1 | Nú, viðvíkjandi samanskotinum til hini heiløgu, skulu tit gera, á sama hátt sum eg havi fyriskipað samkomunum í Galatia. |
|
2 | Hvønn fyrsta dag í vikuni skal ein og hvør tykkara heima hjá sær sjálvum leggja nakað burturav - sum honum nú ber til - so samanskotið ikki tá fyrsta skal verða, táið eg komi. |
|
3 | Táið eg so komi, skal eg senda teir, ið tit nú velja til hetta, við brøvum til Jerúsalem at bera kærleiksgávu tykkara hagar. |
|
4 | Og er tað vert, at eisini eg fari, kunnu teir koma saman við mær. |
|
5 | Eg ætli at koma til tykkara, táið eg havi ferðast gjøgnum Makedonia - tí gjøgnum Makedonia fari eg. |
|
6 | Men hjá tykkum kann tað vera, at eg steðgi nakað - kanska allan vetur, fyri at tit kunnu hjálpa mær longur, hagar sum eg tá fari. |
|
7 | Eg leggi ikki í at vitja tykkum nú á gjøgnumferðini; tí eg vóni at fáa steðgað eina tíð hjá tykkum, um Harrin loyvir. |
|
8 | Men í Efesus ætli eg at steðga líka til hvítusunnu. |
|
9 | Tí dyr eru latnar mær upp, víðar og fullar av arbeiði - og nógvir eru mótstøðumenninir. |
|
10 | Táið Timoteus kemur, síggið tá til, at hann kann vera hjá tykkum óttaleysur! Hann ger verk Harrans, eins og eg. |
|
11 | Eingin má tí vanvirða hann; hjálpið honum longur fram á leiðina í friði, so hann kann koma til mín! Tí eg vænti hann við brøðrunum. |
|
12 | Viðvíkjandi Apollosi bróður - honum mældi eg nógv til at fara til tykkara við brøðrunum; men hann hevði als ikki hug at fara nú; hann kemur, táið honum ber til. |
|
13 | Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir! |
|
14 | Latið alt hjá tykkum verða gjørt í kærleika! |
|
15 | Eg áminni tykkum, brøður - tit kenna tey hjá Stefanasi, at tey eru frumgróður Akaia, og at tey hava givið seg sjálv hinum heiløgu til tænastu - |
|
16 | at eisini tit geva tykkum undir slík og undir ein og hvønn, sum arbeiðir við og ger sær ómak. |
|
17 | Eg eri glaður um, at Stefanas, Fortunatus og Akaikus eru her; teir bøta um saknin av tykkum. |
|
18 | Tí teir hava lívgað anda mín og tykkara. Tit mugu tí virða slíkar menn! |
|
19 | Samkomurnar í Asia lata heilsa tykkum. Akvila og Priska lata heilsa tykkum flittuliga í Harranum, somuleiðis samkoman í húsi teirra. |
|
20 | Allir brøðurnir lata heilsa tykkum. Heilsið hvør øðrum við heiløgum kossi! |
|
21 | Heilsan er við míni, Paulusar, egnu hond. |
|
22 | Um onkur elskar ikki Harran, hann veri bannaður! Marana, ta! |
|
23 | Náði Harrans Jesusar veri við tykkum! |
|
24 | Kærleiki mín er við tykkum øllum í Kristi Jesusi. |
|
|