðu; hann var longu komin um Pesilim og náddi til Se’ira.
27 Táið hann var komin hagar, blásti hann í horn á Efra’imsfjalli; tá hildu Ísraelsmenn oman av fjøllunum við honum á odda.
28 Hann segði við teir: "Skundið tykkum aftan á mær, tí HARRIN hevur givið fíggindar tykkara, Móabitar, í hendur tykkara!" So fylgdu teir eftir honum oman og tóku øll vaðini um Jordan frá Móabitum og lótu ikki ein sleppa yvirum.
29 Teir høgdu tá niður einar 10 000 Móabitar, sum allir vóru sterkir og djarvir menn; ikki ein slapp.
30 Soleiðis varð Móab ta ferðina kúgað undir hond Ísraels. Og landið hevði frið í 80 ár.
31 Aftan á hann kom Samgar, sonur Anat; við píkstavinum, sum neytini vórðu rikin við, feldi hann 600 mans av Filistarum; soleiðis bjargaði eisini hann Ísrael.