Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Tíðliga morgunin eftir helt Jerubba’al - tað er Gideon - avstað við øllum fólkinum, ið við honum var, og tók støðu við Harodkeldu; men Midjanitar høvdu tikið støðu norðan fyri hann, av Morehædd oman í dalin.
2 Tá segði HARRIN við Gideon: "Tú hevur ov mikið fólk við tær! So mongum gevi Eg ikki Midjanitar í hendur; annars kundi Ísrael erpað sær ímóti Mær og sagt: "Tað er mín egna hond, ið hevur frelst meg!"
3 Lat tí nú rópa út fyri fólkinum: "Ein og hvør, ið óttafullur og ræddur er, hann kann venda við og fara heimaftur av Gileadsfjalli!"" Tá vendu 22 000 mans av fólkinum aftur, og 10 000 vórðu eftir.
4 Men HARRIN segði við Gideon: "Ov mikið fólk er enn! Lat teir fara oman at vatninum, so skal Eg royna teir fyri teg har, og tann, ið Eg sigi, skal fara við tær, hann skal fara við tær, men ein og hvør, sum Eg sigi, ikki skal fara við tær, hann skal ikki fara!"
5 Hann læt nú fólkið fara oman at vatninum, og HARRIN segði við Gideon: "Allar teir, ið leppa vatnið við tunguni eins og hundar, skalt tú lata standa fyri seg, og somuleiðis allar teir, ið leggja seg á knæ at drekka!"
6 Teir, ið tá leptu vatnið við at drekka úr lógvanum, vóru 300 í tali; alt hitt fólkið legði seg á knæ at drekka av vatninum.
7 Tá segði HARRIN við Gideon: "Við hinum 300 monnum, ið leptu, skal Eg frelsa tykkum og geva Midjanitar í hond tína; alt hitt fólkið kann fara aftur til hús!"
8 Hann tók so ferðakostin og hornini frá fólkinum; síðani læt hann allar Ísraelsmenn fara heimaftur hvønn til sín, teir 300 menninar undantiknar; teir hevði hann eftir hjá sær. - Og tilhald Midjanita var niðan fyri hann, á slættanum.
9 Somu nátt segði HARRIN við hann: "Reis teg og far oman í tilhaldið! Eg havi givið teir í hond tína.
10 Og ræðist tú at fara oman, so far fyrst oman við tænara tínum Pura!
11 Lurta so eftir tí, sum teir tosa har, so skalt tú fáa dirvi at fara oman í tilhaldið!" So fóru hann og tænari hansara Pura oman til teirra, sum hildu vakt ytst í tilhaldinum.
12 Midjanitar, Amalekitar og allar ættirnar fyri eystan høvdu tikið støðu har á slættanum, so tættir sum grashoppur; ikki stóð til at telja kamelar teirra; teir vóru sum sandur á sjóvarstrond.
13 Júst táið Gideon kom, var har ein maður, sum segði einum øðrum frá dreymi, ið hann hevði havt; hann segði: "Eg hevði dreym, og veitst tú, byggbreyð kom rullandi oman móti tilhaldi Midjanita; táið tað kom at tjaldinum, rendi tað undir tað og koyrdi tað umkoll, og har lá tjaldið!"
14 Tá svaraði hin: "Hatta er einki annað enn svørð Gideons Ísraelsmans, sonar Jóasar - Gud hevur givið Midjanitar og alt tilhaldið í hond hansara!"
15 Táið Gideon hoyrdi henda dreym verða frásagdan, og hvussu hann varð týddur, tilbað hann. Síðani fór hann aftur, hagar sum Ísrael hevði tikið støðu, og segði: "Á føtur! HARRIN hevur givið Midjanitaherin í hond tykkara!"
16 Síðani býtti hann teir 300 menninar sundur í tríggjar flokkar og gav teimum øllum horn í hendurnar, somuleiðis tómar krukkur við kyndlum í.
17 Og hann segði við teir: "Aktið nú eftir mær og gerið sum eg! Táið eg komi tætt at tilhaldinum, skulu tit gera sum eg;
18 táið eg blási í hornið, eg og allir teir, ið við mær eru, skulu eisini tit blása í hornini rundan um alt tilhaldið og rópa: "Fyri HARRAN og fyri Gideon!""
19 Gideon og teir 100 menninir, ið hjá honum vóru, komu nú tætt at tilhaldinum - tað var, táið mittasta náttarvaktin tók við; teir høvdu júst sett vaktarmenninar. Teir blástu tá í hornini og brutu sundur krukkurnar, sum teir høvdu í hondini.
20 Teir blástu í hornini, allir tríggir flokkarnir, og brutu sundur krukkurnar; við vinstru hond tóku teir kyndlarnar, og í høgru hond høvdu teir hornini og blástu í tey, og teir róptu: "Svørð fyri HARRAN og fyri Gideon!"
21 Teir vórðu standandi, har sum teir stóðu, hvør á staði sínum, rundan um tilhaldið. Tá vaknaði allur herurin, og teir skóru í róp og flýddu.
22 Táið teir blástu í tey 300 hornini, vendi HARRIN svørði teirra móti teirra egnu monnum í øllum herinum; allur herurin flýddi til Bet-Hasitta, yvir ímóti Zerera, at áarbakkanum við Abel-Mehola, beint yvir av Tabbat.
23 Nú vórðu Ísraelsmenn stevndir saman úr Naftali, Aser og øllum Manasse, og teir hildu eftir Midjanitum.
24 Og Gideon sendi boð um í øllum fjallalandi Efra’ims og læt kunngera: "Farið móti Midjanitum og forðið teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan!" Tá vórðu allir Efra’imitar stevndir saman, og teir forðaðu teimum at sleppa at vatninum, líka til Bet-Bara og Jordan.
25 Teir tóku tveir høvdingar Midjanita, Oreb og Ze’eb; Oreb drópu teir á Orebskletti, og Ze’eb í Ze’ebsvínpersu. Síðani hildu teir eftir Midjanitum; men høvd Orebs og Ze’ebs høvdu teir við sær til Gideon hinumegin Jordan.