|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 8 | | | | 1 | Viðvíkjandi kjøtinum av avgudaofrum, so vita vit, at vit øll hava kunnskap - kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp; |
| 2 | heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita; |
| 3 | men tann, sum elskar Gud, er kendur av Honum - . |
| 4 | Nú, viðvíkjandi at eta kjøt av avgudaofrum, so vita vit, at eingin avgudur er til í heiminum, og at eingin Gud er uttan ein. |
| 5 | Tí um nú sokallaðir gudar eru - tað veri í himli ella á jørð - sum jú nógvir gudar eru, og nógvir harrar - |
| 6 | so er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, og sum vit eru til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við, og sum vit eru við. |
| 7 | - Tó, henda kunnskap hava ikki øll; nei, summi gera sær enn samvitsku fyri avgudsins skuld og eta tað tí sum avgudaoffurkjøt - og samvitska teirra, sum veik er, verður órein. |
| 8 | Matur gevur okkum jú ikki virði fyri Gudi; vit standa einki fremri, um vit eta, og líka lítið standa vit nakað aftari, um vit ikki eta. |
| 9 | Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! |
| 10 | Tí sær onkur teg, sum kunnskap hevur, sita til borðs í avgudahúsi, kemur tá ikki samvitska hansara, ið veikur er, at fáa dirvi at eta avgudaoffurkjøt! |
| 11 | Og so gongur av kunnskapi tínum hin veiki til grundar - bróðirin, sum Kristus er deyður fyri! |
| 12 | Táið tit soleiðis synda móti brøðrunum og særa veiku samvitsku teirra, synda tit móti Kristusi. |
| 13 | Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt. |
| |
|
|
|
|
|
|