|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 3 | | | | 1 | Og eg, brøður, fekk ikki talað við tykkum sum, við andalig, men bert sum við holdlig, sum við nýføðingar í Kristusi. |
| 2 | Mjólk gav eg tykkum at drekka; mat gav eg tykkum ikki, tí tað toldu tit ikki enn. Ja, tit tola tað ikki nú heldur, |
| 3 | tí tit eru holdlig enn. Tí táið øvund og træta er tykkara millum, eru tit tá ikki holdlig og bera tykkum at, sum menniskju eru von! |
| 4 | Táið ein sigur: "Eg eri Paulusarmaður!" ein annar: "Eg eri Apollosarmaður!" - eru tit tá ikki "menniskju"! |
| 5 | Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við - og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum. |
| 6 | Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst. |
| 7 | Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst. |
| 8 | Tann, ið plantar, og tann, ið vatnar, eru eitt; tó skal hvør fáa sína egnu løn, eftir sínum egna arbeiði. |
| 9 | Tí vit eru samverkamenn Guds; tit eru akurlendi Guds, bygningur Guds. |
| 10 | Eftir tí náði Guds, ið mær er givin, havi eg sum vísur byggimeistari lagt grundina, og annar byggir á hana. Men ein og hvør síggi til, hvussu hann byggir á hana! |
| 11 | Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus. |
| 12 | Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi, |
| 13 | so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna. |
| 14 | Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn; |
| 15 | men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld. |
| 16 | Vita tit ikki, at tit eru tempul Guds, og at Andi Guds býr í tykkum? |
| 17 | Oyðir nú nakar tempul Guds, skal Gud oyða hann; tí tempul Guds er heilagt, og tað eru tit. |
| 18 | Eingin dári seg sjálvan! Tykist nakar millum tykkara at vera vísur í hesum heimi - hann verði dári, fyri at hann kann verða vísur! |
| 19 | Tí vísdómurin, ið hoyrir hesum heimi til, er Gudi dárskapur. Skrivað er jú: "Hann, sum fangar hinar vísu í sviki teirra", |
| 20 | og uppaftur: "Harrin kennir hugsanir hinna vísu, at tær eru fáfongdar." |
| 21 | Eingin rósi sær tí av menniskjum! Alt er jú tykkara - |
| 22 | tað veri Paulus, Apollos ella Kefas, tað veri heimurin, lív ella deyði, tað veri tað, ið nú er, ella tað, ið koma skal - alt hoyrir tykkum til. |
| 23 | Og tit hoyra Kristusi til, og Kristus hoyrir Gudi til. |
| |
|
|
|
|
|
|