Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 11
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Jefta Gileaditur var veldigur kappi. Men hann var skøkjusonur; faðir hansara var Gilead.
2 Eisini við konu síni átti Gilead synir; og táið synir konunnar komu til, róku teir Jefta burt og søgdu við hann: "Tú fært ikki part í arvinum eftir pápa, tí tú ert sonur fremmanda kvinnu!"
3 Jefta flýddi tá fyri brøðrum sínum og búsettist í landinum Tob; har savnaðist ein flokkur av vánamonnum um hann og vóru við honum á ferðum hansara.
4 So gekk ein tíð; tá var tað, Ammonitar herjaðu á Ísrael.
5 Og táið Ammonitar byrjaðu bardaga móti Ísrael, fóru hinir elstu í Gilead avstað at fáa Jefta heimaftur úr landinum Tob.
6 Teir søgdu við Jefta: "Kom og ver formaður okkara, so skulu vit halda ímóti Ammonitum!"
7 Jefta svaraði hinum elstu í Gilead: "Hava tit ikki hatað meg og rikið meg burtur úr húsi faðirs míns! Hví koma tit tá til mín, nú tit eru í neyð?"
8 Men hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: "Tí koma vit jú aftur til tín nú! Vilt tú koma við okkum í bardaga móti Ammonitum, so skalt tú vera høvdingi yvir okkum, yvir øllum, sum í Gilead búgva!"
9 Tá svaraði Jefta hinum elstu í Gilead: "Fáa tit meg nú heimaftur við tykkum, í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gevur teir í vald mítt, so eri tað eg, ið skal vera høvdingi tykkara!"
10 Hinir elstu í Gilead søgdu við Jefta: "HARRIN skal vera vitni okkara millum - Hann straffi okkum, gera vit ikki, sum tú sigur!"
11 So fór Jefta við hinum elstu í Gilead; fólkið gjørdi hann til høvdinga og formann sín, og í Mizpa tók hann upp aftur fyri ásjón HARRANS alt tað, ið hann hevði sagt.
12 Nú sendi Jefta boð til ammonitakong og læt siga: "Hvat er okkara millum, síðani tú kemur ímóti mær at herja á land mítt?"
13 Ammonitakongur svaraði sendimonnum Jefta: "Jú, Ísrael tók land mítt, táið teir komu úr Egyptalandi, líka frá Arnon at Jabbok og Jordan - lat tað nú aftur við góðum!"
14 Men Jefta sendi uppaftur boð til ammonitakong
15 og læt siga: "So sigur Jefta: "Ísrael hevur ikki tikið land frá Móab ella frá Ammon!
16 Tí táið teir fóru út av Egyptalandi, fór Ísrael gjøgnum oyðimørkina at Reyðahavi og kom síðani til Kades.
17 Tá sendi Ísrael boð til edomskong og læt siga: "Gev mær loyvi at fara gjøgnum land títt!" Men edomskongur lurtaði ikki eftir teimum. Eisini til móabskong sendu teir boð; men heldur ikki hann vildi. Ísrael varð tá búgvandi í Kades.
18 So fóru teir ígjøgnum oyðimørkina og komu á ferð síni hvørki inn í land Edoms ella Móabs; og táið teir vóru komnir eystur um land Móabs, tóku teir støðu hinumegin Arnon; men teir settu ikki fót sín á tað, ið Móab átti - Arnon er jú mark Móabs.
19 Ísrael sendi so boð til kongin í Hesbon, Sihon amoritakong, og læt siga: "Gev okkum loyvi at fara ígjøgnum land títt, so vit fáa komið, hagar ið vit skulu fara!"
20 Men Sihon trúði ikki Ísrael so væl, at hann tordi at lata tey fara ígjøgnum land sítt; hann savnaði allan her sín, og teir tóku støðu í Jaza og lupu á Ísrael.
21 Tá gav HARRIN Gud Ísraels Sihon og allan her hansara í hendur Ísraels, so at teir vunnu sigur á teimum. Og alt landið, ið Amoritar búðu í, legði Ísrael undir seg;
22 teir tóku alt Amoritaland, líka frá Arnon at Jabbok og frá oyðimørkini at Jordan.
