Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Í Mizpa høvdu menn Ísraels gjørt henda eið: "Eingin okkara skal geva nøkrum Benjaminiti dóttur sína til konu!"
2 Men táið fólkið nú var komið til Betel, sótu teir har fyri ásjón Guds líka til kvølds; teir grótu hart og leingi
3 og søgdu: "HARRI Gud Ísraels, hví hevur slíkt hent í Ísrael, at í dag ein heil ætt av Ísrael saknast?"
4 Tíðliga morgunin eftir reisti fólkið altar har og ofraði brennioffur og takkoffur.
5 Síðani søgdu Ísraelsmenn: "Man nakar vera millum allar ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN við samkomuni?" - Tí teir høvdu gjørt dýran eið, at tann, ið ikki kom hagar til HARRAN í Mizpa, skuldi lata lív.
6 Og nú syrgdu Ísraelsmenn um Benjamin, bróður sín, og teir søgdu: "Í dag er ein ætt høgd burtur av Ísrael!
7 Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir fáa konur? Vit hava jú svorið um HARRAN, at vit onga av døtrum okkara skulu geva teimum til konu!"
8 So spurdu teir: "Man nakar vera millum ættir Ísraels, sum ikki kom higar til HARRAN í Mizpa?" - Og tað vísti seg, at úr Jabes í Gilead var eingin komin í tilhaldið, til fundin har.
9 Táið fólkið varð talt, vísti tað seg, at eingin av teimum, sum búðu í Jabes í Gilead, var har.
10 Tá sendi samkoman 12 000 mans av herfólkinum hagar og gav teimum hetta boð: "Farið og høggið niður við svørði teir, sum búgva í Jabes í Gilead, við kvinnum og børnum!
11 Soleiðis skulu tit gera: Alt mannkyn og allar kvinnur, ið hava havt við mann at gera, skulu tit sláa við banni!"
12 Teir funnu tá millum teirra, sum búðu í Jabes í Gilead, 400 ungar gentur, sum vóru moyggjar og ikki høvdu verið manni nær og havt við hann at gera; tær tóku teir við sær til tilhaldið í Silo í Kána’anslandi.
13 So sendi øll samkoman boð til Benjaminitar, ið vóru á Rimmonskletti, og beyð teimum frið.
14 Tá komu Benjaminitar við tað sama aftur, og teir góvu teimum tær kvinnurnar úr Jabes í Gilead, sum teir høvdu latið livað. Men tær vóru ikki nóg mangar til teirra.
15 Og fólkið syrgdi um Benjamin; tí HARRIN hevði høgt skarð í ættir Ísraels.
16 Hinir elstu í samkomuni søgdu: "Hvat skulu vit gera fyri teir, ið eftir eru, so teir kunnu fáa konur? Allar kvinnur eru jú týndar úr Benjamin!"
17 Og teir søgdu: "Teir, ið eftir liva, skulu fáa tað, ið Benjamin hevur átt, so ikki ein heil ætt í Ísrael skal týnast.
18 Men vit kunnu onga av døtrum okkara geva teimum til konu!" - Tí Ísraelsmenn høvdu svorið: "Bannaður veri tann, ið gevur Benjaminiti dóttur sína til konu!"
19 So søgdu teir: "Ár eftir ár verður jú høgtíð hildin fyri HARRANUM í Silo!" - Tað liggur norðan fyri Betel, eystan fyri almannavegin, ið gongur úr Betel til Sikem, og sunnan fyri Lebona.
20 Teir søgdu nú við Benjaminitar: "Farið og leggið tykkum á lúr í víngørðunum!
21 Hyggið so væl eftir, táið tær ungu genturnar úr Silo koma út at dansa - tá skulu tit leypa út úr víngørðunum og ræna tykkum hvør sína konu av teimum ungu gentunum úr Silo og so fara heimaftur til Benjaminsland!
22 Táið tá fedrar ella brøður teirra koma og seta at okkum, skulu vit siga við teir: "Gevið teimum fyri okkara skuld hasar genturnar, tí vit vunnu teimum ikki øllum konur í bardaganum! Og tað eru ikki tit, ið hava givið teimum genturnar - so høvdu tit jú drigið skyld oman yvir tykkum!""
23 Hetta gjørdu Benjaminitar so; teir tóku sær konur av kvinnunum, ið dansaðu; hvør sína rændu teir; síðani fóru teir heimaftur til arvalut sín, bygdu býirnar upp aftur og vórðu búgvandi har.
24 Eisini hinir Ísraelsmenn fóru avstað haðani, hvør til ætt og slekt sína; teir fóru haðani, hvør til arvalut sín.
25 Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; ein og hvør gjørdi tað, ið hann lysti.