Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 4
123 45678910111213141516
1 Soleiðis skulu vit vera roknaðir: Sum tænarar Kristusar og húshaldarar yvir loyndarmálum Guds.
2 - Annars krevst av húshaldarum, at teir skulu finnast at vera trúgvir.
3 Fyri meg hevur tað ógvuliga lítið at siga at verða dømdur av tykkum ella menniskjaligum dómstóli - ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur.
4 Víst veit eg einki við mær sjálvum; tó eri eg ikki fyri tað rættvísgjørdur; nei, tann, ið dømir meg, er Harrin.
5 Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna - og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.
6 Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta: "Ikki út um tað, sum skrivað stendur!" - fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum.
7 Hvør gevur tær nakað framum! Hvat hevur tú, sum tú hevur ikki fingið givið! Og hevur tú fingið tað givið, hví rósar tú tær tá, sum tú hevði ikki fingið tað givið!
8 Tit eru longu vorðnir mettir, tit eru longu vorðnir ríkir, tit eru vorðnir kongar uttan okkum! Ja, høvdu tit verið vorðnir kongar! So kundu eisini vit verðið kongar saman við tykkum!
9 Tí mær tykir, at Gud hevur sett okkum ápostlarnar fram sum teir, ið minst hava at týða, sum deyðadømdar; sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum.
10 vit eru dárar fyri Kristusar skuld, men tit eru klókir í Kristusi; vit eru veikir, men tit sterkir; tit eru heiðraðir, men vit vanærdir.
11 Líka til hesa stund líða vit bæði hungur og tosta, eru naknir og fáa nevasløg og hava einki verðandi stað;
12 vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum. Vit verða skeldaðir út - og vit signa; vit verða atsøktir - og vit tola tað;
13 vit verða spottaðir - og vit tala góð orð; sum gólvsóp eru vit vorðnir heiminum - øllum eitt útskot líka til nú.
14 Eg skrivi ikki hetta fyri at gera tykkum til skammar; nei, eg áminni tykkum sum elskaðu børn míni.
15 Tí um tit so hava tíggju túsund lærimeistarar í Kristusi, so hava tit tó ikki nógvar fedrar; tí í Kristi Jesusi eru tit við evangeliinum børn míni.
16 Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir!
17 Tí havi eg sent Timoteus til tykkara, hann, ið er elskaða og trúfasta barn mítt í Harranum; hann skal minna tykkum um vegir mínar í Kristusi, soleiðis sum eg læri allastaðni, í hvørji samkomu.
18 Nú eru nakrir vorðnir uppblástir - í teirri hugsan, at eg man ikki fara at koma til tykkara.
19 Men eg komi skjótt til tykkara - um Harrin vil - og tá skal eg fáa at kenna, ikki orð, men kraft teirra, sum uppblástir eru.
20 Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft.
21 Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella í kærleika og við spakførisanda?