Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 6
12345 6789101112
1 Vanlukku havi eg sæð undir sólini, og hon liggur tung á menniskjanum:
2 Táið Gud gevur manni ríkidømi og góðs og heiður, so hann fyri sín part einki saknar av øllum, ið hann ynskir sær, og Gud so ikki unnir honum at kunna njóta av tí, men annar maður nýtur tað - hetta er fáfongd og svár plága!
3 Um so maður fær hundrað børn og livir mong ár, so lívstíð hansara verður long, men sál hansara verður ikki mettað av góðum, og hann heldur onga jarðarferð fær, tá sigi eg: Ófullborið fostur er lukkuligari enn hann!
4 Tí at tað kemur, er fáfongd, og burtur fer tað í myrkri, og í myrkri verður navn tess dult;
5 tað hevur hvørki sæð ella kent sólina; tað hevur meiri frið enn hann.
6 Um hann so livdi túsund ár tvær ferðir, men onga lukku sá - fer ikki alt somu leið!
7 Alt strev menniskjans er fyri munnin, og tó verður svongd hansara aldri mettað.
8 Tí hvat hevur hin vísi fram um dáran! Hvat batar tað hinum fátæka, um hann dugir at skikka sær millum tey, ið liva!
9 Betri er at síggja við eygunum enn friðarleys tráan; eisini tað er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
10 Tað, ið er, er langt síðani nevnt við navni, og kent er frammanundan, hvat menniskjað verður; tað kann ikki saksøkja hann, ið er sterkari enn tað.
11 Tí tess fleiri orð ið nýtt verða, tess størri verður fáfongdin; hvat batar tað menniskjanum!
12 Tí hvør veit, hvat menniskjanum er til gagns í lívinum, allar tómu lívsdagar hansara, ið hann livir sum skuggi! Og hvør sigur menniskjanum, hvat ið fer at henda undir sólini, táið hann er deyður!