|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 2 | | | | 1 | Táið eg tá kom til tykkara, brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnisburð Guds. |
| 2 | Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan. |
| 3 | Og eg var hjá tykkum í veikleika, ótta og miklari bivan. |
| 4 | Tala mín og prædika mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft, |
| 5 | fyri at trúgv tykkara skuldi ikki vera grundað á menniskjavísdómi, men á kraft Guds. |
| 6 | Vísdóm tala vit tó millum hini fullkomnu, men vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis. |
| 7 | Nei, vit tala vísdóm Guds, hin loynda, sum duldur var, og sum Gud frammanundan, frá ævigum tíðum, hevði ætlað okkum til dýrd. |
| 8 | Henda vísdóm hevur eingin av harrunum í hesum heimi kent; tí kendu teir hann, høvdu teir ikki krossfest Harra dýrdarinnar. |
| 9 | vit tala - sum skrivað er - "tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja - tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann." |
| 10 | Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds. |
| 11 | Hvat menniskja veit, hvat í menniskjanum býr, uttan andi menniskjans, sum í tí er! Soleiðis veit heldur eingin, hvat í Gudi býr, uttan Andi Guds. |
| 12 | Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men Andan, ið er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat okkum er givið av Gudi. |
| 13 | Tað tala vit eisini um, ikki við orðum, ið menniskjaligur vísdómur lærir, men við orðum, ið Andin lærir, táið vit týða hitt andaliga við andaligum orðum. |
| 14 | Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga. |
| 15 | Men hin andaligi dømir um alt; sjálvur verður hann dømdur av ongum. |
| 16 | Tí hvør hevur kent sinni Harrans, so hann skuldi kunnað lært Hann! Men vit hava sinni Kristusar. |
| |
|
|
|
|
|
|