Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Í Efra’imsfjøllum búði maður, ið æt Mika.
2 Hann segði við móður sína: "Hinir 1100 seklar av silvuri, ið tiknir vórðu frá tær - eg hoyrdi sjálvur, at tú baðst illbøn av hesi grund - hesin peningur er hjá mær, eg havi tikið hann, og nú skal eg lata teg fáa hann aftur." Tá segði móðir hansara: "Signaður veri tú av HARRANUM, sonur mín!"
3 So flýddi hann móður síni teir 1100 seklarnar av silvuri aftur, og móðir hansara segði: "Henda pening vígi eg nú HARRANUM og gevi syni mínum hann upp í hendur, so hann kann gera útskorna mynd við stoyptum stabba undir."
4 Hann flýddi tá móður síni peningin aftur; og móðir hansara tók 200 seklar av silvuri burturav og læt tað til gullsmið, sum burtur úr tí gjørdi útskorna mynd við stoyptum stabba undir; tað varð síðani sett inn í hús Mika.
5 Hesin maður, Mika, hevði gudshús; og hann læt gera sær lívkyrtil og húsgudar og vígdi ein son sín til prest hjá sær.
6 - Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.
7 Nú var í Betlehem í Juda ungur maður; hann var Levitur, ein av teimum, sum hoyrdu heima í ætt Juda, og búði har sum fremmandur.
8 Hesin maður fór úr býi sínum, Betlehem í Juda, og ætlaði at finna sær okkurt annað stað at búgva. Á ferð síni kom hann til Efra’imsfjøll, til hús Mika.
9 Mika spurdi hann: "Hvaðani kemur tú?" Hann svaraði: "Eg eri Levitur úr Betlehem í Juda, og eg eri nú á ferð, til at vita, um eg finni mær okkurt annað stað at búgva."
10 Tá segði Mika við hann: "Kom og ver hjá mær og ver faðir og prestur hjá mær! Eg skal lata teg fáa tíggju seklar av silvuri um árið og halda teg við klæði og kost." - Hann fór tá inn hjá honum.
11 Leviturin játtaði at verða hjá manninum; og hesin ungi maður var honum sum ein av hansara egnu sonum.
12 Mika vígdi so Levitin, og hin ungi maðurin varð prestur hjá honum og varð verandi í húsi Mika.
13 Tá segði Mika: "Nú veit eg, at HARRIN fer at gera væl við meg, við tað at eg havi fingið Levit til prest!"