1 | Einaferð fór Samson til Timna; har sá hann kvinnu, eina av døtrum Filistara. |
|
2 | Táið hann kom aftur haðani, segði hann faðir sínum og móður síni frá tí: "Eg sá kvinnu í Timna, eina av døtrum Filistara; hana mugu tit fáa mær til konu!" |
|
3 | Faðir og móðir hansara svaraðu honum: "Er tá eingin kvinna millum allar døtur skyldmenn tínar ella í øllum fólki tínum, síðani tú ætlar at fara og taka tær konu hjá hinum óumskornu Filistarum!" Men Samson segði við faðir sín: "Nei, hana mást tú fáa mær, tí tað er hana, ið eg eri góður við!" |
|
4 | Faðir og móðir hansara vitstu ikki, at hetta kom frá HARRANUM, sum leitaði høvi til stríð við Filistarar. - Um hesa tíðina vóru Filistarar harrar yvir Ísrael. |
|
5 | Samson og faðir og móðir hansara fóru nú til Timna, og táið tey komu at víngørðunum við Timna, kom ung leyva brølandi ímóti honum. |
|
6 | Tá kom Andi HARRANS yvir hann, og hann skræddi hana sundur við berum hondum, sum tað hevði verið geitarlamb; men faðir sínum og móður síni segði hann ikki tað, ið hann hevði gjørt. |
|
7 | So fór hann og bað um kvinnuna; tí Samson var góður við hana. |
|
8 | Táið hann so eina tíð eftir kom aftur at giftast við henni, fór hann burtur frá vegnum at hyggja at hini deyðu leyvuni, og tá var ein flokkur av býflugum og hunangur í leyvurænum. |
|
9 | Hann tók tá hunangin upp í hendurnar og át av honum, meðan hann gekk; og táið hann kom til faðir sín og móður sína, gav hann teimum burturav, og tey ótu; men hann segði teimum ikki, at tað var úr ræi leyvunnar, hann hevði tikið hunangin. |
|
10 | Táið nú faðir hansara kom til kvinnuna, gjørdi Samson gildi har, soleiðis sum teir ungu dreingirnir plagdu at gera. |
|
11 | So skjótt sum tey sóu hann, valdu tey 30 brúðarsveinar, sum skuldu vera hjá honum. |
|
12 | Við teir segði Samson: "Eg skal bera tykkum upp gátu; gita tit mær hana, áðrenn teir sjey gildisdagarnir eru gingnir - og gita tit hana beint - skal eg geva tykkum 30 fínar skjúrtur og 30 høgtíðarklædningar; |
|
13 | men duga tit ikki at gita hana, skulu tit geva mær 30 fínar skjúrtur og 30 høgtíðarklædningar." Teir svaraðu: "Ber upp gátu tína, lat okkum hoyra hana!" |
|
14 | Tá segði hann við teir: "Úr etaranum kom matur, og úr tí sterka kom søtt." - Men tríggir dagar gingu, og teir vóru ikki førir fyri at gita gátuna. |
|
15 | Sjeynda dagin søgdu teir við konu Samson: "Lokka mann tín at siga okkum, hvussu gátan skal gitast! Annars brenna vit bæði teg og hús faðirs tíns inni! - Hava tit boðið okkum higar at arma okkum út!" |
|
16 | Kona Samson hekk nú yvir hann við gráti og segði: "Tú hatar meg bert og elskar meg ikki! Tú hevur borið landsmonnum mínum upp gátu, og mær hevur tú ikki sagt, hvussu hon skal gitast!" Hann svaraði henni: "Eg havi hvørki sagt pápa ella mammu tað - skuldi eg tá sagt tær tað!" |
|
17 | Men hon hekk yvir hann við gráti, allar sjey dagarnar ið gildið stóð, og sjeynda dagin segði hann henni, hvussu gátan skuldi gitast - av tí at hann fekk ikki frið fyri henni. Og so segði hon landsmonnum sínum tað. |
|
18 | Sjeynda dagin, áðrenn sólin gekk undir, søgdu so menninir í býnum við hann: "Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn leyva!" Men hann svaraði teimum: "Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so høvdu tit ikki gitt gátu mína!" |
|
19 | So kom Andi HARRANS yvir hann, og hann fór til Askalon og drap 30 menn har, tók klæði teirra og læt teir, ið gátuna høvdu gitt, fáa tey til høgtíðarklæði. Og vreiði hansara tendraðist, og hann fór heimaftur til hús faðirs síns. |
|
20 | Men kona Samson varð givin tí brúðarsveininum, sum hann hevði valt sær til fylgissvein. |
|
|