Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 10
123456789 10111213141516
1 Eg vil ikki, brøður, at tykkum skal vera ókunnigt, at fedrar okkara vóru allir undir skýnum, gingu allir gjøgnum havið,
2 vórðu allir doyptir til Móses í skýnum og í havinum,
3 ótu allir sama andaliga mat
4 og drukku allir sama andaliga drykk; tí teir drukku av hinum andaliga kletti, ið fylgdi teimum - og kletturin var Kristus.
5 Tó hevði Gud ongan tokka til flestar av teimum; teir vórðu jú slignir niður í oyðimørkini.
6 Hetta hendi okkum til fyridømi, fyri at vit skulu ikki hava hug til hitt illa, eins og teir høvdu hug til tað.
7 Verðið heldur ikki avgudadýrkarar, eins og nakrir av teimum - sum skrivað er: "Fólkið settist niður at eta og drekka og reistist at spæla"!
8 Latið okkum ikki heldur dríva siðloysi, eins og nakrir av teimum drivu siðloysi - og fullu 23 000 ein dag!
9 Latið okkum heldur ikki freista Harran, eins og nakrir av teimum freistaðu Hann - og vórðu dripnir av ormum!
10 Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu - og vórðu oyddir av oyðaranum!
11 Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til.
12 Tann, ið heldur seg standa, síggi tí til, at hann fellur ikki!
13 Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
14 Flýggið tí avgudadýrkanina, elskaðu míni!
15 Eg tali til tykkara sum til tey, ið duga á at skyna - dømið sjálv tað, sum eg sigi!
16 Kalikur signingarinnar, sum vit signa - er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta - er tað ikki samfelag við likam Kristusar!
17 Av tí at breyðið er eitt, eru vit, hini mongu, eitt likam; tí vit hava øll part í hinum eina breyði.
18 Hyggið Ísrael eftir holdinum! - Hava teir, sum eta ofrini, ikki samfelag við altarið!
19 Hvat sigi eg tá? - At avgudaoffurkjøt er nakað! Ella at avgudur er nakað!
20 Nei! Tað, sum heidningarnir ofra, ofra teir til illar andar og ikki til Gud; og eg vil ikki, at tit skulu hava samfelag við hinar illu andar.
21 Tit kunnu ikki drekka kalik Harrans og kalik ilra anda; tit kunnu ikki hava part í borði Harrans og í borði ilra anda.
22 Ella skulu vit vekja vreiði Harrans! Eru vit sterkari enn Hann!
23 Alt er loyviligt - men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt - men ikki alt byggir upp!
24 Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans!
25 Alt, sum í kjøtbúð verður selt, kunnu tit eta og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað;
26 tí jørðin og alt, ið hana fyllir, hoyrir Harranum til.
27 Og býður onkur av hinum vantrúgvandi tykkum inn - og tit vilja fara - so kunnu tit eta alt, ið fyri tykkum verður sett, og ikki fyri samvitskunnar skuld spyrja meir um tað.
28 Men sigur onkur við tykkum: "Hetta er offurkjøt!" so latið vera at eta tað - fyri hansara skuld, sum segði tykkum tað, og fyri samvitskunnar skuld!
29 - Eg meini ikki við eins egnu samvitsku, men samvitsku næstans; tí hví skal frælsi mítt verða dømt av samvitsku eins annars!
30 Njóti eg tað við tøkk, hví skal eg tá verða útspiltur fyri tað, sum eg takki fyri!
31 Annaðhvørt tit tí eta ella drekka - ella hvat tit gera - so gerið alt Gudi til dýrd!
32 Verið ongum til ástoyt, hvørki Jødum, Grikkum ella samkomu Guds!
33 Soleiðis royni eg eisini í øllum at vera øllum til vildar og søki ikki tað, sum mær sjálvum er til gagn, men tað, sum hinum mongu er til gagn - fyri at tey kunnu verða frelst.