Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Prædikarin
Kapittul 7
123456 789101112
1 Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.
2 Betri er at fara í sorgarhús enn í gildishús; tí í sorgarhúsinum endar hvørt menniskjalív, og tey, sum liva, leggja sær tað á hjarta.
3 Betri er gremja enn látur; tí táið andlitið sigur frá sorg, veit hjartanum væl við.
4 Hjarta vísmanna er í sorgarhúsinum, men hjarta dáranna er í gleðihúsinum.
5 Betri er at hoyra vísmenn deila enn dárar kvøða;
6 tí sum brakið av tornum undir pottinum er dáralátur; eisini hetta er fáfongd.
7 Tí óreiðiligur vinningur ger hin vísa til dára, og mutur spillir hjartað.
8 Betri er endi málsins enn byrjanin; betri er at vera tolin enn hugmóðigur.
9 Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!
10 Spyr ikki: "Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?" - Tí ikki av vísdómi spyrt tú so.
11 Vísdómur er líka góður sum arvur, ja, hann stendur teimum hægri í virði, sum síggja sólina.
12 Tí at vera í vísdómsskugga er sum at vera í peningaskugga; men kunnskapurin hevur tað framum, at vísdómurin heldur honum á lívi, sum eigur hann.
13 Hygg at verki Guds! - Hvør kann beina tað, ið Hann hevur gjørt bogið!
14 Hin góða dag skalt tú vera í góðum lagi, og hin ónda dag skalt tú minnast, at Gud hevur gjørt hann við, líka væl sum hin, fyri at menniskjan skal vita, at hon hevur einki eftir at vænta sær.
15 Alt hetta havi eg sæð í tóma lívi mínum: Mangur rættvísur gongur til grundar í rættvísi síni, og mangur gudleysur livir leingi í óndskapi sínum.
16 Ver ikki ov rættvísur, og ber teg ikki at, sum tú hevði verið so ovurhonds vísur! - Hví vilt tú forkoma tær sjálvum?
17 Ver ikki ov gudleysur, og ver ikki dári! - Hví vilt tú doyggja fyri tíðina?
18 Best er, at tú heldur fast við annað og sleppir ikki hinum; tí tann, ið óttast Gud, finnur útveg úr øllum hesum.
19 Vísdómurin ger hin vísa sterkari enn tíggju mektigar menn í staðnum.
20 Tí einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri.
21 Legg heldur ikki í alt tað, sum fólk sigur, tí so kanst tú koma at hoyra tænara tín banna tær!
22 Tú veitst jú við tær sjálvum, at tú hevur eisini mangan bannað øðrum.
23 Alt hetta havi eg roynt við vísdómi; eg segði: "Eg skal vinna vísdóm." - Men vísdómurin helt seg langt burtur frá mær.
24 - Langt burtur er tað, sum til er, og so djúpt, so djúpt; hvør kann finna tað!
25 Eg hugdi rundan um meg, og tráan mín var at vinna kunnskap og granska og leita eftir vísdómi og klókskapi og skilja, at gudloysi er dárskapur, og dárskapur vitloysi.
26 Og eitt fann eg, sum er beiskari enn deyðin: Kvinnan, sum er garn; hjarta hennara er snerra, og hendur hennara eru leinkjur; tann, ið Gudi er kærur, sleppur undan henni, men syndarin verður fangi hennara.
27 Ja, hetta dugdi eg at síggja, sigur prædikarin, táið eg legði alt saman fyri at koma til úrslit.
28 Eitt er, sum eg altíð havi leitað eftir, men ikki funnið: Ein mann havi eg funnið millum túsund, men kvinnu havi eg ikki funnið í øllum hópinum.
29 Tó, hetta eina havi eg funnið, at Gud skapti menniskjuni, sum tey áttu at vera, men tey finna uppá so mangt løgið.