Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Nýggja Testamenti
Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint
Kapittul 15
1234567891011121314 1516
1 Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í,
2 sum tit eisini verða frelstir við - so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í - annars trúðu tit til einkis!
3 Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum,
4 at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum,
5 og at Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv;
6 síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum í senn - av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir;
7 síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum.
8 Og síðst av øllum varð Hann sæddur av mær við - hinum ófullborna fostri at kalla;
9 tí eg standi aftastur av ápostlunum og eri ikki verdur at kallast ápostul, við tað at eg havi ligið eftir samkomu Guds.
10 Men av náði Guds eri eg tað, sum eg eri, og náði Hansara móti mær hevur ikki verið til einkis; nei, eg havi arbeitt meir enn teir allir - tó ikki eg, men náði Guds, sum við mær er.
11 Annaðhvørt tað tá eri eg, ella tað eru hinir - soleiðis prædika vit, og soleiðis komu tit til trúgv.
12 Verður nú prædikað um Kristus, at Hann er risin upp frá hinum deyðu, hvussu kunnu tá nakrir tykkara millum siga, at eingin uppreisn er av deyðum!
13 Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp.
14 Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við!
15 Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus - sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp.
16 Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp.
17 Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn;
18 so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi!
19 Er tað bert í hesum lívi, vit hava sett vón okkara til Kristus, so er meiri grund at tykjast synd í okkum enn í nøkrum øðrum menniskjum!
20 Men nú er Kristus risin upp frá hinum deyðu - sum frumgróður teirra, ið sovnað eru.
21 Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja.
22 Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi
23 - tó ein og hvør í deild síni: Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra Honum til.
24 Síðani kemur endin, táið Hann gevur ríkið Gudi og Faðirinum í hendur, eftir at Hann hevur gjørt enda á hvørjum harradømi, veldi og mátti.
25 Tí Hann skal vera kongur, inntil Hann leggur allar fíggindar Sínar undir føtur Sínar.
26 Hin síðsti fíggindin, ið til einkis verður gjørdur, er deyðin.
27 Hann hevur jú lagt alt undir føtur Hansara. Men táið Hann sigur, at alt er undirlagt, so er tað skilligt, at Hann er undantikin, sum legði alt undir Hann.
28 Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum.
29 Hvat gera tá tey, sum lata seg doypa fyri hini deyðu! - Er tað so, at eingin deyður rísur upp, hví lata tey seg tá doypa fyri tey!
30 Hví koma tá eisini vit okkum í vanda hvønn tíma!
31 - Eg doyggi hvønn dag, so satt sum eg í Kristi Jesusi, Harra okkara, kann rósa mær av tykkum, brøður!
32 Var tað, sum menniskju eru von, eg bardist við vill dýr í Efesus, hvønn vinning havi eg so av tí! Rísa deyð ikki upp, so "latið okkum eta og drekka, tí í morgin doyggja vit!"
33 Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!
34 Vaknið av álvara og syndið ikki! Tí summi kenna einki til Gud - tykkum til skomm sigi eg tað.
35 Nú sigur onkur: "Hvussu rísa hini deyðu upp? Hvørjum slagi av likami koma tey við?"
36 Dári tín! Tað, sum tú sáar, fær jú ikki lív, uttan tað doyr.
37 Og táið tú sáar, sáar tú ikki likamið, ið verða skal, men nakið korn, veri tað nú av hveiti ella onkrum øðrum slagi.
38 Men Gud gevur tí likam, eftir sum Hann vil, og hvørjum slagi av sáði tess egna likam.
39 Ikki alt kjøt er av sama slagi; nei, eitt er kjøt á menniskjum, eitt annað á dýrum, aftur eitt annað á fuglum, uppaftur eitt annað á fiskum.
40 Og himmalsk likam eru, og jørðisk likam eru; men hini himmalsku likamini hava eina dýrd, hini jørðisku eina aðra.
41 Sólin hevur ein ljóma, mánin ein annan, stjørnurnar uppaftur ein annan, ja, munur er á ljómanum, ið stjørnur hava.
42 So er eisini við uppreisn hinna deyðu. Tað verður sáað forgeingiligt, tað rísur upp óforgeingiligt;
43 tað verður sáað í vanæru, tað rísur upp í dýrd; tað verður sáað í veikleika, tað rísur upp í styrki;
44 náttúrligt likam verður sáað, andaligt likam rísur upp. So satt sum náttúrligt likam er, er eisini andaligt likam.
45 So er eisini skrivað: "Hitt fyrsta menniskja, Ádam, varð livandi sál." - Hin seinni Ádam er vorðin livandigerandi Andi.
46 Men hitt andaliga kemur ikki fyrst, men hitt náttúrliga; síðani hitt andaliga.
47 Hitt fyrsta menniskjað var av jørðini, jørðiskt; hitt annað menniskjað er av Himli.
48 Sum hin jørðiski var, eru hini jørðisku við, og sum hin himmalski er, eru hini himmalsku við.
49 Og sum vit hava borið mynd hins jørðiska, skulu vit eisini bera mynd hins himmalska.
50 Men tað sigi eg, brøður, at hold og blóð kunnu ikki arva ríki Guds, ei heldur arvar forgeingiligleiki óforgeingiligleika.
51 Eg sigi tykkum loyndarmál: vit skulu ikki øll sovna, men vit skulu øll umbroytast,
52 og tað í einum nú, í einum eygnabragdi, við hin seinasta lúður. Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu umbroytast.
53 Tí hetta forgeingiliga má lata seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga má lata seg í ódeyðiligleika.
54 Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: "Deyðin er uppsvølgdur í sigur!"
55 Deyði, hvar er sigur tín! Deyði, hvar er broddur tín!
56 Broddur deyðans er syndin, og kraft syndarinnar er lógin.
57 Men Gudi veri tøkk, sum gevur okkum sigurin við Harra okkara Jesusi Kristi!
58 Verið tí fastir, elskaðu brøður mínir, óvikiligir, altíð ríkir í verki Harrans! Tit vita jú, at arbeiði tykkara er ikki til einkis í Harranum!