23 Soleiðis rak HARRIN Gud Ísraels Amoritar burt fyri Ísrael, fólki Sínum - og nú ætlar tú at leggja land teirra undir teg!
24 Er tað ikki so, at tað, ið gudur tín, Kamos, letur teg fáa, tað tekur tú í ogn? - Og alt tað, ið HARRIN Gud okkara ruddar fyri okkum, tað taka vit í ogn!
25 Heldur tú teg standa so nógv fremri enn Balak, son Zippor, kongin í Móab? Yppaði hann stríð við Ísrael, ella fór hann í bardaga móti teimum!
26 Nú hevur Ísrael í 300 ár búð í Hesbon og býunum, sum hoyra til tað, í Aroer og býunum, sum hoyra til tað, og í øllum býunum, sum liggja fram við Arnon - hví hava tit ikki tikið teir aftur alla hesa tíð?
27 Eg havi einki ilt gjørt tær, men nú gert tú mær órætt við at leypa á meg. HARRIN, Hann, sum er dómarin, skal í dag døma millum Ísraelsmenn og Ammonitar!""
28 Men ammonitakongur lurtaði ikki eftir tí, sum sendimenn Jefta søgdu við hann.
29 Tá kom Andi HARRANS yvir Jefta, og hann fór ígjøgnum Gilead og Manasse; síðani fór hann til Mizpa í Gilead, og úr Mizpa í Gilead fór hann móti Ammonitum.
30 Jefta gjørdi HARRANUM lyfti og segði: "Gevur Tú Ammonitar í hendur mínar,
31 so skal tann, ið fyrstur kemur ímóti mær úr húsdurum mínum, táið eg í øllum góðum komi aftur frá Ammonitum, hoyra HARRANUM til; eg skal ofra hann sum brennioffur!"
32 So fór Jefta avstað í bardaga móti Ammonitum, og HARRIN gav teir í hendur hansara.
33 Hann vann teir, elti teir frá Aroer allan vegin til Minnit og tók tjúgu býir frá teimum; síðani elti hann teir líka til Abel-Keramim, og mannafallið var ógvuligt. Soleiðis lógu Ammonitar undir fyri Ísraelsmonnum.
34 Men táið Jefta kom aftur til Mizpa, heim til sín sjálvs, kom dóttir hansara ímóti honum við trummum og dansi. Hon var einasta barn hansara - umframt hana hevði hann hvørki son ella dóttur.
35 Táið hann fekk eyga á hana, skræddi hann klæði síni og rópti: "Á, dóttir mín, á, tann sorg, tú voldir mær, á, tann vanlukka, ið tú dregur oman yvir meg! Eg havi gjørt HARRANUM lyfti, og eg kann ikki taka tað aftur!"
36 Tá svaraði hon honum: "Pápi! Hevur tú gjørt HARRANUM lyfti, so ger við meg, sum tú hevur lovað, við tað at HARRIN læt teg fáa hevnd yvir fíggindar tínar, Ammonitar!"
37 Men hon segði við faðir sín: "Eitt fari eg at biðja teg um: Gev mær freist í tveir mánaðir, so eg kann ganga um á fjøllunum og saman við vinkonum mínum gráta um tað, at eg má doyggja sum moyggj!"
38 Hann svaraði: "Ger so!" Og hann gav henni loyvi at vera burtur tveir mánaðir; hon fór tá avstað við vinkonum sínum og græt á fjøllunum um tað, at hon skuldi doyggja sum moyggj.
39 Táið so teir báðir mánaðirnir vóru gingnir, kom hon aftur til faðir sín, og hann gjørdi við hana eftir lyftinum, ið hann hevði lovað. - Maður var henni aldri nær. - Og tað varð siður í Ísrael,
40 at døtur Ísraels hvørt ár fara at prísa dóttur Jefta Gileadit - fýra dagar um árið.