Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 9
12345678 910111213141516
1 Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum!
2 Eri eg ikki øðrum ápostul, so eri eg tykkum tað, ið hvussu er; tit eru í Harranum innsigli ápostlaembætis míns.
3 Hetta er verja mín móti teimum, ið døma meg.
4 Hava vit ikki rætt at eta og drekka!
5 Hava vit ikki rætt at føra eina systur við okkum sum konu - líka væl sum hinir ápostlarnir og brøður Harrans og Kefas!
6 Ella eru eg og Barnabas teir einastu, sum ikki hava rætt at lata vera at arbeiða!
7 Hvør tænir nakrantíð sum hermaður fyri egna løn! Hvør plantar víngarð og etur ikki av ávøksti hansara! Ella hvør røktar fylgi og drekkur ikki av mjólk fylgisins!
8 Sigi eg hetta, bert tí menniskju eru von at siga so! Sigur ikki eisini lógin hetta!
9 Í Móselóg er jú skrivað: "Tú skalt ikki múlbinda oksan, ið treskir." - Eru tað oksarnir, ið liggja Gudi á hjarta,
10 ella sigur Hann tað ikki, ið hvussu er, fyri okkara skuld! Jú, fyri okkara skuld er tað skrivað; tí tann, ið pløgir, skal pløga í vón, og tann, ið treskir, skal gera tað í vón um at fáa part sín.
11 Hava vit sáað tykkum hitt andaliga góða, er tað tá nakað stórt, um vit heysta tímiliga góða tykkara!
12 Hava aðrir henda rætt yvir tykkum, skuldu vit tá ikki enn meiri havt hann! Tó hava vit ikki nýtt henda rætt; nei, vit tola alt, fyri at vit skulu einki hindur leggja fyri evangelium Kristusar.
13 Vita tit ikki, at teir, sum gera tænastu í templinum, fáa føði sína úr templinum, og at teir, ið tæna við altarið, fáa part saman við altarinum!
14 Soleiðis er tað eisini boð Harrans, at teir, ið kunngera evangeliið, skulu liva av evangeliinum.
15 Men eg havi ongum av hesum gjørt nýtslu av. Heldur ikki skrivi eg hetta, fyri at so skal verða við mær; eg vildi fyrr doyð, enn at nakar skal gera rós mítt til einkis.
16 Tí um eg kunngeri evangeliið, er tað einki at rósa mær av; tað eri eg noyddur til; vei mær, um eg kunngeri ikki evangeliið!
17 Geri eg tað av fríum vilja, eigi eg løn, og geri eg tað av noyðslu, so er tað húshald, ið mær er litið upp í hendur.
18 Hvat er tá løn mín? At eg, táið eg kunngeri evangeliið, geri tað fyri einki og soleiðis ikki geri nýtslu av rætti mínum í evangeliinum.
19 Tí tóat eg eri fríur frá øllum, havi eg kortini gjørt meg til tænara alra, fyri at eg kann vinna tess fleiri.
20 Eg eri vorðin Jødunum sum Jødi - fyri at vinna Jødar; teimum, ið undir lógini eru, eri eg vorðin sum ein, ið undir lógini er - tóat eg sjálvur eri ikki undir lóg - fyri at vinna tey, sum undir lógini eru;
21 teimum, ið uttan lóg eru, eri eg vorðin sum ein, ið uttan lóg er - tóat eg eri ikki uttan lóg fyri Gudi, men undir lóg Kristusar - fyri at vinna tey, sum uttan lóg eru.
22 Hinum veiku eri eg vorðin veikur - fyri at vinna hini veiku; eg eri vorðin øllum alt, fyri, ið hvussu er, at frelsa nøkur!
23 Alt geri eg fyri evangeliums skuld, fyri at eg kann fáa part saman við tí.
24 Vita tit ikki, at teir, sum á skeiðvøllinum renna, renna víst allir, men bert ein fær sigurslønina! Rennið soleiðis, fyri at tit kunnu vinna hana!
25 Teir, sum eru við í kappleikum, eru allir fráhaldandi í øllum; teir gera tað fyri at fáa forgeingiligan krans, men vit fyri at fáa óforgeingiligan.
26 Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina;
27 nei, eg kúgi likam mítt og haldi tað í trældómi, fyri at eg, sum prædikað havi fyri øðrum, skal ikki sjálvur verða vrakaður.