Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 5
1234 5678910111213141516
1 Yvirhøvur hoyrist um siðloysi tykkara millum, og tað slíkt siðloysi, sum enntá ikki finst millum heidningarnar - at ein livir saman við konu faðirs síns.
2 - Og tit eru uppblástir, í staðin fyri at tit skuldu syrgt, so tann, ið hesa gerð hevur gjørt, kundi verðið koyrdur út frá tykkum!
3 Tí eg, sum við likaminum eri frástaddur, men hjástaddur í andanum, eg havi fyri mín part longu - sum eg hevði verið hjástaddur - felt tann dóm yvir hann, ið hetta hevur gjørt,
4 at táið tit og andi mín koma saman, skal hann, í navni Harra okkara Jesusar og við kraft Harra okkara Jesusar,
5 verða givin upp til Satan til oyðing holdsins, fyri at andin kann verða frelstur á degi Harrans Jesusar.
6 Tað er ikki vakurt, ið tit rósa tykkum av! Vita tit ikki, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið?
7 Reinsið tí burt hitt gamla súrdeiggið, so tit kunnu vera nýtt deiggj! Tit eru jú ósúrgaðir - tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.
8 Latið okkum tí halda høgtíð, ikki við gomlum súrdeiggi, ei heldur við súrdeiggi óndskapar og gudloysis, men við ósúrgaða breyði reinleiks og sannleiks!
9 Eg skrivaði til tykkara í brævi mínum, at tit skulu ikki umgangast siðloysingar.
10 Hetta meinti eg ikki við siðloysingar yvirhøvur í hesum heimi ella hini havisjúku og ránsmenn og avgudadýrkarar - so máttu tit jú farið út úr heiminum!
11 Nei, tað, sum eg skrivaði til tykkara, var, at um onkur, ið kallast bróðir, er siðloysingur, havisjúkur, avgudadýrkari, baktalari, drykkjumaður ella ránsmaður, so skulu tit ikki umgangast slíkan, nei, ikki so mikið sum eta saman við honum.
12 Hvat kemur mær við at døma tey, sum uttanfyri eru! Døma tit ikki tey, sum innanfyri eru?
13 Hini uttanfyri skal Gud døma. Koyrið hin ónda út frá tykkum sjálvum!