Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 7
123456 78910111213141516
1 Nú, viðvíkjandi tí, sum tit skrivaðu um, so er tað manni gott, ikki at nema kvinnu.
2 Men fyri siðloysis skuld havi hvør maður sína egnu konu, og hvør kvinna sín egna mann!
3 Maðurin geri konuni skyldu sína, somuleiðis eisini konan manninum!
4 Konan ræður ikki yvir sínum egna likami, men maðurin; somuleiðis ræður heldur ikki maðurin yvir sínum egna likami, men konan.
5 Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum - eina tíð, so tit fáa givið tykkum til bøn - og komið so saman aftur, fyri at Satan skal ikki freista tykkum, av tí at tit eru ikki ment at vera fráhaldandi!
6 - Eg sigi hetta sum loyvi, ikki sum boð.
7 Eg vildi, at øll menniskju vóru, sum eg eri sjálvur; men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Gudi, ein so, og annar so.
8 Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg.
9 Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.
10 Hinum giftu gevi eg tað boð - tó ikki eg, men Harrin - at kona má ikki skiljast frá manni sínum -
11 og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin - og at maður má ikki skiljast frá konu síni.
12 Við hini sigi eg - ikki Harrin -: Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu - og hon vil búgva saman við honum - so skilji hann seg ikki frá henni!
13 Og hevur ein kona vantrúgvandi mann - og hann vil búgva saman við henni - so skilji hon seg ikki frá manni sínum!
14 Tí hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg.
15 Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum - men Gud hevur kallað okkum til frið.
16 Tí hvat veitst tú, kona, um tú kanst frelsa mann tín! Og hvat veitst tú, maður, um tú kanst frelsa konu tína!
17 Tó skal ein og hvør gera, so sum Harrin hevur givið honum, sum Gud hevur kallað hann. Soleiðis skipi eg fyri í øllum samkomunum.
18 Varð ein kallaður sum umskorin, skal hann ikki aftur gera seg líkan hinum óumskornu; varð ein kallaður sum óumskorin, skal hann ikki lata seg umskera.
19 At vera umskorin hevur einki at týða; at vera óumskorin hevur einki at týða - men at halda boð Guds.
20 Ein og hvør verði verandi í tí kalli, sum hann varð kallaður í!
21 Vart tú kallaður sum trælur, so ger tær onga sorg av tí! Men kanst tú eisini verða frælsur, so tak fyrr tað!
22 Tí tann, sum kallaður er í Harranum sum trælur, er hin frígivni Harrans; á sama hátt er eisini tann, ið kallaður er sum frælsur, trælur Kristusar.
23 Tit eru dýrt keypt - verðið ikki menniskjatrælir!
24 Í tí standi, sum ein og hvør varð kallaður í, brøður - í honum verði hann verandi hjá Gudi!
25 Nú, viðvíkjandi hinum ógiftu - tá havi eg einki boð frá Harranum; men eg sigi tað, ið eg haldi - sum tann, ið Harrin av náði hevur givið at vera trúverdur.
26 Eg haldi tá, við teirri neyð fyri eyga, sum nú er, at tað menniskja ger væl, ið verður verandi, sum tað er.
27 Ert tú bundin til konu, so royn ikki at verða loystur! Ert tú ikki bundin til konu, so søk ikki konu!
28 Men um so er, at tú giftist, syndar tú ikki, og um hin ógifta kvinnan giftist, syndar hon ikki; tó koma slík at fáa trongd í holdinum - men eg vildi spart tykkum.
29 Men tað sigi eg, brøður, at tíðin er stutt; tí mugu hereftir bæði teir, ið konur hava, vera, sum teir onga høvdu,
30 tey, ið gráta, sum tey høvdu ikki grátið, tey, ið gleðast, sum tey høvdu ikki glett seg, tey, ið keypa, sum tey høvdu einki átt,
31 og tey, ið nýta heimin, sum tey høvdu ikki nýtt hann; tí hesin heimur - soleiðis sum hann nú sær út - forgongur;
32 og eg vildi, at tit kundu sloppið frá at stúrt. Hin ógifti hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hann kann toknast Harranum;
33 men hin gifti hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hann kann toknast konuni.
34 Eisini er munur á konu og ógiftari kvinnu. Hin ógifta hevur umsorgan fyri tí, ið Harranum hoyrir til, hvussu hon kann vera heiløg, bæði í likami og anda; men hin gifta hevur umsorgan fyri tí, ið heiminum hoyrir til, hvussu hon kann toknast manninum.
35 Hetta sigi eg til tykkara egna gagn, ikki fyri at seta snerru fyri tykkum, men fyri at fremja tað, sum sømiligt er: At tit óhindrað halda fast við Harran.
36 Men heldur onkur, at hann ger ikki væl við moyggj sína, um hon er farin um ungdómsárini, so geri hann, sum hann vil, táið nú so má vera - hann syndar ikki - giftist tey!
37 Men tann, sum stendur fastur í hjarta sínum og er ikki undir noyðslu, men er mentur at gera, sum hann vil, og hevur sett sær fyri í hjarta sínum, at hann skal varðveita moyggj sína - hann ger væl.
38 Tann, sum gevur í hjúnaband, ger tí væl, og tann, sum ikki gevur í hjúnaband, ger betur.
39 Konan er bundin, so leingi sum maður hennara livir; men er maður hennara deyður, er henni frítt at giftast við hvørjum, hon vil - bert tað verður gjørt í Harranum.
40 Men lukkuligari er hon, um hon verður verandi, sum hon er - eftir áskoðan míni, og eg haldi meg eisini hava Anda Guds!