Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Dómararnir
Kapittul 1
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20 21
1 Táið Josva var deyður, spurdu Ísraelsmenn HARRAN: "Hvør av okkum skal fyrstur fara móti Kána’anitum, í bardaga móti teimum?"
2 HARRIN svaraði: "Juda skal fara; Eg gevi landið í hond hansara."
3 Tá segði Juda við bróður sín Símeon: "Kom tú við mær til arvalut mín og lat okkum saman fara í bardaga móti Kána’anitum! So skal eg eisini koma við tær til arvalut tín." Símeon fór við honum.
4 Juda fór nú, og HARRIN gav Kána’anitar og Perizitar í hond hansara, so teir vunnu teir í Bezek og feldu 10 000 mans.
5 Í Bezek komu teir fram á Adonibezek, løgdu á hann og vunnu sigur á Kána’anitum og Perizitum.
6 Adonibezek helt undan, men teir hildu eftir honum, og táið teir høvdu tikið hann, høgdu teir tummilfingrar og stórutær av honum.
7 Tá segði Adonibezek: "Sjeyti kongar, sum tummilfingrar og stórutær vóru høgd av, hevði eg at sanka molar undan borði mínum; sum eg havi gjørt, hevur Gud gjørt aftur við meg!" - Teir fóru nú til Jerúsalem við honum, og har doyði hann.
8 Judamenn herjaðu á Jerúsalem og tóku tað, høgdu fólkið har niður og settu eld á býin.
9 Síðani fóru Judamenn í bardaga móti Kána’anitum, sum búðu í fjallalandinum, í Suðurlandinum og í láglendinum.
10 Fyrst fór Juda móti Kána’anitum í Hebron - sum fyrr í tíðini æt Kirjat-Arba - og vann sigur á Sesai, Ahiman og Talmai.
11 Haðani fór hann móti teimum, sum búðu í Debir - Debir æt fyrr í tíðini Kirjat-Sefer.
12 Tá segði Kaleb: "Tann, ið herjar á Kirjat-Sefer og tekur hann, honum gevi eg Aksu, dóttur mína, til konu."
13 Otniel Kenizitur, sum var bróðir Kaleb og yngri enn hann, tók býin, og hann gav honum dóttur sína Aksu til konu.
14 Men táið hon kom til hansara, eggjaði hon hann at biðja faðir sín um nakað av jørð. Hon leyp niður av eslinum, og Kaleb spurdi hana: "Hvat vilt tú?"
15 Hon svaraði: "Gev mær eina signing! Tú hevur gift meg burtur í hetta turra Suðurlandið - gev mær nú vatnskeldur!" Kaleb gav henni tá Ovaru Keldur og Niðaru Keldur.
16 Eftirkomarar Kenitsins, verfaðirs Mósesar, fóru við Judamonnum úr Pálmastaðnum til Judaoyðimørk, sum liggur sunnan fyri Arad; teir komu og búsettust millum fólkið har.
17 Juda fór síðani avstað við bróður sínum Símeon, og teir vunnu sigur á Kána’anitum, sum búðu í Zefat, og løgdu bann á býin, tí eitur hann nú Horma.
18 Juda tók Gaza og landið, ið til hoyrdi, Askalon og landið, ið til hoyrdi, og Ekron og landið, ið til hoyrdi.
19 HARRIN var við Juda, so hann legði fjallalandið undir seg; men teir, sum búðu á slættlendinum, var hann ikki maður fyri at reka burt, tí teir høvdu jarnvagnar.
20 Kaleb góvu teir Hebron - soleiðis sum Móses hevði sagt; hann rak burtur haðani hinar tríggjar synir Anak.
21 Men Jebusitar, sum í Jerúsalem búðu, fingu Benjaminitar ikki rikið burtur, og Jebusitar vórðu búgvandi í Jerúsalem saman við Benjaminitum og hava búð har líka til henda dag.
22 Eisini hús Jósefs helt avstað og fór ímóti Betel; og HARRIN var við teimum.
23 Hús Jósefs sendi njósnarar til Betel - býurin æt áður Luz -
24 og njósnararnir fingu at síggja ein mann, ið kom út úr býnum; teir søgdu tá við hann: "Vís okkum, hvar til ber hjá okkum at sleppa inn í býin! So skulu vit vísa tær miskunn."
25 Hann vísti teimum tá, hvar til bar hjá teimum at sleppa inn í býin. Teir høgdu so fólkið har niður, men henda mann og alt fólk hansara lótu teir sleppa.
26 Maðurin fór til land Hetita og bygdi har ein bý, sum hann kallaði Luz; tað eitur hann enn í dag.
27 Men teir, sum búðu í Bet-Sean og smábýunum, ið til hoyrdu, í Ta’anak og smábýunum, ið til hoyrdu, í Dor og smábýunum, ið til hoyrdu, í Jibleam og smábýunum, ið til hoyrdu, og í Megiddo og smábýunum, ið til hoyrdu, teir fekk Manasse ikki rikið burt; Kána’anitar fingu í lag at verða búgvandi á hesum leiðum.
28 Táið Ísraelsmenn gjørdust hinir sterkaru, noyddu teir Kána’anitar at træla hjá sær, men burt róku teir teir ikki.
29 Heldur ikki rak Efra’im burt Kána’anitar, sum búðu í Gezer; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra har í Gezer.
30 Zebulon rak ikki burt teir, sum búðu í Kitron og Nahalol; Kána’anitar vórðu búgvandi mitt ímillum teirra, men noyddust at gera trælaarbeiði.
31 Aser rak ikki burt teir, sum búðu í Akko, ei heldur teir, sum búðu í Zidon, Alab, Akzib, Helba, Afik og Rehob;
32 Aseritar búsettust mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; teir róku teir ikki burtur.
33 Naftali rak ikki burtur teir, sum búðu í Bet-Semes og Bet-Anat, men búsettist mitt ímillum Kána’anitar, sum búðu í landinum; men fólkið í Bet-Semes og Bet-Anat noyddist at træla hjá teimum.
34 Amoritar troðkaðu Danitar niðan í fjøllini og lótu teir ikki sleppa oman á slættan.
35 Amoritum eydnaðist at verða búgvandi í Har-Heres, Ajalon og Sa’albim; men seinni varð hús Jósefs við yvirlutan og noyddi teir at træla hjá sær.
36 Landamark Amorita gekk av Akrabbimskarði til Sela og longur niðan.