Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 15
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Nakað eftir hetta - tað var, meðan teir heystaðu hveitina - kom Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við. Hann segði: "Lat meg sleppa inn í kamarið til konu mína!" Men tað vildi faðir hennara ikki lova honum;
2 hann segði: "Eg ivaðist ikki í, at tú hevði kastað hatur á hana; tí læt eg brúðarsvein tín fáa hana. Men hin yngra systirin er vakrari enn hon; tak hana í staðin fyri!"
3 Tá segði Samson við tey: "Hesa ferð eri eg ikki at lasta, um eg geri Filistarum ilt!"
4 So fór Samson og fangaði 300 revar; síðani fekk hann sær kyndlar, bant halarnar saman á tveimum og tveimum og festi ein kyndil mitt ímillum báðar halarnar.
5 So tendraði hann í kyndlarnar, slepti revunum inn í akrar Filistaranna og brendi soleiðis upp bæði bundi, óskorið korn og oljugarðar.
6 Filistarar spurdu nú: "Hvør hevur gjørt hetta?" Og svarað varð: "Samson, dótturmaður Timnitin; tað var, tí hann tók konu hansara og læt brúðarsvein hansara fáa hana." Tá fóru Filistarar og brendu bæði hana og faðir hennara inni.
7 Men Samson segði við teir: "Bera tit tykkum so at, skal eg ikki binda frið, fyrrenn eg fái hevnt meg á tykkum!"
8 So bardi hann teir bæði sundur og saman, so har varð stórt mannafall. Síðani fór hann niður í gjónna við Etam og varð verandi har.
9 Filistarar komu nú og tóku støðu í Juda, og teir breiddu seg út í Lehi.
10 Tá søgdu Judamenn: "Hví eru tit komnir móti okkum?" Teir svaraðu: "Vit eru komnir higar at binda Samson og gera við hann, sum hann hevur gjørt við okkum!"
11 Nú fóru 3000 mans úr Juda til gjónna við Etam og søgdu við Samson: "Veitst tú ikki, at Filistarar eru harrar okkara! Hví hevur tú tá gjørt okkum hetta?" Hann svaraði teimum: "Eg havi gjørt við teir, sum teir hava gjørt við meg!"
12 Men teir søgdu við hann: "Vit eru komnir higar at binda teg og geva teg í hendur Filistara." Tá segði Samson við teir: "Gerið mær eið uppá, at tit drepa meg ikki!"
13 Teir svaraðu honum: "Nei, vit skulu bert binda teg og geva teg í hendur teirra - drepa teg skulu vit ikki!" So bundu teir hann við tveimum nýggjum togum og fóru upp úr gjónni við honum.
14 Men táið hann kom til Lehi, og Filistarar við gleðirópum lupu ímóti honum, kom Andi HARRANS yvir hann; togini um armar hansara vórðu sum brendur líntráður, og bondini fullu av hondum hansara, sum tey høvdu verið rotin.
15 So fann hann nýtt esilskjálkabein; og hann rætti út hondina og tók tað og høgdi niður við tí 1000 mans.
16 Tá segði Samson: "Við esilskjálkabeini drap eg ein flokk, ja, tveir, við esilskjálkabeini drap eg 1000 mans!"
17 Táið hann hevði sagt hetta, blakaði hann kjálkabeinið frá sær; tí fekk hetta stað navnið Ramat-Lehi.
18 Men við tað at hann var ógvuliga tystur, rópti hann til HARRAN og segði: "Tú hevur givið henda stóra sigur við hond tænara Tíns, og skal eg so nú doyggja av tosta og falla í hendur óumskorna manna?"
19 Tá opnaði Gud kulluna, sum er í Lehi, og vatn rann upp úr henni; táið hann hevði drukkið, fekk hann lívsmegi sína aftur. Tí fekk henda keldan navnið En-Hakkore; hon er í Lehi enn í dag.
20 Hann var 20 ár dómari í Ísrael - í filistaratíðini.