|
|
Nýggja Testamenti
|
Gamla Testamenti
|
| | Fyrra bræv Paulusar til samkomuna í Korint | | Kapittul 13 | | | | 1 | Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla. |
| 2 | Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki. |
| 3 | Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki. |
| 4 | Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; |
| 5 | hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; |
| 6 | hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; |
| 7 | hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt. |
| 8 | Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur - tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala - hon skal halda uppat; og kunnskapur - hann skal fáa enda. |
| 9 | Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum; |
| 10 | men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda. |
| 11 | Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga. |
| 12 | Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur. |
| 13 | So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý - men størstur av teimum er kærleikin. |
| |
|
|
|
|
|
|